Tímarit.is   | Tímarit.is |
Leita | Titlar | Greinar | Fréttir | Um vefinn | Algengar spurningar |
skrá inn | Íslenska | Føroyskt | Kalaallisut | Dansk | English |

Tíğindablağiğ

PDF  | HQ_PDF  | TXT  |
Skoğa í nıjum glugga:
PDF  | HQ_PDF  | TXT  |


Ağlaga hæğ


şú şarft ağ vera meğ Adobe Reader Plugin til ağ skoğa şessa síğu


get Adobe Reader



Tíğindablağiğ

						TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 13. mars 1974

Síða 4

Sjónleikur hvørt

kvøld

í Sjónleikarhúsinum í

Havn verður framførsla

hvørt kvøld hesa viku-

na.

Havnar Sjónleikar-

felag framførir krimi-

skemtileikin «Ófriðar-

kroppur» til og við

fríggjakvøldið klokkan

20, og skúlanæmingar

úr Sørvági framføra

leikin «Onkul Toms

smátta» leygark vøldið.

Partapeningur

Lógin um almennan

partapening í flakavir-

kini í Haldórsvík og á

Tvøroyri er komin í

gildi. Eftir hesi lóg skal

landskassin seta

100.000 kr. í virkið í

Haldórsvík og 300.000

kr. í Tvøroyrar Flaka-

virki.

Veðhald

Tvær lógir um almenn

veðhald eru lýstar.

Onnur er um veðhald

fyri sildamjøli og silda-

olju á goymslu, og hin

er um abyrgd fyri láni

til agnkeyp.

bygdarráð

Tingið hevur samtykt

eina lóg um broyting í tí

kommunalu vallógini.

Eftir uppskotinum skal

landsstýrið kunna fyri-

stýla nývali av bygda-

ráðslimum, um so er, at

ein ella fleiri fella frá, og

ongin tiltaksmaður er.

Hetta kemst av, at í

teimum smáu kom-

mununum er ofta bert

ein listi, og tað verður tí

ongin tiltaksmaður til

bygdarráðslimirnar.

Ráðið verður tí ikki

fullmanna, um onkur

limur doyr ella flytur

burtur.

Lánigrunnur

Uppskotið frá lands-

stýrinum um ein kom-

munalan lánigrunn er

samtykt við triðju við-

gerð.

Henda lóg ásetur, at

fimm tey komandi árini

3kal latast ein milj. kr.

úr landskassanum í ein

kommunalan lánigrunn.

Kommunurnar kunnu

fáa bílig lán úr grunni-

num til keyp av jørð til

byggilendi og til at gera

hetta lendi byggibúgvið

fyri.

Hildið verður ikki, at

peningurin røkkur til, og

landsstýrið hevur tí

fingið heimild at taka

upp lán til grunnin.

NYTT

ÍDAG

Basarar

Bóltfelagið Royn í

Hvalba hevur 23. og 24.

mars basar til frama

fyri ta nýggju ítróttar-

høllina.

Á Glyvrum verður

basarur í morgin og

ovurmorgin til frama

fyri missións- og ung-

dómshýs^.

Basa ^jr verður á

Argjum 3. og 4. mei til

frama fyri kirkju-,

missións- og ungdóms-

hús.

Tingfundur

Tingið kemur saman

klokkan 16 í dag. Málini

um yvirtøku av Klaks-

víkar Sjómannsskúla og

útbygging av flogvølli-

num í Vágum fáa bæði

fyrstu viðgerð.

Væntandi verða fleiri

álit løgd fram. Tíng-

menn brúktu dagin i gjár

til nevndarfundir.

Fyens Tidende skrivar,

at Jóhan Nielsen,

sóknarprestur við Fi-

lipskirkjuna, hevur

sagt seg hava áhuga

fyri einum leysum

starvi í Ærøskøbing.

Hann skal hava sagt

hetta eftir eina vitjan i

Ærøskøbing.

Olju-

prísur

Tey oljuframleiðandi

londini í arabiska heim-

inum eru framvegis ó-

samd um, nær olju-

bannið móti USA skal

fara úr gildi, men a

fundinum í Tripoli í

dag, fara teir væntandi

at royna at gera eina

semju um hetta.

Forsetin í Egypt-

alandi, Anwar Sadat,

hevur mælt til, at olju-

bannið fer úr gildi bein-

anvegin. Hann sigur, at

tað stóra arbeiðið, sum

Henry Kissinger hevur

gjørt fyri at skilja her-

menninar frá hvørjum

øðrum á Suez-hermót-

inum, ber prógv um, at

USA er vinarliga sinn-

að móti arabaralondun-

um.

Fíiggjarfrøðingar úr

teimum størstu olju-

framleiðandi londunum

í heiminum koma í dag

saman til fundar í Wien

fyri at tingast um,

hvussu høgir ráolju-

príisirnir fyri apríil árs-

fjórðing skulu vera.

Tveir trolarar í Vestmanna skulu veiða

1600 tons av ráfiski árliga

t

Men Vestfinnur og Norðfinnur

hava havt

byrjunartrupulleikar

Teir báðir nýggju Vest-

mannatrolarnir, Vestfin-

nur og Norðfinnur skulu

veiða tilsamans 1600 tons

av ráfiski árliga fyri at

bera seg. Kostnaðurin var

3,1 milj. kr. fyri hvønn

trolara.

Veiðan skal Iandast á

Føroyum, og mett verðu^

at hetta kann hava stóran

tydning fyri arbeiðið í

Vestmanna.

Trupulleikar

Higartil hava verið nakrir

byrjunartrupulleikar, sig-

ur reiðarin, Jákup Hansen

í samrøðu við Tíðindablað-

ið. Tað vísti seg, at spælið

á Vestfinni, sum kom fyrr

til landið, hivaði ov illa.

Virkið hjá J.K.Joensen &

Soni í Miðvági kannaði

tað, og teir meintu, at tað

kundi fáast at hiva betur.

Teir fingu eisini trol um

skrúvuna, og stevnrørið

fór at leka. Vestfinnur fór

tí aftur til Bretlands at fáa

ymsar ábøtur. Trýstið á

spælinum varð sett upp,

og spælið hivar betur nú,

sigur Jákup Hansen.

Fløkja

Vestfinnur var úti í

seinastu viku, men fiski-

skapurin var ikki nógvur,

teir fingu 11 tons.

Spælið á Norðfinni

tykist at vera betri enn á

Vestfinni. Teir vóru úti

týsdagin í seinastu viku,

men komu inn av tí, at

netið rullaðist um bob-

bensirnar.

Jákup Hansen sigur, at

trolarnir eru av sama slag

sum teir, ið bretar brúka,

og at teir hava roynst væl

har. Ein grund til, at menn

halda spølini vera ov veik

kann vera, at teir eru vanir

við størri trolarar við størri

spølum, sigur hann.

Hvør sína

útgerð

Trolarnir vóru fyrst norð-

anfyri, síðani vestanfyri á

tí stongdu leiðini og at

enda eystanfyri. Tað var

mest at fáa norðanfyri,

sigur Jákup Hansen, sum

fýlist á, at trolarnir ikki

sleppa longur inn at veiða.

Trolarnir eru sama slag,

og teir sigla báðir 11,4 míl,

men teir hava ikki somu

útgerð.   Vestfinnur  hevur

skotskar greiðir, meðan

Norðfinnur hevur danskar.

Ætlanin er at firma fram ti,

hvat slag roynist best.

Skiparar

Skipari á Vestfinni er

Fróði Durhuus, sum fram-

lífanundan      førdi      Chr.

Holm     (     hann          var

m.a. við í Bangla Desh fyri

trimum árum síðani).

Regin á Rógvi er skipari

á Norðfinni. Hann hevur

ført Gullfinn og skal

umborð aftur har, tá hann

hevur verið við Norðfinni í

nakrar mánar.

ír

Virkisleiðari keypir

iítið flakavirki

Ætlar at framleiða døgurðakláran mat

í Árnafirði

John Høj í Klaksvík hevur

keýpt flakavirkið Berg-

frost í Árnafirði frá Jógvan

Justinussen, sum hevur

havt tað sííjani 1958.

Keypspeningurin er

146.000 kr.

Virkið kann frysta 1,5

tons av flaki um samdøg-

rið, og goymslan tekur 50

tons. Eini 12 til 15 fólk

koma at arbeiða har.

Flak fyri fyrst

Tað fyrsta, vit fara at

gera, er at seta virkið í

stand, sigur John Høj í

samrøðu við Tíðinda-

blaðið. Vit fara at keypa

tvær nýggjar maskinur,

^ina skrædli- og eina

farsmaskinu. Tá hetta er

liðugt, kunnu vit keypa

fisk, sum í fyrsta umfari

verður skorin til flak.

-  Fæst nakað ráðevni?

-     Tað er avmarkað,

hvussu nógv nýtist, tá

frystiorkan ikki er meira

enn 1,5 tons um samdøg-

rið. Fáa vit fiskin frá

tveimum 20 tonsarum, so

er tað nóg mikið, og tað

rokna vit við at kunna fáa,

sigur John Høj.

Ætlanir

-Hvørjar ætlanir hava

tit annars?

-Tað er meiningin, at

sonurin, Jógvan, skal

dríva virkið, sigur John

Høj. Jógvan er i løtuni i

eitt ár á Norges Hermetik-

fagskole í Stavanger og

verður liðugur í summar.

John Høj heldur fram:

-Tá virkið møguliga er

útbygt - vónandi um ikki

so langa tíð - er hugsanin

at fara eitt stig longur i

framleiðslu av fiski. Æt-

lanin er at gera døgurða-

kláran mat, t.v.s. at vøran

skal bert heitast upp,

áðrenn hon kann setast á

borðið. Hetta kann ikki

gerast, fyrr enn húsið er

vaksið.

- Tú arbeiðir sjálvur sum

virkisleiðari á Kósini?

- Ja, og tað er ætlanin at

halda fram, sigur John

Høj.

					
Fela smámyndir
Blağsíğa 1
Blağsíğa 1
Blağsíğa 2
Blağsíğa 2
Blağsíğa 3
Blağsíğa 3
Blağsíğa 4
Blağsíğa 4
Blağsíğa 5
Blağsíğa 5
Blağsíğa 6
Blağsíğa 6
Blağsíğa 7
Blağsíğa 7
Blağsíğa 8
Blağsíğa 8
Blağsíğa 9
Blağsíğa 9
Blağsíğa 10
Blağsíğa 10
Blağsíğa 11
Blağsíğa 11
Blağsíğa 12
Blağsíğa 12
Blağsíğa 13
Blağsíğa 13
Blağsíğa 14
Blağsíğa 14
Blağsíğa 15
Blağsíğa 15
Blağsíğa 16
Blağsíğa 16