Tíðindablaðið

Tölublað

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 1

Tíðindablaðið - 05.07.1974, Blaðsíða 1
Tíðindablaðið Nr. 27 - 1. árg. - leysasøla 2,00 kr. Fríggjadagur 5. juli 1974 Telefon 1 48 49 íslendskur leiðari: Besta landslið føroyinga í landsdystinum millum Føroyar og ísland mikukvøldið løgdu føroyingar meira dent á at spæla álopsspæl enn teir fyrr hava gjørt í dystum ímóti íslendingum. Hesin taktikkur vísti seg at eydnast serliga væl i seinra hálvleiki, tá føroyingar fingu bæði málini. Dysturin var nakað linligur í fyrra hálvleiki, men íslendingar høvdu tamarhald á dystinum, og teir høvdu nakrar máltjansir. Lesið um landsdystin og um HM-kappingina á siðu 3 og 7 Ein av íslendsku leiðar- unum á Føroyaferðini, fyrrverandi landsliðsmál- maðurin Helgi Danielsson segði eftir dystin, at hetta var besta føroyska lands- lið, hann hevði sæð. Hann helt, at taktiska spælið hjá føroyingum er vorðið munandi betri, og liðið henda dagin var nógvar ferðir betri enn landsliðið, sum spældi í Klaksvík í fjør. Helgi Danielsson segði, at íslendska liðið spældi ein vánaligan sein- na hálvleik og metti, at einir fimm mans verða avsettir til næsta lands- dyst, sum verður móti Finnlandi í august. Føroyski venjarin: Egg- ert Sigurvinsson: - Eitt av málunum hjá íslendingum var off-side og einum kundu vit havt bjargað. Tað hevði ikki verið ov nógv, um vit fingu javn- leik. Eg eri væl nøgdur við úrslitið, men haldi, at dómarin loyvdi íslending- um ov nógv. Tá vit fóru at spæla harðari i seinna hálvleiki, floytaði hann oftari. VSN-v. SSÍ5WSWSÍÍ WÍSIíWSiN' Verandan á sóldekkinum Høgrumegin England Ferðamannaskipið England verður sett inn í siglingina millum Føroyar og Danmark England er nógv størri skip enn Krónprins Fred- erik, sum hevur røkt siglingina higartil í ár. England varð bygt í Helsingør fyri 10 árum síðani. Skipið hevur 568 koyggjupláss, meðan. Krónprins Fređerik tekur 311 ferðafólk. England tekur 100 bilar ella dupult so nógvar sum Krónprins- urin. Meðan skipið fyrr hevur havt bæði 1. og 2. klassa, er nú bert ein felagsklassi, so at tað er frítt hjá ferðafólkinum at ferðast um alt skipið, munur er bert á støddunum á kahyttunum, og nakrar kahyttir hava baðirúm. Skipið er útgjørt við stabilisatorum, sum mót- virka rulli. Ónøgdar við hjúnarlógina Umboð fyri Kvinnufel- agssamskipan Føroya hava luttikið á einum fundi í Finlandi, har kvinnur úr Norðurlond- um skiftu orð um hjúnørlógina. Síða 5 Brúdleyp Leygardagin 6. juli giftast í Nørrelands kirkjuni í Holstebro Jette F. Sørensen, Holstebro og Poul H. Poulsen, Vestmanna. Adr.: Heimdalsvej 38, Holstebro. Tólini í ólagi Myndin omanfyri er av skiparanum á danska geologiska kanningar- skipinum Tycho Brahe, sum hevur ligið á Havnini í hesi vikuni. Skipið skal til Grønlands at kanna havbotnin um møguleikamar fyri at finna olju har yviri. Ætlanin var, at skipið skuldi kanna havbotnin við Føroyar eisini, men hetta verður av ongum hesaferð av tí, at tey teknisku tólini em í ólagi og eru send niður til umvalingar. Síða4

x

Tíðindablaðið

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Tíðindablaðið
https://timarit.is/publication/643

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.