Tķmarit.is
Leita | Titlar | Greinar | Um vefinn | Algengar spurningar |
skrį inn | Íslenska | Føroyskt | Kalaallisut | Dansk | English |

Fųringatķšindi

PDF  | HQ_PDF  | JPG  | TXT  |
Skoša ķ nżjum glugga:
PDF  | HQ_PDF  | JPG  | TXT  |


Ašlaga hęš


Vafrinn žinn styšur ekki PDF skjöl
Smelltu hér til aš skoša blašsķšuna sem JPG
Fųringatķšindi

						at tað smærra og tað grovara skiljast. í
oðrum londum brúkast fleiri ólika grov sold
til at skilja stelkar, rusk, ilgresfræ og gott
fræ frá hvorjum oðrum. — Ein kann eisini
hava góða hjálp av at brúka eitt mjðlsold,
tá ið einki annað er fyri hond.
Hin mátin er at foykja, týna ella kasta
fræið, so at tað lætta skiljist frá tí tunga.
Tann eldsti mátin, sum umtalast í bíblini
og eldri skriftum var at kasta fræið ella
kornið við hondskupli eftir einum gólvi.
Tað tyngsta fer tá longst burtur og kann
sópast saman fyri seg. Týningatrog hevur
fyrr verið brúkt í fleiri londum, men er nu
at kalla burturlagt allastaðnis uttan í Forjum.
Tann gamli Foroyski týningamátin er seinur
og krevur gott handalag. Tí brúkast nú
yvir hovur allastaðnis blásumaskinur til at
foykja korn og fræ við.
Um bóndin víl hava nyttu av at reinsa
sítt fræ, má hann fyrst og fremst læra seg
at kenna tey bestu græsslogini. Tað fræ,
sum sýnist at vera mest vert her hjá okkum,
fiorinfræið, er smatt og smalt, dimligt, í
brúnt og silkiglitrandi á lit. Tað er fræið
av tí fina, tætta bðgræsinum, sum ofta
verður kalla blaðgræs. Frægræs og blað-
græs er alt eitt. Har sum græsið stendur
rúmt í turrari, góðari jorð, ber tað nógv
fræ, men stendur tað tætt, verða fleiri blðð
og fleiri fræstelkar, helst tá ið toðan er
nógv og sólagangurin ikki er góður.
Siíkt eru kvinnubrógd.
Ilt er at rógva anstroymi, men tað eru
onnur enn vit sjógarpar, sum lagt hava
iborð móti báru« og tó vunnið vegin framm.
Tað gjordi Frú Magnussen úr Islandi, sum
búsett er í Einglandi. Frá 1884 hevur hon
stríðst fyri at fáa saman so miklan pening,
at tað kundi rokka til at fáa upsett ein
íslendskan kvinnuskúla í Reykjavík. Tá
ið best var liðugt og byggjast skuldi, setti
hðvdinganir í Reykjavík seg ímótí við
hondum og fótum. Teir væntaðu skúlan
at fara at verða ovísiendskan — so Is-
lendskan, sum frúgvin er sjálv. Men hon
vann eftir langan drottur.
Skúlin er settur og væl til stðrdar
allar vegir. 18 tilkomnar gentur komu inn
á hann í heyst og av teimum lata ikki
meiri enn 3 lærupengar fyri seg. Fyri at
lærumoygjar eisini í framtíðini kunna fáa
frípláss   á  skúlanum,   er nú frúgvin á ferð
um Norðurlondini til at selja burtur megin-
partin av sínum Islendsku forngripum, sum
eru verdir mong túsund krónur.
Slíkt má kallast at elska fostirlandið
og at hava amhugsan fyri fólki sínum og
slíkt eru kvinnubrðgd, sum fá hava ráð
og færri vilja til at gera.                 Alvi.
,,Ein   otj   hvor  má  sina  lukku  smíoa".
segði langommubadji við mammu á sinni.
Hettar rann mær í huga mánakvðldið, ið
var. Eg tók ein gullpenga, ein gullring
og bílæti av einum ungum dreingi í aðra
hond og eitt liklatyssi og eina sálmabók í
hina. So fór eg út athygja eftir mánanum;
tí tað var nýgjársný. Skolkurin hevði fjalt
seg aftan fyri eitt stórt, svart skýgj; so at
eg mátti standa úti eina góða lðtu. Bróður
segði við meg, at eg mundi fara at standa
og bíða mær deyðasótt til, so at eg hvðrki
kundi fáa drong ella ríkidomi, men eg
lurtaði ikki eftir honum og fekk tá mána-
slintruna at sígja í ðllum góðum. Sum
vituligt er, kann eg ikki siga meg frí fyri
at breyga eitt syndur til Evu sálugu. Tað
var mær ikki fullvæl, at eg visti, mær var
gott fyri í ár. Morgunin eftir, sum var
kyndilsmessumorgun, fór eg út at leita
eftir krákum turrfastandi, hattleys, klúta-
leys og skóleys. Óreint í allar, ið ganga
og buldra við byrsum, so at krákur eru
nærum so sjaldsamar sum lundi á jólanátt.
Eg mátti renna nærum ein hálvfjórðing,
áðrenn eg sá nakra kráku. Hon sat úti
á eínum skerí langt frá landi, so tó at eg
blakaði stein og bein og torvkongul eftir
henni, latst hon ikki um vón. Eg mátti
nakkalong aftur til hús líka klók sum eg
fór út.
Nú eru eingi ráð uttan at hava tol.
Eg meini eg fari at keypa mær av hesum
nýgja vakuríeikssmyrslunum, á apothekinum
er at fáa. Tá, ið eg so royni at vera blið
við allar líkligar dreingir, gevur tað seg
onkum tíð, hvor jð tað fer at verða.
Yngra Marjin,
Smábrot úr svórtu bók.
»Mangt er forborgið í natúrini« ereitt
g'amait orðatak, Meir og meir verður nú
kunnugt fyri hvðrjum manni av tí, sum fyrr
hevur verið forborgið.
Kinafólkið hevur í fleiri hundrað ella
túsund ár haft kunskap um mangt og hvat,
sum nýliga er uppfunnið í vesturlondinum.
Teir gomlu prestanir í Egyptini, sum livdu
fleiri túsund ár fyri kristnu tíðsrokningina,
sýnast eisini at hava haft kunskap um nógv
					
Fela smįmyndir
Blašsķša 1
Blašsķša 1
Blašsķša 2
Blašsķša 2
Blašsķša 3
Blašsķša 3
Blašsķša 4
Blašsķša 4