Oyggjarnar - 18.05.1905, Page 3

Oyggjarnar - 18.05.1905, Page 3
hon alt við sínum forslag, við hví og hvussu. Frúgvin Paludan-Muller kom við ændringsforslag; har bleiv stemmað á ændringsforslag, á lógreglur, fleiri sakir blivu av- rikaðar, »resolut< og greidliga. Aftaná hendan interessanta fundin bleiv hildið eitt lítið verðskap. Okkum tykti, atbetri stað at shalda til i« kunnu for- eldur ikki ynskja teirra døtrum, sum eru forrætningskvinnur. (Dannebrog.) Hvussu Katrin og Hanus blivu til eitt kjøt, Hon var ikki vøkur og ikki ljót — hvat var hon tá? Jú, mitt ímillum báðar partar, tað, vit á føroyskum máli kalla sámuligt fólk, heldur neyðarslig av veksti og hjølbeint, men hon var bóndadóttur, og ein slík nýtist ikki at vera so óføra vøkur fyri at fáa mann. Mann- fólk eru nú so skikkað, at tað ikki fer eftir bara vakurleika, men eisini ríkdømi, og rik var hon. Allir dreingir vildu fegin hava Katrin til konu, og helst teir riku bóndasynirnir — eitt vesælavætti, sum einki eigir, skal ikki hugsa um konufólk, og allarminst um bóndadøtrinar. . . . Hanus var bóndasonur og av teimum ríkastu; longu tá han gekk í kjóla, høvdu hansara foreldur ætlað, at hann og Katrin skuldu koma saman, blíva eitt kjøt, sum skriftin sigir. — Tey roynđu tí tað, tey kundu, og forelđur hennara vóru fegin yvir hettar. So vuksu tey til, men hvørki bleiv vakurt. Tey blivu konfir- meraðu saman, og tað árið, tey gingu til, plagdi hann at bera bøkurnar hjá henni; tað dámdi henni væl, og honum ikki minni. Tá tey vóru um tjúgu ár, hildu Hanusar foreldur, at Hanus skuldi bera bønarorð upp fyri Katrin, og hann, sum aldrin hevði hugsað um annað enn faðir og móðir, var samsintir við teimum í hesum. Eitt dansukvøldið um heystið traðkaði hann hana á fótin, og hon fataði tað, hann meinti, fór út úr dansustovuni, og eina løtu aftaná fór hann. Teyhildu so leiðina oman móti neystunum, hvar tey hugsaðu, at eingin vildi gera teimum ófrið. Tað var eitt vakurt kvøld; einki lot andaði, firðurin var spegilsslættur døkkur inni við land av fjallaskugganum, men longur úti gráur eins og loftið, hvar eingin stjørna skein. Hanus var komin í knípu; tí øll tey orð, hann hevði lært seg uttanat har heima, vóru nú gloymd, og hann visti ikki, hvat hann skuldi siga, ikki heldur teskaði nakar honum í oyra. Fríkst mót, Antenes, enn hevur tú einki ilt gjørt. Fegin vildi Katrin hjálpa honum á glið, men hon komdi sær ikki. Har stóðu nú tey og gløddi pá hvørt annað; hvat skuldu tey gera? Hanus dugdivísuna um Hjálmar og Huldu; har var almikið av eymum kærleiks- orðum; men nú, tá hann skuldi nýta tey, kundi han ikki meira enn eitt ørindi; tó, tað var eisini nokk. »Tað aldrin skal spyrjast, ið hvar eg skal fara o. s. v.; neyvan hevði hann sagt hettar ørindi, fyrr enn hann kendi seg fevndan av tveimum mjúkum kvinnuørmum. Hon kysti hann so heitan koss, at »varrin vætti vín«; tá glerið nú var tinað, gekk hitt av sær sjálvum. Tá tey vóru giftingafør, lýsti presturin yvir teymum og segði, at tey skuldu blíva eitt kjøt, sutn skrivað stendur i bók. Soleiðis blivu Hanus og Katrin eitt kjøt. Sámal. Fólk, sum hava gingið leiðina norðir í Havnadalsbotni, taka øll til tað frískú, reinu og lætti luft, sum har heldur til — allar ársins tíðir. Talað hevur verið um at seta upp bróstsjúkuhús har norði . . . betri pláss kann væl ikki fáast? Her i Føroyum vísir nú trongđin til bróstsjúkuhús seg at veksa sum tíðin líður; so tað er at hopa, at løgtingið fær sítt arbeiði — hettar evni við- víkjanđi — frá 'hondum í ár, so at bygningurin. í síðsta lagi, kann setast í gerð næstasummar. Vit vita ikki betur enn, at hvør kommuna, sum byggjur sær sjúkuhús til teringspatientar eftir nýggjari lóg. fær helvtina av tilfarinum frá Statskassanum, og nakað vist uppá dagin til hvønn »patient«, sum søkjur um peningastyrk. Føroyskar royndir, Kálk, sum riður úr gomlum húsagrundum og múrveggjum, er sera gott evni at blanda í moldina, tá ið urtapottavøkstir skulu umplantast ella setast niður av nýggjum. Rósur nýt- ast tað mest. Pelargonia trívist bestíjørð, sum er sandblandað. Bíligur og góður fiskabollar til húsbrúk. Hakka fiskin væl og leingi við tálg og salt, rør hann so við nýmjølk í 20—25 minuttir, koyr mjølkina í-so við og við, til »farcen« er fult so tjúk sum jólakøkudeiggj. Set bollarnar út á kókanđi løg, við silvurskeið ella tinskeið. Skeiðin má drypp- ast í løgin millum hvørja ferð, at bollarnir kunnu blíva snøggur og rundur. »Sauce« til bollarnar: Set smør, væl av hakkaðum leyki, salt, stoytt muskat og eitt sindur av mjøli út á; tynn tað upp við

x

Oyggjarnar

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Oyggjarnar
https://timarit.is/publication/16

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.