Føringatíðindi - 01.01.1890, Blaðsíða 1

Føringatíðindi - 01.01.1890, Blaðsíða 1
FØRlNGATÍÐÍNDÍ. Nr. Januar 1890. Arg. FÓRINGATÍÐINDI kemur út fyrsta Tórsdagin í hvorjum mánaði og kostar i krónu um árið. FÓRINGATÍÐINDI vil fremja tað, ið Foringafelag stevnur at, sum er: at verja Forja mál og Forja siðir; royna at vekja og styrkja samanhalđ millum Fóringar og fáa teir at verða fríir í sinni og skinni. FÓRINGATÍÐINDI vil framfóra mangt og hvat, sum kan verða til gagn fyri ok- kara vinnuvegir á sjógvi og landi. FÓRINGATÍÐINDI vil, stutt og greitt, siga nýgjastu tíðindi úr Fórjum og óðrum londum. FÓRINGATÍÐINDI vil frambera av vísum, skjemtisógum og ymsum óðrum, ið skrivast á Fóroyskum máli, so mikið, sum rúmast kann. Tá, ið nevndin fyri Fóringafelag tók sær fyri at utgeva eitt blað í Fóroyskum máli, var tað ikke frítt, at hon stúrdi fyri tí, at blaðið vildi fáa óv nógv ímóti sær. I einum landi, hvar í fá hava lært at læsa og enn færri at skriva moðurmálið, er tað litið væntandi, at eitt blað sum Fóringatíðindi skal kunna blíva ein vælkomin gestur í hvónsmans húsi. Tað, sum í tí stendur, krevur at vera valgt við umhugsan, so at folk kann hava hug at stava segígjógnum tær ókunnugu rúnirnar. Hann, sum er biðin til at vera stýrari fyri blaðnum, heldur seg ikki at vera fðran at gera tað so væl, sum tað átti at gerast; men hevur tó tikið sær tað uppá, hopanđi at teir, sum nakað evna, vilja hjálpa honum og at fólk ikki vil finnast óv illa at tí, ið rangt kann vera. í hesum árinum, sum nú er farið, hevur nógv verið orðað í «Dimmalætting» um, hvussi Fóroyska málið rættast skal skrivast ella stavast. Her skal ikki sigast mikið um, hvat ið kann fórast framm frá ymsum síðum til styrk fyri hendan ella handan mátan. Herí blaðnum verður enn so leingi roynt at fylgja tí stavingalag, Provst Hammershaimb og Professor Svend Grunđt- vig hildu vera tað besta. Yit vilja ikki, at Fórjamál helđri enn onnur mál skal standa í stað, sum tað var av úrólds tíð, tó má ikki gloymast, at málið nú er komið í órókt. Fólk hava ikki nú sum fyrr lagt seg eftir at hava grein í sínum máli. Orðini sigast ólíkliga utan at hugsa um grundina í teimum. Eitt stavingalag, hvar í hvórt ljóð hevur sítt merki og lítið dent verður lagt uppá, hvat hópi er í orðinum, vilđi ivaleyst hjálpt til at sláa fast óll merkir av tí niðurgangi, Fóringar nú í fleiri hundra ár hava verið staddir í. Heldri ikke má gloymast, at bygdamálini eru komin so langt frá hvór- jum óðrum, at neyð er at fáa ein búna (eitt stavingalag) til at hóska uppi á teimum j ðllum. Tí kravdi við rðttum hvórjum bygda- máli sína ljóðskrift. Fóringafelags endamál er ikki at slíta sundur, men heldri at knýta saman; tí má felagsblaðið royna at javna bygdamálini saman, og tað mann helst og best fáast í lag, við at beina tey ígjógnum ta rót, sum tey eru útsprungin av. Mangur sigur, at hettar, sum skrivað hevur verið í «Dimmalætting» og í Fóringafelags skriftum er íslenskt; — tað er tó væl langt frá Islenskum, um tað enn er líkt tí; — og í hví skuldi tað ikki líkst tí? Hann er ikki svínum líkur, ið sínum er líkur. Tað eru so mong ljóð í tí Fóroyska málinum, at man ikki hjálpist væl við teimum bókstavum, | sum brúkast í Danskari skrift. Hesir nýggju bókstavirnir mugu falla teimum ókunnigur fyri, sum ikki hava lært at lesa annað enn Danskt. Tó vil tað vera gjórligt fyri tey, sum hava hug til tað, at lesa hesa skriftina ! og úttala hana, hvór eftir sínum bygdamáli. Tað vil skjótt lærast at a ofta má úttalast j sum ea, at æ norðan fjórð úttalast líka sum a — suðuri á Suðuroynni sum e; at á út- | talast nakað sum oa; at i og y úttalast líka; at í og ý úttalast uj; at ó úttalast sum ou og ú sum yv, ei sum aj, at g og k hava

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.