Fróðskaparrit - 01.01.1981, Blaðsíða 225
Sambandið føroyinga og útlendinga millum
233
mannasund og fórst í briminum norðan fyri Kvívík. — Schrøter skrivar í 1824
til Forchhammer (1927), at teir í Hovi hava funnið nógv vrak, ið vísti, at danska
skipið »Lilla Gusta« var sokkið á ferð úr Archangel til Livorno. Trý lík vórðu
funnin og potað niður í kirkjugarðin í klæðunum við nøkrum fjalum uttanum.
Schrøter ivast ikki í, at ið hvussu er tveir av monnunum hava bara verið
skindeyðir, og gremur seg um, at fólk skal ikki hava góðar leiðbeiningar í
lívging. í hesum sambandi skal verða lagt aftrat, at Jørgensen (1902), sum seinast
í 19. øld gjørdi mannfrøðiligar kanningar av suðuroyingum, sigur seg ikki hava
kannað beinagrindir, tí at hann eftir tí, ið hann hevur fingið uppspurt, mátti
ivast í, hvørji tjóð hin grivni var av. »Á flestum kirkjugørðum her um leiðir,
serliga í fjørðum, har skip leggja inn, eru grivnir ikki fáir sjómenn úr øllum
tjóðum, og tí kennir tú teg ongantíð tryggan«.
Skipini kundu gera um seg, hóast tey vóru mannleys, tí at ofta kom
nógv fólk saman at bjarga og at keypa av førninginum. 1 1828 rak
mannleyst skip á land í Saksun. OrsakaS av teirri stóru mannamúgvu,
sum har kom saman til uppboðssøluna av vørum, breiddi eitt her-
viligt beinkrím, ið var byrjað í Havn, seg út um alt landið (Graba
1828, Rasmussen 1959).
Føroyingar ferðast.
Eyðvitað er ikki nógv goymt um tað, hugsa vit um stuttleikaferðir
og um at vitja ætt, kenningar og vinfólk. Áður er nevnt um tann
nógva ungdóm, ið sigst hava leitað til Bjørgvinjar um miðjuna á 16.
øld. Eisini vita vit um, at Guttormur løgmaður doyði í Bjørgvin í
1571 á heimferð úr Keypmannahavn við Nielsi Helgasyni (smb. Ja-
cobsen 1952). Sum Zachariasen (1959-61) ger vart við, síggja vit
vanliga í 16. øld kong, tá ið hann leigar burtur handilsrættindini,
leggja tær treytir við, at føroyingar skulu sleppa at ferðast aftur og
fram við skipunum hjá teimum, sum handilin hava í hondum, hóast
ørindi teirra vóru at bera fram klagu um handilin. Men um aldamótið
1600 tykjast føroyingar so líðandi at gerast meira heftir. Fyri 1620
finna vit javnan fólk, ið ferðast til Bjørgvinjar. Eftir 1620 lá leiðin
altíð til Keypmannahavnar. I 17. øld bendust viðurskiftini tann
vegin, at føroyingar sluppu ikki út at ferðast uttan loyvi. Hetta
bandið kom at vera fullfíggjað í 1661 og stóð ikki bara við í
Gablatíðini, men tykist at hava verið, til fríhandilin kom. Eingin
umsókn ella klaga, tíansheldur nøkur sendinevnd, mátti fara av
16 — Fróðskaparrit