Fríu Føroyar - 23.05.1942, Blaðsíða 1

Fríu Føroyar - 23.05.1942, Blaðsíða 1
„Frí« Føp©yai?" Blaðið verður nú framtíðar prentað í iioo eintøkum hvørja ferð, og tað kemur til allar bygdir í Føroyum. »Fríu Føroyar« verður tí framvegis eitt gott, sikkurt lýsingarblað hjá øllum, sum lýsing vilja hava. Prísurin fyri lýsingar er 25 oyru fyri petitregluna. Allir Føroyingar, ið vilja at føðilandið skal vera frítt land, biðjast styðja blaðið og tekna seg sum haldarar. Haldara-prísurin verður 2 kr. fyri fjórðingsárið. Blaðsøla er hjá A. Ziska, Tórshavn. Tekningin kann vera til posthús, brævsavn.ara ella blað- skrivaran. Lýsingar til blaðið kunnu telefonerast til nr. 337 í Havn ella sendast til lýsingastovu A. Ziska, Tórshavn. Sam ezzi bóllzuvJ Til gitingar ip'øroya Social-Demokratts viðvíkjandi blað- num »Fríu Føroyar* og bilsni blaðstjórans skal her ávísast. »Fríu Føroyar* miðjar ímót at fáa Føroyingar at kenna seg eins góðar og einhvør, ið føðist og Iivur her á fold Bara viljin at liva og virka sum Føroyingar og til at gagna føðilandinum best gjørligt kan fáast í barnalyndið, ja so verður framgongd her í Føðilandi okkara. Einhvør føroyskur lærari má kenna tað at vera skyldu sína, at tala føðilands-ælsk inn í barna-sinni, at faa tað at elska og virða føðilandið Føroyar, at beina barnið á bestu leiðir til tess, at tað kennir skyldu sína sum gott felagsfólk. Hesum kann harra J. H. Danbjørg, lærari, verða »Fríu Føroyum* hjálpandi í. Vit hava tað vón, at fólkið í Føroyum ikki hevur fest seg so fast í spillandi politik, í partapolitisk møsn, at tað tó enn vil fylkjast surn Føroyingar, vil fáa alt tað oyðandi burtur, vil vera ein so stórur sameindur bólkur, at Føroyar kunnu gerast frítt land. Er tað ovseint? Ein landaspurningur er í blaðnum »FøroyaSocial-Demokrat« nú seinasta leygardag. Tað er um byggitilfar, har verður skrivað soleiðis: Hevði uppskot javnaðar-og sjálvstýrismanna verðið sam- tykt á tingi, so hevði ovmikið av viði kunnað verið í landi- num bæði til at byggja bátar og skip, Men 15 manna fleir- talið á Føroya løgtingi, sum drepur øll uppskot frá 9-manna- bólkinum (javnaðar-og sjálvstýrisbólkinum) skulu vit ikki um- tala meira í dag. Tað koma vit at umrøða seinni.« Ja, soleiðis vóru orðini. Tíverri síggja Føroyingar har, hvussu tingmannaklandur førur samfelagið út í størstu vandar. At bj^ggja bátar og skip er fyri okkum Føroyingar avgjørt hin størsti vinnulívsspurningur nú. Uttan bátar og skip kann ikki fiskiskapurin trívast, og vil tað tí altíð verða neyðugt, at eiga í landinum nógv av hesum byggitilfari. Ikki minst ræður um í ófriðatíðum at hava nógv niðurfyri av øllum tilfari ið kann tryggja fólkinum at fáa tey amboð og før, sum nýtast skulu til fiskiskap og sigling. Tað má tí falla øllum fyri bróstið, sum lisið hava hesa grein »Føroya Social-Demokrat«s, at Løgtingið, fjøldin har, hevur »dripið« uppskot, ið vildu hava byggitilfar til Føroya, so her kundi verða bygt bæði bátar og skip. At hetta mál er soleiðis viðfarið í Løgtinginum mega vit trúgva, tí tað er sjálvur Løgtingsins formaður, harra J. H. Danbjørg, sum er blaðstjóri »P'øroya Social-Demokrat«s. Føroyingar vita, at mangt er ógreitt her á landi, men at tað verður forðað fyri at fáa við og tilfar til at byggja bátar og skip av, tað mundi eingin gruna. Ikki kunnu vit fata, hví soleiðis verður gjørt. Enn minni er tað fatandi, at 15 menn hava barst móti 9 monnum á tinga hesum máli viðvíkjandi. Allir tingmenn áttu at staðið sum ein maður um uppskotið og fingið til Føroyar so nógv byggi- tilfar sum møguligt. Mangir Førojdngar havð trúð, at eitt fleirtal á løgtingi, 13 manns, nevniliga fólkaflokkurin og javnaðarflokkurin, strev- aðust fyri at fáa Amerika-samband. Javnaðarmenn, gjøgnum blað teirra, talaðu um at lata fiskiskipini sigla til Grønlands at fiska og fáa fiskasølu frá Grønlandi til Amerika, og soleiðis sikra pening til keyp av vørum til Føroyar, Hetta uppskot teirra í blaðnum, var ikki leingi frammi, tað sovnaði og teir hálsaðu um so nógv, at tá fólkaflokks- menn fingu samband við Amerika og gjørdu stórt arbeið fyri at fáa farmasigling haðani til Føroyar, vóru javnaðarmenn, sjálvstýrismenn og sambandsmenn í einum bólki, í 17-manna- bólkinum, fúsir at háða fólkaflokksmenn fyri Amerika-siglingina. Uin allir javnaðarmenn hava samtykt hesa háðan er óvist. Vit vilja trúgva, at harra J. H. Danbjørg, ið vit kenna sum ein »reinlinjaðan« mann, ikki hugaði teirra háðan. Meðan tað soleiðis hevur verið sjálvt Føroya løgting, ið hevur forðað og skal hava ábyrgdina, sambart grein »Føroya Social-Demokrat«, fyri at so lítið byggitilfar finst í Føroyum, hava privatvirki og privatmenn roynt at fingið innkeypt og innflutt tilfar. Trupult hevur verið hjá teimum at fingið viðin, ja so trupult, at skipasmiðjan her, sum hevur ein dugandi og ovur- honds ágrýtnan stjóra, hevur haft ovurhonds stórt strev við at fáa loyvi til at flyta inn timbur til bátar og skip. Tað er skipasmiðjustjóra Kjartan Mohr nógv at takka fyri, at so frætt er komið av tilfari, at so nógv skip hava fingið umvøling her, og at menn hava kunnað heitt á Tórshavnar Skipasmiðju og har fingið eik til fiskibátar til umvøling. Var nóg mikið av tilfari, kundi nógv verið arbeitt, bæði nýggj fiskifør og bátar, tí har er ein sera væl lærdur byggi- meistari, Johan Hansen, sum hevur prógvað, at skip úr nýggjum kann fáast har. Eisini hava har fleiri gomul skip fingið so stórar umvølingar, at tey eru farin á sjógvin aftur so at siga sum nýggj skip.

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.