Føringatíðindi - 03.08.1899, Blaðsíða 3

Føringatíðindi - 03.08.1899, Blaðsíða 3
Fólkið í Hetlandi er, sum vit vita, av somu rót sum Førjafólkið og hevur í fornum tíðum livað undir somu skipan og lógum. Eina tið høvdu Føringar løgmann saman við Hetlendingum. og øll viðurskiftir vóru lík í báðum lonđum, inntil Hetland varð sett í pant til Scotlanđs kong. Eftir ta tíð fingu skotskir og eingilskir stórmenn lagt nærum alt jarðagóðs undir seg, og fólkið varð so at siga trælabunđið, — nógv meiri undirkúgað, enn Føringar í kongahandils- tíðini. Lanđsins børn mátti taka bæði smáttu og akurteigar til leigu frá stór- monnum og tað, íð vinnast kundi av sjónum, mátti avreiðast til góðseigarin fyri tann prís, hann setti á. Frættist tað, at nakar handlaði við annan mann enn landeigarin. var uppsøgn viss. I hesum árhundraðnum er nógvur bati komin á lógir og landaskipan í Hetlandi. Góðseigarnir hava nú ikki einaveldi yvir fólkinum. Skikkiliga góðir skúlar eru komnir víða hvar og fólkið hevur sjálvræði í kommunustýri og nógv ræði í skúla- og kirkjuviðurskiftum. Tí verri klagast yvir, at fólkið ikki enn er fullbúgvið til slíkt sjálvræði og at góðseigarnir, prestarnir í aðalkirkjuni (tí skotsku statskirkjuni) og spiritusseljarnir, sum fyri tað mesta halda saman, ofta fáa yvirlutin við kommunal- og onnur valg. (Niðurlagt.) Hvussu long tíð krevist til at prenta føroysku bíbilsøguna? Tað munnu vera o. u. io ár síðan, at Føringafelag ætlaði at útgeva eina føroyska bíbilsøgu. Nú eru 2 ár og hartil drjúgvir tveir mánaðir lidnir, siðan »Føringatiðindi« bar boð í bý, at nú fór henđan vælsignaða bíbilsøga í prentsmiðuna fyrsta dagin. Enn hevur bibilsøgan ikki latið seg til sjónar; tí leingist mær at frætta, um verkið bert er komið í drag, ella um tað ikki kann fáast í lag. Forvitin. * * * Bíbilsøgan verður ivaleyst liðug í heyst. B1 a ð s t. Hevur »Dim.« grein í sínum máli? tí tiðsspelli, sum stendst av at taka kol í Suðroy, tí at trawlarnir ongan ófrið høvdu gjørt har. A somu síðu og í næstu eftir- fylgjandi reglum sigir »Dim.« frá trawlara, sum er tikin eystanfyri Suðroynna. Eftir sum hetta er einans ólógligu trawlarin, íð tikin er á hesum sumri, tj'kist hetta mær at hóska illa. Ivaleyst er hetta eitt dømi uppá tann missmun, »Dim.« ofta sýnist at gera millum Suðuroynna og aðrar lanđs- partar. Illur Suðringur. Føringafelag. Á aðalfundi Ólavsøku- dag, varð vald nevnd. Fyri Havnina: R. C. Effersø, Jens Olsen, A. Sámalsson, B. A. Samuelsen og M. A. Winther. Fyri Norðoyggjar varð valdur: Absalon Guttorm- sen; fyri Eysturoy: lærarin N. Østerø; fyri Norðstreymoy: Olaf J. Olsen; fyri Vágar: lærarin J. Jacobsen; fyri Suðurstreymoy: J. Patursson; fyri Sandoy: Mourits Winther og fyri Suðuroy: Johan Mortensen. Til roknskapsgranskara varð valdur G. Winther. Til útsendingar at røða um uppskotið frá Føringafelag í Keypmannahavn vóru valdir A. Guttormsen, M. Winther og Just Jacobsen. Uppskotið um at lækka limagjalđið, sum nú er sett til 2 kr., kundi ikki viðtakast tí at fundurin var ov fámentur; til slíka lógbroyting krevist eftir lógunum 60 at- kvøður. Grind var funnin 24. juli úti fyriVelba- stað. Hon varð rikin til Miðvágs og dripin har. 103 hvalir komu til skiftis. 2 skinn vóru til bátin. Grindir eru sæddar víða hvar um landið bæði fyrr og síðan. Summar hava verið sædđar av konufólki, sum hevur skammast at siga frá, og stunđum hevur mannfólkið ikki trúið konufólkinum við tað sama, tey hava sagt frá, stundum hava eisini mannfólk sæð grindina og hilđið, at tað ikki var sovorðið; men yvirhøvur er einki álvara gjørt av fyrr enn tað var ov seint. Trawlarnir eru nú fleiri at síggja uttan um landið enn teir hava verið fyrr í summar. Hegartil hava teir skikkað sær eftir vónum væl. Eingin av teimum er tikin fyri ólóg- ligan atburð, síðan kanónbáturin tók ein tætt við Lítlu Dímun. í »Dim.« Nr. 28 spyr blaðstýrarin, um tað ikki var betri, um verjuskipið hevði tikið kol fyri norðan og soleiðis sloppið frá

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.