Tímarit.is   | Tímarit.is |
Leita | Titlar | Greinar | Fréttir | Um vefinn | Algengar spurningar |
skrá inn | Íslenska | Føroyskt | Kalaallisut | Dansk | English |

Tíğindablağiğ

PDF  | HQ_PDF  | TXT  |
Skoğa í nıjum glugga:
PDF  | HQ_PDF  | TXT  |


Ağlaga hæğ


şú şarft ağ vera meğ Adobe Reader Plugin til ağ skoğa şessa síğu


get Adobe Reader



Tíğindablağiğ

						8 aði3

Síða7

,¦ 1\> :/,   •• ¦>¦.. ¦-•'.•¦.

TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 13. máís 1974

—

Tingingar í apríl um

íslandsfiskiskap

Bert   tríggir

føroyskir

trolarar

royna innan fyri

50  fjórðinga

markið nú

Teir flestu trolarnir hjá

Skipafelagnum liggja enn

við bryggju. Fáa teir loyvi

at royna undir Islandi, tá

teir fara til fiskiskap ?

Landsstýrið hevur havt

samband við íslendsku

myndugleikarnar um loyvi

fyri fleiri nýggjar føroysk-

ar trolarar at veiða innan

fyri 50 fjórðingamarkið.

Islendingar eru til reiðar at

tingast um málið, og

roknað verður við, at ein

føroysk nevnd fer til

IslQids einaferð í apríl.

9 fíngu

loyvi

Tá íslendingar fluttu fiski-

markið út á 50 fjórðingar í

1972 góvu teir góvtrteir

teimum føroysku salt-

fiskatrolarunum loyvi at

veiða innanfyri. Hesir

trolarar vóru 9 í tali.

Síðani eru fleiri farnir

burturav. Magnus Heina-

son hevur ligið, síðani

eldur var í honum í

íslandi. Leivur Øssurson

hevur verið brúktur til

royndarfiskiskap á Før-

oyaleiðini, og Vágbingur

hevur ligið stillur í drúgva

tíð.

Fleiri nýggir

í løtuni royna bert tríggir

føroyskir trolarar innan

fyri islendska fiskimarkið.

Teir eru Mýlingur, Olavur

Halgi og Jegvan Elias

Thomsen.

Ongin av teimum nýg-

gju føroysku trolarunum

hevur fingið undantaks-

loyvi. Hesir eru Vestfinnur

og Norðfinnur í Vestman-

na, Tórð í Havn og so

trolarnir hjá Skipafelag-

num.

Talan er um, at Tórð

skal fáa tað loyvi, sum

Magnus Heinason hevur

havt.

Nøvnini

skiftast

Higartil hava íslendingar

ikki givið fleiri enn tey 9

loyvini, sigur Eli Nolsøe,

landsstýrismaður, í sam-

røðu við Tíðindablaðið.

Uppá fyrispurningar úr

Føroyum hava íslendingar

svarað, at vit nýta bert trý

av teimum givnu loyvu-

num, og at spurningurin

kann loysast bert við at

skifta nøvnini um til teir

nýggju trolarnar, men

hetta hevur landsstýrið

ikki viljað gjørt,. sig'? Eli

Nolsøe. Hann skoytir.

uppí, at Vestmannatrolar-

nir fáa væntandi loyvi ein

av teimum fyrstu døgu-

num.

Vilja vita

støðuna

Fleiri nýggir trolarar eru í

gerð til Føroya, og í

teimum flestu førunum

hava menn roknað við, at

hesir trolarar skulu veiða

innan fyri mark undir

íslandi umframt at royna

undir Føroyum.

- Dagliga koma menn til

landsstýrið og vilja hava

greitt at vita, hvussu

støðan er, sigur Eli

Nolsøe. Hetta hevur ført

til, at landsstýrið hevur

biðið um nýggjar samráð-

ingar um málið sum heild,

og tær verða í april.

Vit hava ongari

mótstøðu møtt frá íslend-

ingum, sigur Eli Nolsøe,

landsstýrismaður.

Noreg selur møguliga

gass til Svørikis

Noreg fer væntandi um

fáa ár at fáa stórar

nøgdir av natúrgassi

frá oljuøkjunum í

Norðsjónum.

Norska stjórnin hev-

ur kannað møguleikar-

nar fyri at leggja eina

gass-rørleiðing yvir

fjøllini til Svøríkis, men

støða er ikki tikin til

hetta enn.

Svøríki er hugað fyri

at keypa bæði gass og

,jiju frá norðmonnum.

Skal tað loysa seg at

byggja eina slíka leið-

ing, má Svøríki keypa

átta til tíggju miljardir

kubikmetrar  av   gassi

árliga úr Noregi.

Læra at

hagreiða

Umleið 40 flakavirkisleið-

arar, formenn og vraki-

eftirlitsmenn hava verið á

tvey daga skeiði í Havn,

har fyrilestrar vóru um

hagreiðing av fiski, lønir

og sáttmálar, rasjonaliser-

ing og uppbygging av

einum framtíðar flakavirki

Birgir Danielsen, Robert

Poulsen, Karsten Hoydal

og tveir danir hildu fyri-

lestrar á skeiðinum.

TÍÐINDI

SUÐUROY

Vágbingur í

Noreg

Vágbingur lá leingi við bryggju í Vági,  áðrenn

hann varð seldur

Skála Skipasmiðja hev-

ur klassað botnin,

skrokkin og tangarnar

á Vágbingi, sum Heri

Hjelm og Absalon

Absalonsen keyptu frá

landinum herfyri.

Keypspeningurin

var 1,9 milj. kr., harav

teir rindaðu 10% í

eginpeningi, meðan res-

tin er lán úr landskas-

sanum.

Trolarin er nú  farin

til Noreg, har hann

verður sandblástur og

metalliseraður. Lastin

skal eisini broytast til

ídnaðarfisk. Ætlanin er

at royna eftir hvítings-

bróður, svartkjafti og

brislingi. Trolarin hev-

ur fingið rullu og

fiskapumpu.

Vágbingur kemur af-

tur á páskum. Hann

stendur tá eigarunum í

3 milj. kr.

Virkið

í Lopra

Menn frá Atlas eru

komnir til Vágs at seta

maskinurnar á silda-

virkinum í Lopra upp.

Maskinurnar vórðu

keyptar úr Islandi og

hava staðið í Lopra í

eina tíð.

Virkishúsini eru lið-

ug. Tey eru 24 x 54

metrar stór í einari

hædd.

Virkið framleiðir 150

tons um samdøgrið, og

tað fer væntandi í

gongd í mei mánað.

Gudmundur

klassaður

Gudmundur, sum hevur

staðið á sleipistøð á

Tvøroyri, er nú farin á

flot aftur. Skipið er

klassað, og arbeiðið

hevur gingið nakað

striltið av tí, at fólkið á

sleipistøðini hevur verið

sjúkt. Gudmundur er

nú farin aftur í

Norðsjógvin at veiða

hvítingsbróður.

R. Effersøe

til Grønlands

Rasmus Effersøe fer í

hesi vikuni til Grøn-

lands á saltfiskaveiðu.

Seinasta túr var hann

við Labrador og royndi

eftir svartkalva. Teir

fingu 213 tons, sum

vórðu seld fyri slaka

eina miljón.  Tað gekk

ein tíð, áðrenn teir fingu

selt lastina.

Skipari á Rasmussi

Effersøe er Ansgar

Sørensen.

Nýggjan

motor

Anna T hevur fingið

krumtapsaksulin      út

skiftan, og hon skal nú

hava   nýggjan   motor,

sum   kemur   um   tveir

mánar.

Teir   hava   trolað   i

Norðsjónum.

Skifta

spæl

Breiðanes hevur verið í

Norra og fingið nýtt

spæl ísett. Tað brot-

naði, meðan teir royndu

í Norðsjónum.

Ranafossur

avstað

Ranafossur fór í gjár á

nýggjan saltfiskatúr í

Ný Fundlandi. Skipari

er Jóhan KarÍ Djurhuus

á Selatrað, sum eisini

førdi hann seinasta túr.

Tá vóru teir fyrst í

Ný Fundlandi og fóru

síðani til Grønlands.

Teir komu heim 22.

desember og fóru til

Noreg við lastini.

Aftaná vóru teir í

Danmark og fingu

nýggjan ljósmotor íset-

tan.

					
Fela smámyndir
Blağsíğa 1
Blağsíğa 1
Blağsíğa 2
Blağsíğa 2
Blağsíğa 3
Blağsíğa 3
Blağsíğa 4
Blağsíğa 4
Blağsíğa 5
Blağsíğa 5
Blağsíğa 6
Blağsíğa 6
Blağsíğa 7
Blağsíğa 7
Blağsíğa 8
Blağsíğa 8
Blağsíğa 9
Blağsíğa 9
Blağsíğa 10
Blağsíğa 10
Blağsíğa 11
Blağsíğa 11
Blağsíğa 12
Blağsíğa 12
Blağsíğa 13
Blağsíğa 13
Blağsíğa 14
Blağsíğa 14
Blağsíğa 15
Blağsíğa 15
Blağsíğa 16
Blağsíğa 16