Tímin


Tímin - 01.03.1945, Blaðsíða 1

Tímin - 01.03.1945, Blaðsíða 1
Cmuit UTQEVARI: HAVNAR FRAMBURÐSFELAQ Haldaragjald: 2 kr. ársfjórðingin. í leyssølu: 15 oyr. eintakið. NUMMAR 9 HÓSDAGIN 1. MARS 1945 3. ÁRGANGUR Lastvognkoyring (við vippuladu) Telefon 525 Charles Smith Sameindu vinna fram fyri vestan Atsóknin fyri vestan hevur verið ógvuliga liørð og hava teir Sameindu vunnið fram í smáum, sjálvt um missirnir hava verið øgiligir. Eisenhower hevur sagt frá, at endamál hansara er at beina fyri øllum tí týska herinum veslan fyri Rín, og tað skal vera nú. Aftaná liart stríó eydnaðist teimum at taka Julich og Duren og ola Týskin nærri móti Køln, so at teir nú eru einar 6—8 fjórðingar haðani. Amerikanarar skjóta nú inn í Køln við tungun kanónum. Eingilska atsóknin eystanfyri hálendska markið gongur heldur spakuliga eystureftir. Við Ivalkar siga Onglendingar og Kanad- arar seg hava brotið seinasta týska verjugarð vestan Rfn. í Donaudalinum við Slovak- islca markið hevur Týskurin nú ruddað burtur allar Russar, ið har vóru, aftaná langl og hart stríð. Soleiðis er vandin fj’ri at Russarar skulu taka Wien í eini handavending burtur. 4 divisjónir illa farnar og 50001 đeyðir, vóru russisku missirnir, siga Týskararnir. I Scblesiu gongur Russurin fram; í Breslau eru teir komnir inn í býin fleiri staðir, og stríðið gongur hús frá húsi. Á leiðini norður eftir hava Týskararnir steðga honum fyri tað mesta, uttan i Pommern; har er hann í einum álopi farin 40 fjórð- ingar fram í 4 dagar, og er nú 30 fjórðingar frá sjónum, hagar hann . roy'nir at náa fyri at steingja Danzig inni. Posen, ið leingi hevur ligið innibyrgdur, varð tikin fyri fáum đøgum siðan. Har misti Týsk- urin 23.000 fangar og 25.000 doyðu. Við Kønigsberg hava Týskar- arnir rikið Russin burtur av lendunum norðan fyri býin, og soleiðis fingiðsjósamband millum Kønigsberg og Danzig. Japanarar fáa ákoyringar av bumbum. Á Ivoshima slendur slríðið vió sama lag; Amerikan- ararnir ganga smáliga fram og hava nú stóran part av oynni. Oyggin Correggidor í Manilla- víkini er enn á japanskum hondum, tó at Amerikanararnir hava gjørt landgongd har; hon forðar fyri al Amerikanararnir kunna nýta havnina í Manilla. Gudstænastur 3. sunnudag í føstu verður lestur lisin í Havnar kirkju. Sama sunnudag prædikar Joen- sen preslur í Nólsoyar kirkju. tykt; tá var ein nevnd, Kj. Mohr, V. Lútzen og Chr. Cle- mentsen umboðandi borgarnar við í samráðingunum. Býráðið jáltaði al geva avskrift av teim- um fundum, sum henda nevnd hevði verið við á. Bræv frá L. Waagstein sak- førara segði býráðnum frá at leigusáttmálin, sum Tórshavnar Skipasmiðja hevði fingið í 1937 við býráðið um øki í Hornabø fyri 99 ár, var ikki íinglisin. Samtykt var at lata Tr. Samuel- sen upp í bendi at fáa hetta mál í rættlag. Sum fyrr frásagl hevði Heine Rubeksen, ið doyði á Ellis- heiminum, givið ognir sínar lil heimið. Á hesum fundi var upplisið teslamentið hjá Else- beth C. Augustinussen, ið eisini gav ognir sínar til Ellisheimið. Formaðurin vísti á tað vakra lyndi, ið íleiri av teimum, sum búð høvdu á heiminum, sýndu, við at geva tí ognir síaar. fir Klakksvik Carlton kom úr íslandi seinasta fríggjadag. Hon hevði brotið báð- ar bátarnar, og fingið smávegis skaðar omandekks. Manningin segði seg ikki at hava verið ringari á sjógv. Týsdagin fór Viðoy út undir undir Føroyar at trola. Tey stóru skipini skulu til ís- lands at fiska við gørnum. Skála- nes er liðug at fara. Hesar seinastu dagarnar hevur veðri verið í sínum ringa skil, so at útróðurin, tó at menninir Ieggja ófatuliga nógv fyri, er so at siga eingin. Hesa ársins tíðina verða nógvir túrir vánaligir, summir seta og summir ikki. Tað eru eis- ini dagar at bátarnir fara og koma uttan at hava sett. Næst- seinasta mikudag, tá tann hervi- hga ódnin kom, vóru allir bátar- nir úti. Hesin var ein av teimum ringu døgunum. Við neyð og •deyð var knógvað til lands aftur; veiðan var frá 2000—4500 pund. Seinasta fríggjadag vendu allir bátarnir aftur uttan ein, sum setti 30 stykkir og fekk knappt 1000 pund. Baldnr Úr býráðnujn 27. febr. Kommnnan skal hava biograf Um biografloyvi høvdu 4 søkt aftaná at Kalla Jacobsen tók sína umsókn aftur; teir vóru Sjónleikarhúsið, Niels Juul Niel- sen, Anna Lambaa og N. I. O. G. T. Tórgarð og Niels Nielsen setti uppskot, um at Sjónleikar- húsið fekk loyvi, og býráðsfor- maðurin skeyt upp at kom- munan sjálv fekk lað. Við at- kvøðu fekk formannsins upp- skot 3, Tórgarðs og Nielsens uppskot 2, og 4 seðlar vóru blankir; sostatt fekk kommunan loyvi. Til býráðsskrivara vóru 8 umsóknir. Kassanevndin hevði ikki innstillað nalcran, men helt best vera, at býráðið sjálvt vaidi mannin. Við atkvøðugreiðslu 2. ferð fekk Gunnar Mikkelsen 5 atkvøður. Bræv frá Skipasmiðjuni kravdi útskrift av gerðabókunnm hjá havnarnevndini og býráðnum frá teirri tíðini, tá ið havnar- gerðin á Gulakletli varð sam- Búrtjóvar i Havn Mánamorgunin tíðliga vóru menn, ið fóru til arbeiðis, varir við al 3 sekkir stóðu við Krtetna- slovu, fullir av skerpikjøti; ein fjórði stóð nióri á Salingahellu. Brált frætlist, at 2 hjallar úti á Reyni, bjá E. Múller og G. PERSÓNKOYRING TLF. 145 Knút Erik Joensen Mohr, vóru brotnir upp, og alt kjøtið, sum ymsir grannar átti, var stjolið. Tjóvarnir høvdu brotið upp eitt nýtt, sterkt lás á øðrum hjallinum; hin hevði eilt vanligt lás. Síðan hava teir limað øll krovini sundur og fylt alt upp í sekkir. Helst munnu teir so vera órógvaðir og hava lí slept øll- um. Teir hava lítið fingið burtur úr stuldurinum, tí tá eftirkannað varð í posunum, saknaðist so at siga einki kjøt. Grenlandsprógv (longdina) hava besir tikið á Skiparaskúl- anum: Niels J. Jensen úr Klakksvík 41 Hans Guðlaugur Thorsteinsson úrKlakksvík 38 Zacharias Niclasen úr Havn 36 Ernst Simonsen úrSørvági 30 Joen P. Olsen úr Vestmanna 22 Hægst er 42; lægst er 18. ERASMUS MONTANUS (SJÓNLEIKUR í FIMM PØRTUM EFTIR HOLBERG) verður framførdur komandi fríggjakvøld kl. 81/a *>g sunnukvøld kl. 6. Atgongumerki á 3 kr. eru at fáa I H. N. Jacobsens Bókahandli mikudagin kl. 2 og kunna bfleggjasf, so langt sum røkkur við máltr. 436, kl. 2—4 sama dag. SJÓNLEIKARFELAGIÐ Arsaðalfnndnr B.36 verður sunnudagin 11. mars í Avhaldshúsinum kl. 3 stund- isliga. Dagsskrá eftir lógini. Nevndin

x

Tímin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tímin
https://timarit.is/publication/642

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.