Tímarit.is   | Tímarit.is |
Leita | Titlar | Greinar | Fréttir | Um vefinn | Algengar spurningar |
skrá inn | Íslenska | Føroyskt | Kalaallisut | Dansk | English |

Tíğindablağiğ

PDF  | HQ_PDF  | TXT  |
Skoğa í nıjum glugga:
PDF  | HQ_PDF  | TXT  |


Ağlaga hæğ


şú şarft ağ vera meğ Adobe Reader Plugin til ağ skoğa şessa síğu


get Adobe Reader



Tíğindablağiğ

						Síða3

TlÐINDABLAÐIÐ mikudagin 13. mars 1974

Fastir skrivarar og fastir

teigar í komandi bløðum

Tíðindablaðið hevur fingið sær fastar með-

arbeiðarar, bæði her heima og burturi.

Nakrir av meðarbeiðarunum og teirra

føstu teigar verða umtalaðir niðanfyri.

Av øðrum er at nevna, at til teigin

Dagsins mál á aðru síðu hava vit avtalu

við nakrar menn, sum fara at gera við-

merkingar til mál, sum eru frammi í dag.

Millum teirra, sum fara at skriva, kunnu

nevnast Árni Olafsson, Heðin Samuelsen,

Zakaris Wang, Birigir Danielsen, Eyðun

Johannesen, Halgir Winther Poulsen og

Hans Jákup Debes.

KNASSI

Á aftastu síðu í blaðnum

hava vit tekniseriuna

Knassi, sum verður teknað

av Moco.

Moco er dulnevni fyri

tveir danskar teknarar,

Jørgen Mogensen og

Cosper Cornelius. Teir

hava tikið tveir teir fyrstu

bókstavirnar í eftirnøvnu-

num hjá sær og harvið

fingið sær dulnevnið

Moco.

Henda tekniseria verður

brúkt av umleið hálvt-

annaðhundrað bløðum um

allan heim, bæði í Europa,

Asia, USA, Kanada,

Suðuramerika og Austra-

lia - og millum tey bløð,

sum kunnu bjóða lesaru-

num hesa tekniseriu, er

eisini Tíðindablaðið.

Jørgen Mogensen

Cosper Cornelius

Smáttan

hjá Tom

Harriet Beecher Stowe,

sum hevur skrivað bókina

«Smáttan hjá Tom»,

vaknaði ein morgunin og

var - til síina stóru undran

- vorðin viðagitin fyri hesa

bók.

Hon hevði stóra sam-

kenslu fyri teimum neyð-

ars nekaratrælunum, og

ein dagin avgjørdi hon at

lýsa teirra syrgiligu lagnu í

eini bók. Skrivipappír

hevði hon onki, og hon

savnaði teir pappírslepar

saman, sum vóru at finna í

húsinum. Á hesar lepar

skrivaði hon ta bókina,

sum skuldi gera navn

hennara kent um allan

heimin.

Ein útgevari helt, • at

hann kundi royna at geva

bókina út, men hann tordi

ikki at prenta meira enn

10.000 eintøk, sum vórðu

seld eftir einum mánaða.

Eftir stuttari tíð vóru

300.000 eintøk prentað, og

Harriet Beecher Stowe

gjørdist bæði rik og kend.

Skemtimynd

í hvørjum blað er ætlanin

at  hava  eina   skemtitek-

ning. 1 blaðnum mikudag

verður   ein   tekning   við

uttanríkispolitiskum evni

av danska skemtiteknara-

num Mogens Juhl, og í

friggjadagsblaðnum verð-

ur tað okkara egni teknari,

Vit hava fingið bræv-

kassa, sum ætlanin er, at

hava regluliga í blaðnum,

væntandi annan hvønn

friggjadag.

Tað verður gynækolog-

urin Marner Simonsen,

sum kemur at svara

teimum spurningum, sum

verða sendir inn.

Til tað fyrsta blaðið hava

vit biðið nøkur fólk sett

spurningar, sum koma i

næsta blað.

Oli Petersen, sum fer at

taka sær' av okkara

heimligu viðurskiftum.

Oli Petersen, sum er

okkara besti skemtitekn-

ari, er kendur um alt

landið við tekningum

sínum i norðoyastevnu-

teitinum, Rukkulakka-

num. Hann hevur harum-

framt gjørt hóp av

tekningum til onnur bløð

og tiðarrit.

Danski teknarin, Mog-

ens Juhl, verður roknaður

millum teir bestu donsku

skemtiteknarnar, og hann

er kendur langt út um

heimland sitt. Tekningar-

nar hjá honum eru dagliga

at finna i teimum størstu

bløðunum í fimtan ymsum

londum, og millum tey

bløðini, hann teknaði til, er

New York Times.

Valevnislistin hjá fólka-

flokkinum í Suðurstrey-

mi er liðugur, og annar

av teimum núverandi

tingmonnunum, Sigfred

Skaale, er ikki á. Hann

tekur seg burtur úr

politikki.

Sigfried er føddur í

Havn í 1906, og í tí

almenna livinum hevur

hann serliga gjørt vart

við seg í býráðnum.

Hann var býráðslimur

frá 1957 til seinasta val,

og i mong ár var hann

formaður.

1 1962 varð hann

valdur á ting fyri

fólkaflokkin, hóast hann

bert var nr. 3 á listanum

og ti hevði smáar

møguleikar at verða

valdur eftir ti valskipan,

sum tá var galdandi.

Hann var ikki tinglimur

frá 1966 til 1970, men

varð afturvaldur hetta

árifl.

Andlát

Sunnudagin 3. mars

andaðist John Joensen i

Havn, vanliga róptur

John i Mykinesi. Hann

var 59 ára gamal. Saman

við bróðrinum, Poul,

sum doyfli fyri nøkrum

árum síðani, hevði John

í mong ár handilsvirkið

John og Poul Joensen.

John var giftur við

Áslu, ið var dóttur Poul

Enok Hansen lærara.

Børn teirra eru Árni,

Elsa, Laura, Poul og

Súsanna Margretha.

Mánadagin 4. mars

andaðist Napoleon Jus-

tesen á Viðareiði. Poli

var 61 ára gamal, og

hann var til skips so

seint sum seinasta

summar, men í fjørheyst

gjørdist hann sjúkur, og

í síðstu viku andaðist

hann so á landssjúkra-

húsinum. Poli var ógift-

ur.

Hósdagin 7. mars anda-

ðist Petur Hans Kjær-

bæk á Tvøroyri. Hann

var føddur í 1899 og fylti

75 fyri tveimum mánað-

um siðani. Kona hansara

Súsanna, doyfli í fjør.

Fríggjadagin 8. mars

andaðist Jógvan Olsen,

Jógvan í Árnastovu, í

Kunoy. Jógvan var

kongsbóndi. Hann doyði

niðri á rikishospitalinum

í Keypmannahavn og

var 59 ára gamal.

Jógvan var giftur við

Fridu, sum eisini er úr

Kunoy. Børn teirra eru

Árni Fróði, Sæbjørn,

Elsupa Svanhild og Heri

Olavur.

Leygardagin 9. mars

andaðist Niels Jacob

Andreasen úr Sørvági.

Hann var føddur í 1909

og var 64 ára gamal, nú

hann andaðist niðri í

Keypmannahavn. Kona

hansara, Sigrid, er úr

Gásadali. Tey eiga tvær

døtur, Kristina og Paula

Mánadagin 11. mars

andaðist Morentza Joen-

sen í Havn. Hon var 83

ára gomul.

Ein heilsan

og tøkk

til TANTU  »

Ella i Vátutoft i

Klaksvík 85 ár friggja-

dagin

Ótakksemi er tað, sum

alt ov ofta eyðkennir

mannaættina, og sum

áratalið mennist, verður

ein meir og meir varur

við, hvussu nógv ein

skyldar sínum með-

menniskjum takk fyri

bæði størri og smærri

vinargerðir alt lívið

igjøgnum.

Hon er ein megnar-

kvinna - ikki av teim,

sum rópa upp, bæði

tíðliga og seint, og seta

krøv til bæði hatta og

hitt, - nei, ein av teim

stillu í landinum, ein av

teim, sum við at passa

sítt dagliga yrki væl og

virðiliga hvønn dag,

hevur skapt ein hugna

rundan um seg, sum øll,

ið koma á hennara leiðir,

rhugu ásanna og gleða

seg yvir.

At passa heim sítt og

styðja mann sín í

lívsstarvi hansara, tað

var hennara gleði.

Ikki tí at lív hennara

bert var viðrák, nei

merkt av sjúku hevði

hon ofta umstøður til at

falla í fátt, men soleiðis

hitti tú hana aldri. Altíð

tilreiðar við einum upp-

muntrandi orði til tey

yngru so væl sum tey

eldru, aldri eitt ilt orð

um nakran kundi hoyr-

ast á vørrum hennará.

Eg sat nú ein dagin og

hugsaði  um   barnaárini

og tær minnisríku løtur

har norðuri. Ta tíðina,

sum Hans Andreas so

vakurt yrkir um: «Nei

hoyr, nei hoyr motorar-

nar, ið strúka út úr

vág».

Hesar stillu morgnar-

nar, tá bert fuglaljóðið

kundi hoyrast, og tú var

farin oman í køkin og

royndi at fáa ein flógva í

komfýrin. Tær løturnar,

tá ið róp kom i úti á

Kósini, skip sást í

Kallsoyarfirði, og hvus-

su rópini fluttu seg heim

í bygdina, sohvørt skipið

sást koma undan í teim

ymsu býlingum. Vit í

Víkunum vóru millum

tey seinastu at síggja,

hvat skip tað var. Gleðin

yvir at hittast aftur. Tá

vóru litlir møguleikar at

frætta frá skipi í

veiðutíð, og gleðin vár

tess størri, tá ið ein

hevði síni kæru aftur

heima.

Soleiðis bert mær í

huga, at tín heimkoma

fer at verða, loddskotini

siga, at tað grynnist,

men eitt skal tú vita,

góða Tanta, at eg og

mong víð mær, vio

stórum takksemi min-

nast teg á hesum tínum

føðingardegi. Minnast

til tá ið tú og

«Baddi»fjálgaðu um ok-

kum sum smá, minnast

til heimið «í Vátutoft»,

har tú og Malvinus

skaptu eitt fyrimyndar-

Ugt heim, har gudsótti

og gestablídni hevði

hásæti, hetta heim, sum

stóð opið fyri faðir

mínum longu tá ið harin

byrjaði Uvsstarv sitt,

hetta heim, móður mín

kom frá, og í hesum

heimi sá eg sjálvur

dagsins Ijós.

Tá eg hugsi um alt tað

stríð, tú má hava haft

av okkum, tá ið vit vóru

smá, má eg bert drýpa

høvur og enn einaferð

ásanna, hvussu ótakk-

samt menniskjað er.

William

					
Fela smámyndir
Blağsíğa 1
Blağsíğa 1
Blağsíğa 2
Blağsíğa 2
Blağsíğa 3
Blağsíğa 3
Blağsíğa 4
Blağsíğa 4
Blağsíğa 5
Blağsíğa 5
Blağsíğa 6
Blağsíğa 6
Blağsíğa 7
Blağsíğa 7
Blağsíğa 8
Blağsíğa 8
Blağsíğa 9
Blağsíğa 9
Blağsíğa 10
Blağsíğa 10
Blağsíğa 11
Blağsíğa 11
Blağsíğa 12
Blağsíğa 12
Blağsíğa 13
Blağsíğa 13
Blağsíğa 14
Blağsíğa 14
Blağsíğa 15
Blağsíğa 15
Blağsíğa 16
Blağsíğa 16