Tímarit.is   | Tímarit.is |
Leita | Titlar | Greinar | Fréttir | Um vefinn | Algengar spurningar |
skrá inn | Íslenska | Føroyskt | Kalaallisut | Dansk | English |

Tíğindablağiğ

PDF  | HQ_PDF  | TXT  |
Skoğa í nıjum glugga:
PDF  | HQ_PDF  | TXT  |


Ağlaga hæğ


şú şarft ağ vera meğ Adobe Reader Plugin til ağ skoğa şessa síğu


get Adobe Reader



Tíğindablağiğ

						Síða9

TÍÐINDABLAÐIÐ mikudagin 13. mars 1974

BUNAÐAR-

TÍÐINDI

Onki misfarist

Bert fyri jól var nakað av kava og frosti, síðani

hevur verið at kalla tátt. Veturin hevur tó verið

ringur, og nógvur seyður hevur leitað sær oman í

fjøruna at eta tara. Henda myndin varð tikin í

Lorvík i vetur.

Ongin seyður hevur misfarist, tí tað hevur verið

so lítið av kava, frættist av bygdunum.

Minni

mjólk

Kýrnar mjólkaðu minni

í fjør enn árið fyri. Ein

kanning vísir, at miðal

mjólkanøgdin pr. kúgv

var 3.604 kilo ella

næstan 200 kilo minni

enn í 1972.

Búnaðarráðgevarin,

Hanus Wardum, sigur,

at orsøkin kann vera, at

menn brúka minni av

kraftfóðri í fjør, tí tað

dýrkaði so nógv. Ali-

arbeiðið gongur framá.

Fleiri kýr

á brúkinum

Talið á neytum liggur

um 480, og tað broytist

litið. Tað liggur rættu-

liga javnt millum 470

og 500.

Tann broyting er tó

við at henda, at menn,

sum bert hava eina ella

fáar kýr, taka tær av,

rheðan teir, sum hava

seks ella meira, fáa sær

fleiri aftrat.

í 1964 hevði berit ein

maður 10 kýr og ein 9. í

fjør vóru tað 8, sum

høvdu 10 kýr ella

meira, meðan 9 høvdu 8

til 10 kýr.

Tomatir

I vakstrarhúsinum í

Hoyvík sáddu teir

tomatfræ á nýggjári-

num, og tomatirnar eru

so væl vaksnar nú, at

tær verða settar út í

framleiðsluhúsið í hesi

vikuni. Tað eru um 400

plantur, og tær fyrstu

tomatirnar koma á

marknaðin 15. til 20.

mei.

Teir gjørdu royndir i

Hoyvík við tomatum

fyrstu ferð í fjør. Tað

gekst væl, og teir fingu

21 kilo pr. m.

1 næstu viku fara teir

at sáa agurkur. Royn-

dir vóru eisini gjørdar i

fjør, men tað gekst ikki

so væl.

Ov gamlar

maskinur

Maskinstøðin hevur so

vánahgar maskinur nú,

at hon kann neyvan

átaka sær uppdyrking-

ararbeiði. Skal nakað

gerast, má støðin fáa

pening til nýggjar

maskinur, sigur Hanus

Wardum.

Blómur til

páskar

í Hoyvík framleiða teir

blómur nú, tulipanir og

páskaliljur. Tær eru

komnar á marknaðin og

verða seldar hiðani til

páskar. Einar 100

blómur verða seldar um

dagin, og tað hevði

lættliga sloppist av við

meira, verður sagt.

Fóður til

seyðin

Tað er best fyri seyðin

at geva honum fóður

dagliga frá nú av og út

á várið, sigur seyðaráð-

gevarin, Tummas á

Kjalnesi. Eftir ein vetur

sum henda eru nógvar

ær so mikið illa fyri, at

tær eru ikki mentar at

føða lombini.

Menn, sum hava

óhøgligar hagar, kunnu

fáa fóðurmaskinur bæði

til súrhoyggj og kraft-

fóður. Við hesum ma-

skinum er bert neyðugt

hjá teimum at geva

seyðinum fjórða hvønn

dag, sigur Tummas á

Kjalnesi.

Dyrkingarvegir

Royndarstøðin hevur i

vetur gjørt uppdyrking

arvegir fleiri staðni.

Mest hevur verið ar-

beitt á Velbastað og í

Tórshavnar Uttanbígg-

ja kommunu.

Tað eru kommunur-

; nar    og    landskassin,

sum  gjalda   kostnaðin

av   uppdyrkingarvegu-

num.

Fransmenn fiska væl av

upsa undir Føroyum

Meðan tey føroysku skipi-

ni, sum royna eftir upsa

undir Føroyum, næstan

bara royna við snellu, fáa

útlendingar nógvan upsa

við troli her um okkara

leiðir.

Tað eru serliga frans-

menn, sum fiska nógvan

upsa undir Føroyum, teir

nýta flótitrol og møguliga

eisini botntrol, og eftir

teimum tølum, sum teir

uppgeva, fær hvør trolari

ofta millum 10 og 20 tons

um dagin.

I fjør vórðu tilsamans

veidd sløk 60.000 tons av

upsa undir Føroyum, og

av hesum hava føroyingar

einans veitt sløk 10%.

Endaligu tølini fyri føroys-

ku veiðuna eru ikki komin

enn, men vit meta, at

veiðan hjá føroyingum í

fjør var nakað tað sama

sum í 1972, sigur Jákup

Sverri Joensen, fiskifrøð-

ingur í viðtali við

Tíðindablaðið.

Føroyingar

nr. 3

Upsaveiðan undir Føroy-

um hevur vundið nógv

uppá seg seinastu árini.

Meðan veiðan í fjør var

59.880 tons, var hon

46.580 tons í fyrraárið. Til

samanberingar kann nevn-

ast, at samlaða veiðan í

1968 var 20.300 tons, og i

1962 var hon 10400 tons.

Nógv tann størsta partin

veiða fransmenn, i 1972

fingu teir góð 28.000 tons,

og tað er væl meira enn

helvtin  av  tí,   sum  veitt

Fiskifrøðingurin Jákup Sverri Joensen

við flótitroli eftir upsa

Góðir møguleikar hjá føroyingum at royna

varð, nr. 2 vóru bretar við

góðum 8.600 tonsum,

føroyingar komu sum nr. 3

við 5.650 tonsum, og

týskarar veiddu 3.440

tons.

Stórir trolarar

Nógv tann størsti parturin

av upsanum, sum verður

fiskaður undir Føroyum,

verður fingin við troli.

Norðmenn fiska eitt sindur

við gørnum - 470 tons í

1972.

Tað eru stórir hekku-

trolarar, sum fransmenn

brúka. Teir royna bara

eystanfyri, inn móti fiski-

markinum og út á einar 40

- 50 fjórðingar úr landi.

Tað   er   í   gýtingartíðini

januar, februar og mars, at

tann nógvi upsin verður

veiddur.

Áttu at veitt

meira sjálvir

Tað er spell, at vit ikki fáa-

meira av hesum upsa

sjálvir, sigur Jákup Sverri

Joensen. Vit eiga sjálvandi

at leggja mestan dent á ta

veiðuna, sum er mest

lønandi, men upsaprísurin

er nógv uppfarin í

seinastuni, og her skuldu

verið góðir møguleikar við

flótitroli. Tað skuldi borið

væl til at roynt eftir upsa í

gýtingartíðini, og tá tann

góða upsatíðin hasar av,

kemur   gýtingartíðin   hjá

svartkjaftinum, og tað

skuldi ligið væl fyri hjá

hesum somu skipum at

trolað eftir svartkjafti frá

mars til seinast í mai

mánaða, sigur , Jákup

Sverri Joensen.

Upsi til USA

og Spania

Fiskasølan upplýsir, at

upsin, sum føroyingar fáa,

verður 'lutvís frystur og

lutvis flaktur. Tað frysta

fer til USA. Ein sáttmáli

er gjørdur við Spania um

flaktan upsa, og ein verður

væntandi gjørdur við

Portugal um stutta tíð.

Smáttan hjá Tom

1. Trælaeigarin, Shelby, var komin í skuld til ein

trælahandlara, Haley, sum segði seg vera til reiðar

at eftirgeva honum skuldina, um hann fekk trælin

Tom afturfyri - og um hann eisini fekk eitt

nekarabarn afturat.

Meðan  teir  sótu  og  talaðu   saman   um   hetta,   kom  ein

nekarakvinna, ið æt Elisa, inn við sínum lítla soni.

Trælahandlarin hugdi gjølla at kvinnuni, og so skjótt hon

var farin út, segði hann, at hann vildi keypa hana, og beyð

nógvan pening fyri hana. Kvinnan hevði verið í húsinum hjá

Shelby, frá tí hon var lítil genta. og hann vildi tí ikki selja

hana - men hann vildi lata Haley fáa tann lítla drongin, um

skuldin harvið var kvittað.

					
Fela smámyndir
Blağsíğa 1
Blağsíğa 1
Blağsíğa 2
Blağsíğa 2
Blağsíğa 3
Blağsíğa 3
Blağsíğa 4
Blağsíğa 4
Blağsíğa 5
Blağsíğa 5
Blağsíğa 6
Blağsíğa 6
Blağsíğa 7
Blağsíğa 7
Blağsíğa 8
Blağsíğa 8
Blağsíğa 9
Blağsíğa 9
Blağsíğa 10
Blağsíğa 10
Blağsíğa 11
Blağsíğa 11
Blağsíğa 12
Blağsíğa 12
Blağsíğa 13
Blağsíğa 13
Blağsíğa 14
Blağsíğa 14
Blağsíğa 15
Blağsíğa 15
Blağsíğa 16
Blağsíğa 16