Tķmarit.is
Leita | Titlar | Greinar | Um vefinn | Algengar spurningar |
skrį inn | Íslenska | Føroyskt | Kalaallisut | Dansk | English |

Fųringatķšindi

PDF  | HQ_PDF  | JPG  | TXT  |
Skoša ķ nżjum glugga:
PDF  | HQ_PDF  | JPG  | TXT  |


Ašlaga hęš


Vafrinn žinn styšur ekki PDF skjöl
Smelltu hér til aš skoša blašsķšuna sem JPG
Fųringatķšindi

						Fólkið í Hetlandi er, suni vit vita, av
sorrm rót sum Førjafólkið og hevur í fornum
tíðum livað undir somu skipan og lógum.
Eina tið høvdu Føringar løgmann saman
við Hetlendingum. og øll viðurskiftir vóru
lík í báðum londum, inntil Hetland varð
sett í pant til Scotlands kong. Eftir ta tíð
fingu skotskir og eingilskir stórmenn lagt
nærum alt jarðagóðs undir seg, og fólkið
varð so at siga trælabundið, — nógv meiri
undirkúgað, enn Føringar í kongahandils-
tíðini. I.andsins børn mátti taka bæði
smáttu og akurteigar til leigu frá stór-
monnum og tað, íð vinnast kundi av sjónum,
mátti avreiðast til góðseigarin fyri tann
prís, hann setti á. Frættist tað, at nakar
handlaði við annan mann enn landeigarin.
var uppsøgn viss.
I hesum árhundraðnum er nógvur bati
komin á lógir og landaskipan í Hetlandi.
Góðseigarnir hava nú ikki einaveldi yvir
fólkinum. Skikkiliga góðir skúlar eru
komnir víða hvar og fólkið hevur sjálvræði
í kommunustýri og nógv ræði i skúla- og
kirkjuviðurskiftum. Tí verri klagast yvir,
at fólkið ikki enn er fullbúgvið til slíkt
sjálvræði og at góðseigarnir, prestarnir í
aðalkirkjuni (tí skotsku statskirkjuni) og
spiritusseljarnir, sum fyri tað mesta halda
saman, ofta fáa yvirlutin við kommunal- og
onnur valg.                                (Niðurlagt.)
Hvussu long tið krevist til at prenta
føroysku bíbilsøguna?
Tað munnu vera o. u. 10 ár síðan, at
Føringafelag ætlaði at útgeva eina føroyska
bíbilsøgu. Nú eru 2 ár og hartil drjúgvir
tveir mánaðir lidnir, si'ðan »Føringatiðindi«
bar boð í bý, at nú fór hendan vælsignaða
bíbilsøga í prentsmiðuna fyrsta dagin. Enn
hevur bibilsøgan ikki latið seg til sjónar;
tí leingist mær at frætta, um verkið bert
er komið í drag, ella um tað ikki kann
fáast í lag.                                 Forvitin.
Bíbilsøgan verður ivaleyst liðug í heyst.
Blaðst.
Hevur »Dim.   grein í sinum mali?
í >Dim.« Nr. 28 spyr blaðstýrarin, um
tað ikki var betri, um verjuskipið hevði
tikið kol fyri norðan og soleiðis sloppið frá
tí tíðsspelli, sum stendst av at taka kol í
Suðroy, tí at trawlarnir ongan ófrið høvdu
gjørt har. A somu síðu og í næstu eftir-
fylgjandi reglum sigir »Dim.« frá trawlara,
sum er tikin eystanfyri Suðroynna. Eftir
sum hetta er einans ólógligu trawlarin, íð
tikin er á hesum sumri, tykist hetta mær
at hóska illa. Ivaleyst er hetta eitt dømi
uppá tann missmun, »Dim.« ofta sýnist at
gera millum Suðuroynna og aðrar lands-
partar.                          Illur   Suðringur.
Føringafelag. Á aðalfundi Ólavsøku-
dag, varð vald nevnd. Fyri Havnina: R.
C. Effersø, Jens Olsen, A. Sámalsson, B.
A. Samuelsen og M. A. Winther. Fyri
Norðoyggjar varð valdur: Absalon Guttorm-
sen; fyri Eysturoy: lærarin N. Østerø; fyri
Norðstreymoy: Olaf J. Olsen; fyri Vágar:
lærarin J. Jacobsen; fyri Suðurstreymoy:
J. Patursson; fyri Sandoy: Mourits Winther
og fyri Suðuroy: Johan Mortensen. Til
roknskapsgranskara varð valdur G.Winther.
Til útsendingar at røða um uppskotið
frá Føringafelag í Keypmannahavn vóru
valdir A. Guttormsen, M. Winther og Just
Jacobsen.
Uppskotið um at lækka limagjaldið,
sum nú er sett til 2 kr., kundi ikki viðtakast
tí at fundurin var ov fámentur; til slíka
lógbroyting krevist eftir lógunum 60 at-
kvøður.
Grind var funnin 24. juli úti fyri Velba-
stað. Hon varð rikin til Miðvágs og dripin
har. 103 hvalir komu til skiftis. 2 skinn
vóru til bátin.
Grindir eru sæddar víða hvar um
landið bæði fyrr og síðan. Summar hava
verið sæddar av konufólki, sum hevur
skammast at siga frá, og stundum hevur
mannfólkið ikki trúið konufólkinum við tað
sama, tey hava sagt frá, stundum hava
eisini mannfólk sæð grindina og hildið, at
tað ikki var sovorðið; men yvirhøvur er
einki álvara gjørt av fyrr enn tað var ov
seint.
Trawlarnir eru nú fleiri at síggja uttan
um landið enn teir hava verið fyrr í summar.
Hegartil hava teir skikkað sær eftir vónum
væl. Eingin av teimum er tikin fyri ólóg-
ligan atburð, síðan kanónbáturin tók ein
tætt við I.ítlu Dímun.
					
Fela smįmyndir
Blašsķša 1
Blašsķša 1
Blašsķša 2
Blašsķša 2
Blašsķša 3
Blašsķša 3
Blašsķša 4
Blašsķša 4