Tímarit.is   | Tímarit.is |
Leita | Titlar | Greinar | Fréttir | Um vefinn | Algengar spurningar |
skrá inn | Íslenska | Føroyskt | Kalaallisut | Dansk | English |

Tíğindablağiğ

PDF  | HQ_PDF  | TXT  |
Skoğa í nıjum glugga:
PDF  | HQ_PDF  | TXT  |


Ağlaga hæğ


şú şarft ağ vera meğ Adobe Reader Plugin til ağ skoğa şessa síğu


get Adobe Reader



Tíğindablağiğ

						TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 13. mars 1974

Síða6

Minni pening til

forsetavalevnini

I USA hevur Watergate-

gølan gjørt, at mikið

orðaskifti hevur tikið seg

upp um peningaveiting-

ar til valevnini uppundir

forsetavalini.

I einum serligum

boðum til kongressina

hevur Richard Nixon nú

mælt til, at peningaveit-

ingarnar til valgrunnar

verða nógv avmarkaðar.

Hann skjýtur upp, at

ongin einstaklingur fær

loyvi til at geva meira

enn 15.000 dollarar til

eitt forsetavalstrið, og

forboð eigur at setast

fyri loyniligum peninga-

veitingum. Ein serstøk

nevnd eigur at setast at

hava eftirlit við, at alt

fer reiðiliga fram, sigur

Nixon.

Ringar tíðir

fyri stavn

í   síni   fyrstu   almennu

raðu eftir at hann var

vorðin forsætisráðharri,

segði Harold Wilson, at

bretska fólkið hevur eina

torfqra tíð fyri framman.

011  mugu   vit   offra   fyri

at loysa landsins  trupul

leikar,     men    tey    sum

mugu bera tær størstu

byrðarnar eru tey, sum

best eru før fyri at bera

tær, segði hann.

Leiðarin í konserva-

tiva flokkinum, Edward

Heath, sigur, at stjómin

hevur slakað ov nógv

fyri at fáa enda á

verkfallinum í landinum,

og hetta fer at koma

aftur um brekku.

Ætla at fella

stjórnina

Ein tinglimur fyri liber-

ala flokkin í Bretlandi

hevur sagt, at flokkurin

ætlar at royna at fellá

minnilutastjórnina hjá

Harold Wilson so skjótt

sum til ber.

Oljusáttmáli

Iran og Vesturtýskland

hava gjørt ein sáttmála

um at samarbeiða um

útvinning av olju og

gassi í Iran. Hesin

sáttmáli er eitt lið í eini

ætlan um búskaparligt

og ídnaðarligt samar-

beiði millum hesi bæði

londini.

Vesturtýska stjórnin

hevur lovað at veita

hjálp til bygging av

einum oljureinsiverki í

Suðuriran og afturfyri

skal meginparturin av

oljuni, sum verður

reinsað á hesum verki,

latast Vesturtýsklandi.

Bretska stjórnin

ogEF

Bretski uttanríkisráð-

harrin, James Callag-

han, sigur, at arbeiðara-

stjórnin fer at halda fast

við ætlanina at taka upp

samráðingar við felags-

marknaðin um tær

treytir, sum Bretland í

síni tíð fekk fyri

limaskapi.

George Thompson,

sum var ráðharri í tí

gomlu arbeiðarastjóm-

ini, hevur heitt á

stjórnina um at sleppa

hesi ætlan. Hann sigur,

at slíkar samráðingar

fara at føra við sær

ovurstórar løgfrøðisligar

spumingar.

James Callaghan sig-

ur, at stjómin nú fer at

kanna, hvørjar avleið-

ingar limaskapur í fe-

lagsmarknaðinum hevur

havt á prísirnar í

Bretlandi.

15 blaðmenn

lótu lív

Fimtan algierskir blað-

menn lótu lív, tá

flogfarið, teir vóm við,

datt niður, stutt áðrenn

tað skuldi lenda í Hanoi í

Norðurvietnam. Blað-

menninir vóm á ferð í

Asia í samband við

vitjanina hjá Boumedi-

enne, forseta, har.

STUTT

UTTANEFTIR

Nixon og Water-

gate

Løgfrøðisliga nevndin

hjá amerikanska um-

boðsmannatinginum he-

vur fingið at vita, at

Richard Nixon fer ikki at

lata alt tað tilfar frá sær,

sum nevndin vil hava.

Henda nevndin viðgerð

málið um forsetin skal

stevnast fyri rikisrættin.

Millum tað tilfar, sum

forsetin sýtir fyri at lata

nevndini, eru nakrar

bandupptøkur.

Israel og

Sýrialand *

ísraelska fregnartæn-

astan     hevur     ^iiigið

frænir av, at sýriálend-

ingar hava ætlanir um at

gera eitt snarálop fyri at

taka økir aftur, sum teir

hava mist, sigur ísraels-

ki forsætisráðharrin,

Golda Me'ír.

Ein sovjettisk-sýria-

lendsk kunngerð  sigur,

at vandi er fyri einum

nýggjum    kríggi,    um

Israel ikki tekur seg av tí

hersetta lendinum.

I Damaskus sigur

Hafez al Assad forseti,

at Sýrialand má altíð

halda seg til reiðar at

vinna tey mistu økini

aftur.

Skerpingurin i

Vesturafrika

Reyðakrossfelagið hevur

aftur sent út áheitanir

um at fáa mat, pening og

medisin til hjálparveit-

ingar í Afrika. Felagið

sigur, at støðan á

teimum økjum, sum em

rakt av skerpinginum, er

nógv verri i ár enn í fjør,

og fleiri hundrað fólk

doyggja dagliga.

Tey londini, sum er u

meinast rakt, em Tchad,

Mali, Mauretania, Nig-

er, Senegal og Ovara

Volta.

Dayan heldur fram i starvinum

sum ovasti fyri verjuna

Sunnukvøldið  fekk nýggja  ísraelska stjórnin   álitisváttan  í

tjóðartinginum

Lika síðani 31. desember í

fjør hevur Israel havt eina

fyribils stjórn, meðan

Golda Meír hevur roynt at

fáa semju um skipan av

eini nýggjari stjórn. í

síðstu  viku  fekk  hon  at

Golda   Meír   skipar   aftur

stjórn

enda Moshe Dayan og

tann Tjóðskaparliga religi-

øsa flokkin at játta at vera

við í tí nýggju stjórnini.

Dayan hevur verið

ógvuliga trekur at koma

uppí eina nýggja stjóm,

men tá hann kortini hevur

latið sær eftirlika, er ein

grundin óivað tann, at tað

hevur ljóðað frá her-

mannaflutningi sýrialend-

sku megin markið.

Samráðingar við

Sýrialand

Tað hevur verið so mikið

meira umráðandi hjá

Goldu Meír at skipa eina

sterka stjórn, við tað, at

samráoingar skulu førast i

næstum við Sýrialand um

afturtøku av herfólki, og

so  truplar hesar samráð-

ingar enn kunnu fara at

vera, høvdu tær verið enn

truplari, um stjómin stóð

veik.

Seinasta ferðin hjá

amerikanska uttanrikis-

ráðharranum í Miðeystri

var ikki úrslitaleys, tað

eydnaðist honum millum

annað at fáa sýrialendsku

stjómina at lata frá sær

ein lista við nøvnunum á

teimum ísraelsku fangu-

num, sum vórðu tiknir

undir oktober-krígnum í

fjør. Hesin listi kunnu vit

siga, var lykilin til tær

samráðingar, sum nú

skulu vera, tí ísraelska

stjórnin hevði greitt sagt,

at hon vildi ikki samráð-

ast, fyrr enn hon hevði

fingið henda lista. Ikki

fyrr enn ein sáttmáli er

gjørdur millum ísrael og

Sýrialand um afturtøku av

herfólkinum, kann friðar-

ráðstevnan í Geneve kal-

last samanaftur.

Ósemja í  arbeið

araflokkinum

Høvuðsmálini hjá eini

stjóm í Israel hava altíð

verið at varðveita friðin og

samstundis hugsa um

landsins tryggleika, men

onnur mál, sum henda

stjómin má seta ovarlaga

á skrá sina er at tryggja

handilin við útheimin, at

vissa sær tilflutning av

neyðugum vørum • ikki

minst olju. Millum innan-

rikismálini er tað fyrst og

fremst stríðið ímóti infla-

Sapir     -      verður     hann

forscetisráðharri?

tiónini, sosialir spurningar

og íbúðarviðurskifti og

ikki minst ósemja í

arbeiðaraflokkinum.

Golda Me'ir er 76 ár, og

tað hevur fleiri ferðir

ljóðað, at hon hevur ætlað

at leggja frá sær, men i

flokkinum er mikil ósemja

um, hvør skal taka við

eftir hana. Um nýval ikki

verður útskrivað í úrtíð,

fer hon neyvan at vera

sitandi hetta valskeiðið út,

og tað em nógvir, ið vera

nevndir sum arvtakarar

eftir hana. Teir sum

kanska hava bestan møgu-

leika at verða valdir til

forsætisráðharra, em Yi-

gal Allon, ið hevur verið

varaforsætisráðharri , og

Pinhas Sapir, ið hevur

verið búskaparráðharri.

Tað fer uttan iva at vera

neyðugt hjá Goldu Meír at

brúka sin myndugleika í

flokkinum til at royna at

fáa semju millvim hesar

stríðandi bólkarnar í flokki

sinum, áðrenn hon kann

leggja frá sær.

Hevur krógvað seg i

frumskógini i 29 ár

Ein japanskur hermað-

ur, sum hevur fjalt seg i

frumskóginum á Filips-

oyggjunum, síðani sein-

na heimskríggj endaði,

kom út úr skóginum

seinasta sunnudag

sama dag sum hann fylti

.52 ár.

Hann var ein av

'teimum mongu japansku

hermonnunum, sum ikki

yvirgóvu seg, tá Japan

hevði tapt kríggið í

1945, og hann fór inn í

frumskógin á Lubang-

oynni, har hann hevur

livað saman við einum

øðrum hermanni.

Fyri tveimum ámm

síðani læt vinmaðurin lív

undir einum samanbresti

við politi á Filipsoyggju-

num. Ein politimaður

læt eisini lív undir

hesum samanbresti.

Funnin av einum

ferðamanni

I februar mánaða kom

ein japanskur studentur,

sum var á ferð inni í

frumskóginum, fram á

hermannin og talaði við

hann og tók myndir av

honum.

Studenturin bar boð

frá hermanninum, at

hann var til reiðar at

yvirgeva seg, um stjórn-

in á Filipsoyggjunum

ikki revsaði hann fyri

politistin, sum læt lív,

og um leiðarin í tí

herdeildini, sum hann

hevði tænt í undir

krígnum, kom og las

boðini fyri honum frá

japansku stjórnini til

herin um, at kríggið var

hildið uppat.

Leiðarin í herdeildini -

sum nú er bókhandlari í

Tokio Jf f ór til Luang við

boðunum frá stjómini og

bað tann 52 ára gamla

hermannin um at leggja

vápnini frá sær, tí

kríggið var av.

Foreldrini framvegis

á livi

Millunr teirra, sum tóku

ímóti hermanninum tá

hann kom út úr

fmmskóginum, var

bróður hansara. For-

eldrini búgva framvegis í

Tokio, og tá tey frættu,

at sonurin var á livi,

skóm tey í grát. Tey

høvdu fyri mongum

ámm síðani fingið at

vita, at hann var fallin í

krígnum og høvdu reist

ein minnisstein yvir

hann á einum kirkju-

garði í Tokio.

					
Fela smámyndir
Blağsíğa 1
Blağsíğa 1
Blağsíğa 2
Blağsíğa 2
Blağsíğa 3
Blağsíğa 3
Blağsíğa 4
Blağsíğa 4
Blağsíğa 5
Blağsíğa 5
Blağsíğa 6
Blağsíğa 6
Blağsíğa 7
Blağsíğa 7
Blağsíğa 8
Blağsíğa 8
Blağsíğa 9
Blağsíğa 9
Blağsíğa 10
Blağsíğa 10
Blağsíğa 11
Blağsíğa 11
Blağsíğa 12
Blağsíğa 12
Blağsíğa 13
Blağsíğa 13
Blağsíğa 14
Blağsíğa 14
Blağsíğa 15
Blağsíğa 15
Blağsíğa 16
Blağsíğa 16