Oyggjarnar - 07.09.1905, Blaðsíða 4

Oyggjarnar - 07.09.1905, Blaðsíða 4
rættir upp og vaska f staðin fyri at standaboygdir yvir vaskibrettið. Eisini sparir henđan maskinan hendrinar undan tí heita sápu- lútinum. Sum vituligt, vatni fæst ongantíð ovheitt til vask. Aðra staðnis í blaðnum sæst hvat í sDamernes Blad« heldur um vaskimaskinuna. Fjóshøsn. Hvítar- og gularrøtir (gemyse). Sker røtirnar í long pettir og kóka helvt um helvt í fersk- um soð — so nógv sum fer til s a u c e n. Ger javning útá við smør og mjøli, og koyr hakkaða persillu og salt í tá í liðugt er. Einans hvftar- ella kálrabi- røtir kunnu stúvast á sama hátt. Eitt gott hjarta. — Allir trfggir biða meg hava seg. Tað er makaleyst! Hevði eg nú bara vita hvør íð hevur stórsta peningjin og doyr skjótast. Lýsingar. —O— Gularøtur, grøntkál, salat, per- silla og selleri, er til sølu hjá Elinu Patursson, Kirkjubø. Vakurt og bfligt Tapetpapír fæst f bókhandlinum í Havn. »Damernes Blad« for den 7de Juli 1903: En Lufttryksvaske- maskine er bleven os tilsenđt til Prøve fra S. P. Christensen, Horsens. Det er en lille, sindrig konstrueret tragtformet Blikind- retníng, der mindstafalt ligner en Vaskemaskine. Principet ved denne Maskine er noget ganske nyt, idet Tøjet her ikke bliver vasket ved Gnidning, men ved at kogende Lud af Luften drives igennem det. Maskinen byder herved den store Forđel, at Tøjet ikke slides og Lfldtøjet i Stedet for at krympe snarere uđvides og derved bliver sundere at be- nytte. — Da đer kun fordres ringe Øvelse for at bruge den, og den besørger en Vask sær- deles propert paa mindre enđ den halve Tid, samtidig med at den Vaskende undgaar at staa bøjet over et Vaskebrædt med Hænderne i varmt Vand; vil den i Løbet af kort Tid fremkalde en Reform paa Vaskeomraadet, saa meget mere som hele Maskinen kun koster 5V2 Kr. og er uopslidelig. Tað er almindiligt í brúki, at fólk, sum vilja gerða væl við høsnini, hava tey inni í fjósinum allan veturin úteftur -----har sita tey so fløtt! Men hygg fjóshøsnini hvussi skirvislig tey eru, hvussi líti tey troysta sær, tá tey koma uttanfyri. Sein eru tey til verp- ingar, og eggini eru tá bæði fá og smá. Er høsnarhúsi tætt, so trekkur ikki sleppir at krýatúrinum — tí h a n n tola tey i k k i — so er altíð fløtt nokk, og har ber betri til at halda høsnini frá ótøj, at hava húsi ljóst, turt, rudduligt og altíð kassa við reinum vatni inni. Plettir. Uppí mjølkagreyt ella velling, sum leivdur er frá døgverða ella náttverða rørir ein egg og nakað lftið av kanel, ella citrónoliu, og sukur. Til vellingin má læt- ast mjøl uppí. Hettar verður sett út á pannina — væl av feitti undir — við spón og baka rætt sum pannukøkur. Skapilsi skal ikki verða størri enn ein miðal kaffikoppur ummáls. Svenskarnir rópa hesar køk- umar fyri p 1 e 11 e r. Tær eru leskiligar til ábit afturat morgun- drekka ella millummálarđrekka. Heitar tjena tær til dessert við syltetøj afturat. Grøntkálsuppa. Kjøtsoð! av ferskum, saltað ella fleski stendur úti á elđin- um. Har skal lætast grøntkál — sum er væl hakkað saman við mjøli — og sundirskorin eplir ella hvítar røtir og kjøt- bollar. Er suppan ov tunn, kan hon javnast við smør og mjøli, men ikke for tjúk, og tað er at ænsa eftir, tá fð káli verðir rørt útá, at ikki »hestar« koma til sjóndar. Hendan kálsuppan er frá- líka neringsmikil. Verðir kálsuppan kóka av saltkjøti, má tað vaínast væl út. í staðin fyri at seta kjøt- bollar útá, kann nýtast tað kókaða kjøti afturat kálsuppini. Ein hevur tá fullan døguramat. Summi læta grøntkáli fáa eitt uppkók í saltvatni, áðrenn tey kóka tað saman við mjøl- inum. Tað er tá lættari og skjótari at fáast við. Ú11 ý 11. Smágentan: Mostur, hvat er væl tað, sum tey rópa fyri »hveitubreyðsdagarnir< ? Mosturin: Tað er tfðin líka aftaná brúðleypi — áðrenn fólk fara at tosa um skilsmissu. Blaðstýrari: Helena Patursstíru Prentað í Prentsmiðju »DimmalættíngfS*

x

Oyggjarnar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.