Tímarit.is
Search | Titles | Articles | About | FAQ |
login | Íslenska | Føroyskt | Kalaallisut | Dansk | English |

Fřringatíđindi

PDF  | HQ_PDF  | JPG  | TXT  |
Open in new window:
PDF  | HQ_PDF  | JPG  | TXT  |


Vertical fit


Your browser does not support PDF files
Click here to view the page as JPG
Fřringatíđindi

						FØRINGATÍÐINDI
Nr. 6.
16. MARS   1899.
io. Ár.
Grindaveiða.
Grindadráp og grindaveiða hevur verið
sannur lystur ívjá Føringum og góður stuðul
í føroyskum húshaldi. Grind hevur verið
veid í Førjum í mong hundrað ár. Sýslu-
maður Miiller sigur í sínu »Grindabók«, at
frá 1584 hevur hann funnið fyrsta grinda-
roknskap, men óivað hevur grind verið
veid fyrr enn sum so í Førjum. Oftani
hevur grindareglementið verið broytt. so-
leiðis sum tíðin hevur noytt menn til tað
fyri at grindaveiðan kann hava verið til
almanna gagn. Tað grindareglementið,
sum vit nú hava, er frá 1872, og tað er av
teimum fiestu hildið at vera gott fyri ta
tíð, sum tað var givið, grindaskifti við-
víkjandi. I teimum seinastu árinum eru
viðurskiftini yvir høvur so nógv umbroytt
í Førjum í nógvar mátar, at tað er merki-
ligt, um slíkt ikki skuldi havt skinkla
grundina, sum grindareglementið er sett á.
Menn meina eisini, at her má broyting
gerast. Eitt tað mesta, sum fólk nú í
tíðini finnast at viðvíkjandi grindareglunum,
er tann landspartur, sum skal leggjast av til
jarðagóðsið. Tað eru tveir partar av Førja-
fólki, sum finnast at hesum. Ein partur
meinar, at grindamenninir áttu at fingið
landspartin og jarðagóðsið eigur einki at
fáa. Annar parturin meinar, at landspartur
eigur at ganga frá sum nú, men bítast
uppá ein annan máta. Helst træðarmenn,
sum eiga part við strondína, har sum grind
verður dripin, ella sum leiga tað frá sta-
tinum, halda, at Hagaeigarnir ikki eiga at
fáa landpart fyri tí um teir eiga haga
omanfyri ella urh vegir har, sum grind
doyr. Teir fata jarðahvalin sum eina sam-
sýning fyri tann skaða, íð verður jørðini
voldur av grindaveiðuni. Soleiðis fata má
ein eisini geva teimum rætt. Royndir hava
víst, at træðarstykkir ella epla- og korn-
veltur hjá træðarmonnum hava verið óføra
nógv spiltar av grindaveiðuni, meðan teir
ikki hava smurt knívin av jarðahvalinum,
sum eigarnir av jarðagóðsinum sjálvsagt
hava býtt sína millum, um so teirra innan-
garðsjørð ikki hevur fingið allar minsta
skaða. Tað má vera harmuligt fyri ein
træðarmann, sum hevur eina vakra epla-
veltu ella kornveltu á síni trøð við sjóvar-
málan, eftir eitt samdøgur at finna hana
oyðilagda   fyri   uttan at fáa ein eitil aftur-
fyri og i somu stund vita, at menn liggja
og býta jarðahval og fáa stórar partar fyri
einki; ikki at tala um, at menn fáa fleiri
krónur fyri eitt brotið hvalvokn ella enn
fleiri krónur fyri ein løstaðan bát. Um
okkara grindareglement eina ferð verður
broytt, er tað væntandi, at hetta verður
umbøtt. — Hin parturin av Grindamonn-
unum, helst teir, sum onga vón hava um
at vinna jarðahval nakrastaðnis. meina, at
jarðahvalurin eigur at falla burtur; teir
meina, at rakstramenninir fáa nógv ov
lítið av fonginum, tí at ov nógv gongur av;
sum nú er skipað er tað ikki hildið at
loysa seg at rógva í grind fyri fongin skuld.
Her kann tað sigast, at tað lítlan mun vildi
gjørt. um jarðahvalurin fall burtur, ti í flest
øllum hvalvágum er nógv kongsgóðs, og í
slíkum plássum fáa grindamenninir tað
mesta av javðahvalinum, tað sokallaða
kongskeyp, fyri lítið og lætt. Einans í
Havn fær kommunan reynan fjórðing av
grindaveiðini, tá íð tíggjund og annað tílíkt
fyrst er avgingið.
Um okkara løgting skuldi farið og
granskað grindareglementið og roynt at
broytt tað, so hevði tað neyvan dámt øllum
væl, tí tann parturin, sum nýtur gott av
jarðahvali og øðrum, íð av gongur, vildi
ikki verið fegin uppi yvir slíkum. Tað er
mangur ein, sum heldur tað verða løgi, at
grindatíggjund ikki skal kunna »drekkast
av« so vælsum fiskatíggjund, og so leingi
sum so nógv verður drukkið, sum nú, haldi
eg tað við. Fiskatíggjund er, sum kunnugt,
longu burturløgd, og betri var, um teir góðu
tingmenn tá høvdu tikið grindatíggjund við.
At fattigkassin og skúlaskapurin fær part
av grindini, kann vera sum tað er. Eitt
meini eg tó, og tað er, at so leingi sum
Føringar sjálvir ikki hava minsta ræði yvir
skúlaskapinum í Førjum, er tað ódámligt
at lata nakað hartil hjá Føringum, børn
ikki undantikin.
Nú er tó eftir mínum tykki so góð
líkindir til at alt ferð at ganga betri í
Førjum, at eg havi mist mín mesta illvilja
móti standinum. Hægsta skúlastýri er nú
samansett av Føringum, og Føringar yvir
høvur begynna at koma seg. So skjótt
sum okkara fólk er meiri upplýst, vil tað
við gleði lata fyri, at tað, sum treingir til
bót, kann fáa bót
Útlendingar, íð veiða stórhvalar við
Førjar,   sleppa  nógv bíligari enn Føringar
					
Hide thumbnails
Page 1
Page 1
Page 2
Page 2
Page 3
Page 3
Page 4
Page 4