TlÐINDABLAÐIÐ mikudagin 13. mars 1974 Síða8 8 miljónir tons av svartkjafti Svartkjafturin er nú á veg til gýtingarplássini vestan fyri bretsku oyggjarnar, har hann gýtur í hesum og næsta mánað. Ein norsk met- Leiðirnar, har svart- kjafturin gýtur. Á myndini verður eisini víst, hvussu hetta fisk- aslag ferðast. ing av gýtingarstovnin- um visir, at tað eru eini 8 milj. tons av svart- kjafti á hesum leiðum. Svartkjafturin gýtur á leiðini við Rock All og Porcepine - grunnarn- ar og inn móti land- grunninum. Roknað verður við, at ein milj. tons kunnu veiðast ár- liga. Klippfiska- gransking I Føroyum hevur ongin klippfiskaframleiðsla- verið tey seinastu árini, men norðmenn hava hildið fram, m.a. tí at tað almenna veitir góð- .an studning. Nú eru prísirnir annars hækk- aðir munandi. Norges Fiskeeksport raad gav herfyri trim- um norðmonnum stór- an studning til klipp- fiskagransking. Teir skulu kanna marknaðin fyri hesi vøru og møgu- leikarnar fyri at økja framleiðsluna. Kræklinga- grunnar írar hava funnið tveir nýggjar kræklinga- grunnar, sum kunnu geva 12.000 tons av kræklingi árliga. Hetta eru teir størstu kræk- kngagrunnarnir, sum eru funnir úti fyri irsku strondini. Tann árliga fram- leiðslan hjá Irlandi av kræklingi hevur hgið um 4.000 tons, og út- flutningurin av vøruni hevur givið 230.000 pund steriing. UTLENDSK SJÓVINNA Flótitrol sum fót- bóltsvøllur í Bremerhaven í Vest- urtýsklandi hava teir gjørt eitt flótitrol, ið er næstan lika stórt sum ein fótbóltsvøllur, og sum kann taka 150 tons av fiski. Trolið vigar 4,5 tons, tað er 280 metrar langt, og opið er 51 ferðir 73 metrar. Týskarar ætlaðu at royna troUð úti fyri Finnmarkstrondini í a- príil, men hetta verður helst av ongum, tí norðmenn hava sett seg upp ímóti tí. Teir siga, at trolið fer at skaða fiskayngulin nógv. Færri skip í noreg Eitt yvirlit yvir fiskifør í Noreg - bæði deksfør og opin - víisir, at talið er minkað við næstan 6.000 tvey tey seinastu árini. TaUð er nú 27.224. Træskipini eru fækkað mest, og talið á fiskiførum úr alumin- ium, plast og ferrose- ment er vaksið mest. 5 nýggir trolarar Ørskov Staalskibs- værft í Frederikshavn hevur bileggingar uppá 5 trolarar fyri tilsamans 21 milj. kr. Tann eini trolarin verður bygdur til Føroya og kemur í summar, meðan hinir fýra skulu latast ein- staklingum og fyri- tøkum í Hirtshals. Teir verða lidnir í heyst. Trolveiða forboðin Svenska sjóverjan tók herfyri tvey donsk fiskifør2 sum trolaðu í donskum sjógvi norðan fyri oynna Hven. Donsku myndugleikar- nir høvdu biðið um at fáa skipini til Hels- ingør, av tí at allur trol- fiskiskapur er forboðin í Oyrasundi. Avtalan brotin Úr Noreg verður sagt, at Bretland hevur brot- ið ta handilsavtalu, sum Noreg hevur við felagsmarknaðin. Nak- að herfyri settu bretar 8% toll á ávisar fiska- vørur, sum skuldu verið tollfríar alt árið 1974. Itróttur Itróttur Itróttur ÍSF ætlar at tippa longu í summar Itróttarsamband Føroya hevur verið illa fyri fíggjarliga, og arbeitt verður nú við at fáa hesi viðurskifti rættað. Arbeið- ið gerst meira umfatandi fyri hvørt ár, og tað kemur ov lítið av peningi inn til, at arbeiðið kann røkjast til lítar, verður sagt. Fundur við landsstýrið -ÍSF hevði herfyri fund við Asbjørn Joensen landsstýrismann og Atla Dam, løgmann, um spur- ningin at hava tipping, sigur formaðurin í ítrótt- arsambandinum, Líggjas Joensen. - Teir vóru positivir, men fyrst skal greiða fáast á, um Danske Tipstænastan eisini skal umfata Føroyar. Danir vendu sær til Føroya fyri nøkrum árum siðani við uppskoti um, at teir skulu hava tipping her eisini. ISF setti ávísar treytir, og síðani hevur onki hoyrst aftur. Um so er, at danska tipstænastan eisini skal hava við Føroyar at gera, skulu teir hava nakrar umboðsmenn her, og seðlarnir verða so sendir niður við flogfari. Liggur flogferðslan still, t.d. av mjørka, skulu fólk hava peningin aftur. Føroysk tipping Ein av teimum fyrstu døgunum kemur svar frá Donsku Tipstænastuni um hon framvegis hevur áhuga fyri Føroyum. Men tað danska tilboðið skal vera ógvuliga gott, um vit skulu taka av, sigur Líggjas Joensen. Er tað ikki tað, so verður í staðin farið undir føroyska tipping. Hon verður skipað soleiðis, at tippað verður um dystir í Føroyum, serliga miðaldeildardystir- nar. Haraftrat verða lið í Danmark, Noreg og Bret- landi tikin við. Vit hava bert eina leysliga meting av, hvat tipping kann geva ÍSF, sigur Líggjas Joensen. Vit rokna við, at ein miljón kr. kemur inn, og at helvtin av hesum fellur til ISF. Hin helvtin verður nýtt soleiðis, at 400.000 kr. fara í vinningi, og 100.000 kr. fara til umsiting. Føroy- ingar niður at døma Tveir føroyskir dómarar skulu til Bornholm at døma í einari norðurlanda- kapping fyri unglingar í hondbólti. Kappingin ver- ður frá 29til 31. i hesum, og føroyingar eru bidnir um at senda tveir dómarar. Finnland skal eisini senda tveir. Hetta er fyrstu ferð, at føroyingar eru bidnir um at verða dómarar i útlendskum ítróttarkapp- ingum. Mercedes 200 Persónbilur, 6 ára gamal, til sølu. Tlf. 1.4744 eUa 1.2124 TBF-piltarnir stinnir I føroyameistarakapping- ini í borðtennis seinasta vikuskiftið í piltadeildini fór Tvøroyrar borðtennis- felag við sigrinum i øllum kappingunum. Single-kappingina vann Hans Sørensen, double- kappingina vunnu Hans og Rólant Sørensen, og felagskappingina vunnu teir báðir áðurnevndu saman við Bárði Enni. Kappingin var úti í Nólsoy. Triggir vinar dystir i ár Meistaradeildarliðini í fót- bólti hava spælt tríggjar venjingardystir í ár. Næstseinasta sunnudag vóru fuglfirðingar í Havn og spældu móti HB, sum vann 4 - 1. Sunnudagin var HB í Fuglafirði og spældi móti ÍFi HB vann 11 -2. I HAVN SPÆLDI B 36 sama dag móti samansett- um liði úr Vágum. Vágamenn vunnu 3-2. Frá kappingini í ítróttar- høllini i Havn leygardagin og sunnudagin, tá smá- dreingir hjá HB høvdu kapping Smáir menn og hørð kapping 225 piltar luttóku í einari innandura fótbóltskapp- ing, sum HB skipaði fyri leygardagin og sunnudag- in. Væl av fólki var og hugdi, serliga tann seinna dagin, tá finalurriar vórðu spældar. 7-10 ár I aldursbólkinum 7 til 10 ár vann Celtic í finalu móti B 74 við einum máli. Á Celtic spældu Torfinn Hentze, Øssur Nolsøe, Suni Danielsen, Klæmint Christiansen og Hans Poulsen, sum eisini var útnevndur til besta spæl- ara. 10-12 ar H 71 var tað besta liðið í kappingini miUum teir 10 tU 12 ára gomlu. Teir, sum mannaðu hetta Uð, vóru ólavur Thomsen, OU Samuelsen, Petur Even Djurhuus, Bjarni Jacob- sen og Kári GuUfoss. I hesum bólki varð Johannes Djdesgaard val- dur tU besta spælara. 12 - 14 ár Leeds vann kappingina mUlum te'r 12 til 14 ára gomlu. A Leeds spældu Bogi Haraldsen, Jan Alberg, Øssur Egholm, Erling I Eysturoy, AtU Holm »og Karl Johs. Djurhuus. Petur Olsen varð valdur tU besta spælara í hesum bólki.