Tímarit.is   | Tímarit.is |
Leita | Titlar | Greinar | Fréttir | Um vefinn | Algengar spurningar |
skrá inn | Íslenska | Føroyskt | Kalaallisut | Dansk | English |

Tíğindablağiğ

PDF  | HQ_PDF  | TXT  |
Skoğa í nıjum glugga:
PDF  | HQ_PDF  | TXT  |


Ağlaga hæğ


şú şarft ağ vera meğ Adobe Reader Plugin til ağ skoğa şessa síğu


get Adobe Reader



Tíğindablağiğ

						pvtíi '€iusa .-.';¦

, r» [røí'f


Útgevarar og blaðstjórn:

Firinbogi Isaksen (ábyrgd)

Árni Ábsalonseh

Adr: Klokkaragøta 19, Tórshavn. Tlf. 1 48 49.

Leysasøluprisur 2,00 kr. eintakið.   Prent:

Tiðindablaðið og Dimmalætting.

Blaðið er óheft av øllum politiskum flokkum.

Endamálið

í mong ár hevur at kalla øll blaðútgáva í

Føroyum verið politisk. Bløðini eru givin

út sum málgagn fyri ávisar flokkar, og

tað hevur verið fremsta endamál teirra at

føra sjónarmiðini hjá sínum flokki fram.

Tað hevur ikki verið gjørt nógv við

vanligt journalistiskt arbeiði, t.v.s. at

bera lesarunum tíðindi, at koma við

undirhaldandi tilfari og frásagnum av

ymiskumslag.

Tíðindablaðið hevur júst tað øvugta

endamálið. Vit hava sett okkum sum mál

at vera púra óheftir av teimum politisku

flokkunum í okkara skriving, og at geva

ymiskum sjónarmiðjum innivist, uttan

mun til, um tey liggja einum ella øðrum

flokki nær.

I øðrum lagi víkur Tiðindablaðið - sum

navnið eisini sigur - frá øðrum føroyskum

dagbløðum á tann hátt, at vit fara at

leggja mesta dentin á tíðindaflutning,

sum vit eftir førimuni ætla at bera

objektivan.

Oddagreinir blaðsins koma at umboða

sjónarmiðini hjá tí blaðstjóranum, sum

skrivar hana, og tað vanliga verður tí, at

hann setir sitt frámerki undir. Hetta

verður tó ikki gjørt i teimum førum, tá

blaðstjórarnir hava talað saman um og

eru fult út samdir um eina viðmerking.

Vón okkara er, at henda roynd fær

dygga undirtøku millum fólk, at tey bera

okkum tíðindi og nýta høvi til i stuttum

at føra sini sjónarmið fram her uttan

harvið at verða sett í ein ávisan

politiskan bás.

^*r

Ungdómurin uppi í Hoy-

dølum hevur kravt tann

sjálvsagda rættin at slep-

pa at tosa sitt móðurmál

við próvtøkuborðið. Kann

nakað vera rímuligari. Tú

kundi næstan forsvorið, at

tað var neyðugt at koma

við einum slíkum kravi í

1974 í einum av teimum

hálovaðu norðurlendsku

demokratíunum, men het-

ta er so eitt dømi um, at

eingin lógargrein kann

loysa móðurmálsspurning-

in. Tað kann bert viljin í

einum fólki. Er hann ikki

til steðar, gerst einki.

Hava vit henda viljan?

Undirritaði hevur stund-

um spurt, hví ungdómurin

ger so lítið vart við seg, tá

ið tað snýr seg um

samfelagsligar ella tjóð

skaparligar spurningar

Hann hevur víst á, at tað

hevði sømt seg betur fyri

ungdómin at ligið

sjálvum bógbrotinum hel

dur enn at komið syvjand:

aftaná í kjalarvørrinum

Skal hetta, sum hendir í

Hoydølum, takast, sum at

vend er komin í? Um so er,

er hendingin bæði gleðilig

og søgulig, tí mær vitandi

hevur skúlaungdómur ok-

kara ongantíð gjørt seg so

manniliga galdandi í

málspurninginum.

Men so var tað hatta

lítla eiturkornið, og gerið

so væl ikki at uppfata

hetta sum óhóskandi

ljósasløkking, tí eg haldi,

at tað er vert at koma fram

við ti nettupp í hesum

døgunum. Seinastu tíggju

árini ella harumleið hevur

tað mestsum verið móti, at

skúlaungdómurin í Hoy-

dølum ikki vandaði sær

um málið, uttan skrivaði

eitt sera ótrivaligt mál, ið

var næstan líka so nógv

danskt sum føroyskt.  Er

DAGSINSMAL

Rithøvundurin Jens Pauli

Heinesen skrivar um

skúlaungdóm, Dimmalæt-

ting og Solsjenitsyn.

vend við at koma í her

eisini?

Og, álvaratos, tað lítla,

undirritaði kennir til ta

munnligu málnýtsluna

millum tey ungu í

Hoydølum er tað, at mál

teirra er so nógv ávirkað

av donskum bæði í

orðavali og framburði, at

einhvør danskari við eitt

sindur av lærdómi skilir

hetta málið, bert hann ger

sær ómak. Nú, hevði

ungdómurin lagt sær eftir

at tosa eitt betri og

treystari mál enn hann

ger, høvdu vit eisini verið

komin tað longur í

málspurninginum. Hava

vit tikið tey fyrstu fetini

eisini í hesum, er nógv

vunnið.

Hatta var so tað. Men

hvat man tað vera, sum

Sverri Egholm, ella hvør

tað er, hevur tutlað inn í

oyrað á -n (Georg)? í

skriving hansara um

føroyskan høvundaskap.

Man   tað   veruliga   hava

FM-støðin á

Brúnaskarði

FM-støðin á Brúnaskarði

sendir nú aftur við fullari

sfcyrki s^að var «m

ársskiftið, at ófetg kom á

støðina, og meðan biðað

varð eftir eykalutum,

hevur tað ikki verið

gjørligt at latið hana sent

yið fullari styrki.

Tær bygdirnar, sum

hava ligið best fyri sum

t.d. Klaksvík og Lorvík

hava    hoyrt     væl     hesa

ÚTVARP

tíðina, meðan t.d. fólk í

Vestmanna, sum plaga at

lurta eftir støðini á

Brúnaskarði, ikki hava

hoyrt útvarpið so væl.

Støðin á Brúnaskarði

hevur hesa tiðina koyrt við

1,5 watt, men er annars

uppá          2          kilowatt.

Teir halda, at sendarin fór,

av tí at tpran hevur sligið

niður í hann. Eldur hevur

verið í.

Nú hava teir sett

lynavleiðara upp.

Antennan umvæld

Frá mikudegnum til fyrra-

partin leygardagin í síðstu

viku var útvarpið bert at

hoyra á FM av tí, at

millubylgjuantennan varð

umvæld.

Tað vóru tveir ella

tríggir træðrir, sum vóru

niðurdotnir. Tann fyrsti

fór fyrst í desember, og

varð tá fyribils umvældur,

men nú v'ar antennan so

mikið illa farin, at ein

rættulig umvæling mátti

gerast. Tað hevur verið

nógv óljóð á i seinastuni av

hesum sama.

Annars verður sagt, at

antennan er nógv útsett

fyri at máast, tí hon er so

stór og arbeiðir nógv, tá

tað er vindur.

Marius við

Børinum

1 siðstu viku sendi

útvarpið fyrsta part av eini

nýggjari framhaldssøgu,

tað er Marius Johannesen,

sum er farin at lesa Bør

Børson. Men hvørki Mari-

us ella Børurin eru

fremmandir fyri Føroya

fólki - ella rættari sagt fyri

tí parti av Føroya fólki,

sum minnist tólv ár aftur í

tíðina.

Tað var í 1962, at

lurtararnir kundu gleða

seg til hvørt hóskvøld, tá

Marius las hesa skemtiligu

skaldsøguna hjá Johan

Falkberget um tann løgna

og tápuliga heimføðingin

Bør, sum vann sær stórt

verið hatta, sum drýpur úr

penninum hjá -n. Sum

maðurin segði: Brásinni

dugir til einki uttan at

fanga loppur. Og sama

kann sigast um -n, sum

franski filmleikstjórin seg-

ði um kinverjar: 700

milliónir kinverjar við

ongum humoristiskum sa-

nsi eru fleiri ferðir

hættisligari enn 700 milli-

ónir krígsgalnir kinverjar.

Undirritaði hevur fyrr

sagt frá, at brøv og greinar

við huldunavni undir eru

skrivað av ongum øðrum

enn fjandanum sjálvum,

og hvat tað vituggið kann

finna upp á at skriva, er

ótrúligt og vónleyst at

reka aftur, undirritaði skal

heldur ikki royna.

Og Solsjenitsyn kann

brúkast til mangt, men

eitt kann eg forvissa -n

um, og tað er, at

Solsjenitsyn hevði hann

verið føroyingur, hevði

verið fullsamdur við Jør-

gen-Frants og William, tá

ið teir siga, at Dimma og

alt hennara er «kulturelt

ganske impotent» og

«næsten fuldstændig uden

moral».

J.P.Heinesen

Havið og vit

endurprentað

Fyrsti partur av bókini hjá

J. Símun Hansen «Havið

og vit« hevur ikki verið at

fingið í mong ár, men nú er

henda bókin útafturkomin.

I hesi bókini greiðir

rithøvundurin frá Norðoya

handils- og skipasøgu.

Tíðarskeiðið, sum bókin

viðger, er frá tí tíðini, tá

einahandilin varð avtikin

og upp til 1960.

Her verður skrivað um

Klaksvíks-handilin og út-

handlar hansara og um tær

fyrstu royndirnar at fiska

við deksførum. í bókini er

eisini hópur av myndum,

og skipamyndirnar eru

valdar soleiðis, at tær

eisini skulu vísa ta

broyting, sum fram er

farin í sjálvum skipasnið-

num, orsakað av teimum

skiftandi    krøvum,    sum

skiftandi tiðir seta.

Aftast í bókini er yvirlit

yvir skiparar, sum hava

ført skip í Norðoyggjum,

og somuleiðis er yvirlit

yvir veiðuúrslit hjá fiski-

skipum frá 1864 til 1958.

Umframt at viðgera

sjálva skipasøguna greiðir

bókin eisini frá korunum

umborð á skipunum, frá

fiskileiðum og øðrum.

Bókin varð fyrstu ferð

prentað i 1960. Hon kom

tá einans í 1.200 eintøkum

og varð útseld eftir

tveimum - trimum mánað-

um.

Henda nýggja útgávan

er fotoprent av tí gomlu.

Hesa ferð er hon prentað í

2.000 eintøkum og fæst

bæði heft og innbundin.

ríkidømi,   tí   lukkan   var

betri enn forstandið.

Bør Børson er ein nógv

lisin bók og er eisini

filmatiserað, men hon er

kortini ikki eyðkend fyri

Johan Falkberget, sum

vanliga er meira álvar-

samur í tí, hann skrivar.

Jóhan Falkberget er fød-

dur í Røros nærhendis

Tróndheimi í 1879. Hann

vísti tíðliga stóran áhuga

fyri bókmentum. Um

aldarmótið gav hann út

eina røð av fólkasagnum,

og í 1907 flutti hann til

Oslo og búði har sum

rithøvundur, til hann flutti

heimaftur til Røros í 1922.

Marius Johannesen

					
Fela smámyndir
Blağsíğa 1
Blağsíğa 1
Blağsíğa 2
Blağsíğa 2
Blağsíğa 3
Blağsíğa 3
Blağsíğa 4
Blağsíğa 4
Blağsíğa 5
Blağsíğa 5
Blağsíğa 6
Blağsíğa 6
Blağsíğa 7
Blağsíğa 7
Blağsíğa 8
Blağsíğa 8
Blağsíğa 9
Blağsíğa 9
Blağsíğa 10
Blağsíğa 10
Blağsíğa 11
Blağsíğa 11
Blağsíğa 12
Blağsíğa 12
Blağsíğa 13
Blağsíğa 13
Blağsíğa 14
Blağsíğa 14
Blağsíğa 15
Blağsíğa 15
Blağsíğa 16
Blağsíğa 16