Fjarðbúgvin - 05.07.1974, Blaðsíða 1

Fjarðbúgvin - 05.07.1974, Blaðsíða 1
MENNING Glyvraskúll nýlt veggnrýOl •• * Hesi seinni árini hevur stórt virksemi verið her í oynni og nógv fólk er flutt til tser størru bygdirnar. Nógv bygging er farin og fer fram; men tíverri nógvastaðni uttan fyrilit. Kommunurnar yvirhøvur ha- va ikki havt nakrar fastar býar- plánir, og ti er og verður so nógv tilvildarlig bygging framd. Higartil hevur tað í teim flestu bygdunum verið soleiðis, at um ein ætlaði sær at byggja sethús ella hús til annað endamál, so varð farið til eigarmannin at biðja um grundøki, og varð tað játtað, so fekst eisini altíð byggiloyvi frá kommununi. Staðbundnar kenslur hava í mongum førum verið avgerandi fyri bygging av havnarløgum og ídnaðarvirkjum. Ein byrjan, til at fáa skilabetri nýtslu av byggilendi og tamar- hald á menningini, varð gjørd, tá ið býarplánur varð gjørdur fyri Runavík og ein part av Salt- angará, fyri einum 12—15 árum síðani; men tíverri kom steðgur í. í seinastu løgtingssetu varð viðtikin lóg, sum ger, at møgu- leiki er hjá kommununum at lána pening til størri jarðarkeyp. Tað ber ikki til í longdini ikki at hava nágreiniligar plánir, sum vísa, hvar bygging til ymisk endamál, skal fara fram. Tað má og skal vera heilt greitt, at hesi økir eru avsett til sethúsabygg- ing — hesi til ídnaðarvirkir — hesi til havnarløg — hesi skulu als ikki byggjast á og so fram- vegis. Soleiðis, sum støðan er í dag, hava tær flestu av kommunu- num her í oynni ikki tamarhald á menningini, og tær eru heldur ikki førar fyri at steðga óskil- inum. Tað krevur serkøna hjálp, og hon er dýr. Tað hevði tí kanska verið ein loysn, um fleiri komm- unur tóku seg saman og fingu sett á stovn tekniskar deildir við býarverkfrøðingum á odda. Til dømis kundi allur Skálafjørðurin verið saman, Fuglafjørður, Leir- vík og Gøtumar saman o.s.fr. Uppgavumar eru nógvar; hav- na- og vegagerð, kloakgerð, skúlabygging, býarplánuro.s.fr. Tað er fryktandi fyri, at um ikki okkurt verður gjørt nú, so endar alt í einum ruðuleika og serliga í teimum kommunum har vøksturin og tilflytanin er størst. Vit hava ræðandi dømir um hvat plánloysi førir til aðra- staðni her á landi. Um kommunurnar finna fram til eina skilagóða loysn, so er møguleiki til steðar fyri, at vit sjálvi koma at stýra menningini her í oynni. Tað gera vit ikki í đae. Nýggja veggprýði í skúlanum á Glyvrum Grete, Marianne og Lisbet Ms. england I Føroya-slgllns Byrlar lerðlrnar 9. jull. lá lá »Kronprlns Frederlk« verður lagdur Hósdagin 11. juli kemur ms. »England« fyrstu ferð á Havnina í regluligari sigling Esbjerg-Tórshavn-Tvøroyri. Hetta skip skal loysa av »Kron- prins Frederik«, ið er elsta skip hjá DFDS, og sum nú verður tikin úr siglingini og møguliga selt. »England«, ið higartil hevur røkt mtuna Esbjerg-Harwich«, er bygt í 1963 á Helsingør Skibs- værft og hevur aftaná umbyggj- an seinni nú 568 koyggjupláss (Kronprins Frederik:311) og pláss fyri um 100 bilum, ið koyra beinleiðis umborð gjøgnum lúku í síðuni aftan. Skipið er 140 metrar langt, 19,30 metrar breitt, brutto- støddin er umleið 10.000 tons Skipið varð skrásett í 1964 til hægsta klassa hjá Bureau Verit- as og er ísstyrkt. Høvuðsmotoramir eru tveir B&W diesel, ið tilsamans hava 15.500 hestar, ið kunnu geva eina hægstu ferð av 23 mílum. Skipið hevur umframt vanliga skrúvu eisini skrúvu í framskip- inum, og síðustabilisatorar (fins). Lastarúmini eru 38.000 kubikkføtur tilsamans og kunnu tey verða niðurfryst til ávikavist + 20 og -5- 10 stig. Á brúnni eru 2 radar, Decca navigator, ekkolodd, gyro, V.H.F. radio- tól, o.a. Bert ein klassi er á skipinum, so at ferðafólk uttan mun til, hvar tað býr, kann ferðast um alt skipið, ið hevur stór og ljós- uppihaldsrúm, 2 kioskir, barr og skrivstovu. Manningin tilsamans er 80 mans — Nøkur tøl lýsa, hvat ið farið er til av tilfari við byggjanini av »England«: skipið vegar 5.600 tons, harav skrokkurin 4.500 tons (stálplátumar 2.600 tons), og báðir dieselmotoramir vega 1.100 tons. Fyri trimum árum síðani var sangbólkurin Tritonus úr Køb- enhavn á Glyvrum — gestir hjá Glyvra kirkjukóri. Árið eftir var Glyvra kirkjukór á flatlondum og sang. Á hesum ferðum vórðu fleiri vinarbond knýtt, soleiðis, kom onkur at kenna eina av ungu listarkvinnunum, sum jóansøkuaftan prýddi veggin á niðaru gongd í Glyvra skúla við føgmm veggmálningi, sum við litum og evnum, talar til øll millum 2 ár og 90 ár . Tað era tær tríggjar Marianne Túmmler, Lisbet Jensen og Grete Pedersen úr Kbh., sum era meistarar fyri hesum verki. Tær báðar fyrr nevndu, hava gingið i 4 ár á - Skolen for brags- kunstnere — og hava eitt ár eftir til lokna útbúgving. Tær hava fyrr skrýtt veggir á skúlum og virkjum á móðirlandinum. Grete, sum eisini er við i ferðar- lagnum, ið er barnagarðslærar- innunæmingur, og eigur sin part av ærani. Fjarðbúgvin hitti tær á máli, og frætti, at tær hava verið í Føroyum í o.u. 14 dagar í besta summarveðri, so tær hava í hyggju at koma aftur næsta summar, um onkur skúli ynskir vegg prýddan. Vit: Hevur nakar biðji tykkum gjørt hetta arbeiði. Tær: Nei, vit tóku sjálvar initiativið, og var áhugin fyri til- takinum ikki serliga stórar hjá mynduleikunum. Hetta var jú nakað nýtt, og eingin visti hvussu tað kom at taka seg út, — uttan vit. — Fáa tit nakra samsýning? Jú vit hava fingið málingina frá Runavikar Kommunu, men hava ikki biðji um pengar. Vit ynskja tykkum góða ferð víðari, og vóna, at kommunan gevur tykkum eina samsýning, so ferðin ikki verður ov dýr. Læknavaktir Leygardagin 6. juli Sunnudagin 7. juli Sigvald Kristiansen tlf. 47310 Skála Leygardagin 13. juli Sunnudagin 14. juli Poul Olsen tlf. 47010 Saltangará Leygardagin 20. juli Sunnudagin 21. juli Sigvald Kristiansen tlf. 47310 Skála

x

Fjarðbúgvin

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fjarðbúgvin
https://timarit.is/publication/641

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.