Føringatíðindi - 01.02.1892, Blaðsíða 2

Føringatíðindi - 01.02.1892, Blaðsíða 2
at tað smærra og tað grovara slđljast. í oðrum londum brúkast fleiri ólíka grov sold til at skilja stelkar, rusk, ilgresfræ og gott fræ frá hvorjum óðrum. — Ein kann eisini hava góða hjálp av at brúka eitt mjolsolđ, tá ið einki annað er fyri honđ. Hin mátin er at foykja, týna ella kasta fræið, so at tað lætta skiljist frá tí tunga. Tann eldsti mátin, sum umtalast í bíblini og eldri skriftum var at kasta fræið ella kornið við hondskupli eftir einum gólvi. Tað tyngsta fer tá longst burtur og kann sópast saman fyri seg. Týningatrog hevur fyrr verið brúkt í fleiri londum, men er nú at kalla burturlagt allastaðnis uttan í Forjum. Tann gamli Foroyski týningamátin er seinur og krevur gott handalag. Tí brúkast nú yvir hovur allastaðnis blásumaskinur til at t'oykja korn og fræ við. Um bóndin vil hava nyttu av at reinsa sitt fræ, má hann fyrst og fremst læra seg at kenna tey bestu græsslogini. Tað fræ, sum sýnist at vera mest vert her hjá okkurn, florinfræið, er smátt og smalt, dimligt, í brúnt og silkiglitrandi á lit. Tað er fræið av tí fina, tætta bogræsinum, sum ofta verður kalla blaðgræs. Frægræs og blað- græs er alt eítt. Har sum græsið stendur rúmt í turrari, góðari jórð, ber tað nógv- fræ, men stendur tað tætt, verða fleiriblóð og fleiri fræstelkar, helst tá ið tóðan er nógv og sólagangurin ikki -er góður. Slíkt eru kvinnubrogd. Ilt er at rógva anstroymi, men tað eru onnur enn vit sjógarpar, sum lagt hava >borð móti báru« og tó vunnið vegín framm. Tað gjórdi Frú Magnussen úr Islanđi, sum búsett er í Einglandi. Frá 1884 hevur hon stríðst fyri at fáa saman so miklan pening, at tað kundi rókka til at fáa upsett ein íslendskan kvinnuskúla í Reykjavík. Tá ið best var liðugt og byggjast skuldi, setti hóvdinganír í Reykjavik seg ímótí við hondum og fótum. Teir væntaðu skúlan at fara at verða ovíslendskan so ís- lendskan, sum frúgvin er sjálv. Men hon vann eftir langan drottur. Skúlin er settur og væl til stórđar allar vegir. 18 tilkomnar gentur komu inn á hann í heyst og av teimum lata ikki meiri enn 3 lærupengar fyri seg. Fyri at lærumoygjar eisini í framtíðini kunna fáa frípláss á skúlanum, er nú frúgvin á ferð um Norðurlondini til at selja burtur megin- partin av sínum Islendsku forngripum, sum j eru verdir mong túsund krónur. Slíkt má kallast at elska fostirlandið og at hava amhugsan fyri fólki sínum og slíkt eru kvinnubrógd, sum fá hava ráð og færri vilja til at gera. Alvi. ,.Ein og hvór má sina lukku smióa", segði langommubadji við mammu á sinni. Hettar rann mær í huga mánakvólđið, ið var. Eg tók ein gullpenga, ein gullring og bílæti av einum ungum dreingi í aðra hond og eitt liklatyssi og eina sálmabók i hina. So fór eg út at hygja eftir mánanum; tí tað var nýgjársný. Skolkurin hevði fjalt seg aftan fyri eitt stórt, svart skýgj; so at eg mátti standa úti eina góða lðtu. Bróður segði við meg, at eg mundi fara at standa og bíða mær deyðasótt til, so at eg hvórki kundi fáa drong ella ríkidómi, men eg lurtaði ikki eftir honum og fekk tá mána- slintruna at sígja í óllum góðum. Sum vituligt er, kann eg ikki siga meg frí fyri at breyga eitt syndur til Evu sálugu. 'I'að var mær ikki fullvæl, at eg visti, mær var j gott fyri í ár. Morgunin eftir, sum var kynđilsmessumorgun, fór eg út at leita eftir krákum turrfastanđi, hattleys, klúta- leys og skóleys. Oreint í allar, ið ganga og buldra við byrsum, so at krákur eru nærum so sjaldsamar sum lundi á jólanátt. Eg mátti renna nærum ein hálvfjórðing, áðrenn eg sá nakra kráku. Hon sat úti á einum skeri langt frá landi, so tó at eg blakaði stein og bein og torvkongul eftir henni, latst hon ikki um vón. ltg mátti nakkalong aftur til hús líka klók sum eg' fór út. Nú eru eingi ráð uttan at hava tol. Eg meini eg fari at keypa mær av hesum nýgja vakurleikssmj'rslunum, á apothekinum er at fáa. Tá, ið eg so royni at vera blíð við allar líkligar dreingir, gevur tað seg onkum tíð, hvór ið tað fer at verða. Yngra Marjin, Smábrot úr svórtu bók. »Mangt er forborgið í natúrini« ereitt gamalt orðatak, Meir og meir verður nú kunnugt fyri hvórjum manni av tí, sum fyrr hevur verið forborgið. Kinafólkið hevur í fleiri hundrað ella túsund ár haft kunskap um mangt og hvat, sum nýliga er uppfunnið í vesturlondinum. 'J'eir gomlu prestanir í Egyptini, sum livđu ; fleiri túsund ár fyri kristnu tíðsrokningina, sýnast eisini at hava haft kunskap um nógv

x

Føringatíðindi

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føringatíðindi
https://timarit.is/publication/10

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.