8 A SHEPHERD'S COLOUR STRUCTURE FOR THE IDENTIFTCATION OF SHEEP (AND GEESE) "Í-Síc- ..... # --ÍíCTi ¦*5>~*-'" - * '" 'v'.-V ' Gamalt kyningartippi undir Oymafjalli. Dánjal Jákup sæst niðast í tippinum. (An old enclosure in the outfield for taming sheep and making them accustomed to the place). raørk undir gásina. Harafturat kundu hús, har ið eingin jørð var, hava eina gás »av bygdini«, sum tað varð nevnt. Tilsamans eini 30 gásafrælsi í bygdini. Roknað varð við sjey ungum upp á gásina eitt miðalár, so talið á gæsum við ungum var um hálvttriðja hundrað til trý hundrað. Gæsnar skuldu vera av bønum frá 25. mai til 25. oktober. I Øravík var gásahagin í felag fyri alla bygd- ina. Mangan fóru gæsnar burtur av bygdini. So varð farið at leita, og tá vóru litirnir hentir. Somuleiðis tá ið gæs vórðu lýstar upp. Gæsnar vóru markaðar. Á fótinum vóru markini riva og hol, í innfit og útfit, í høgra og vinstra fóti. Markini vórðu nevnd riva innfit, riva útfit, hol í innfit, hol í útfit, riva hol í innfit, riva hol í útfit. Á hvørjum fóti varð so lagt afturat, t.d. riva innfit í høgra fóti. Upp í tríggjar rivur og onkuntíð hol aft- urat kundu vera í somu fit. Summir mark- aðu eisini í veinginum, skóru eina ella fleiri fjaðrar. Okkurt hús í Øravfk hevði markið: riva innfit í høgra fóti og triðju fjøður í vinstra veingi. Um gásalitir aðrastaðni kann verða víst til Kristina Magnussen: »Gásarhald í Hovi«, Málting nr. 3, 1991, og áðurnevndu bók »Lív og lutir«, harafturat til greinarøð- ina »Gásin« eftir Ditlev Hammer í tíðarrit- inum »Suðuroyggin«, nr. 1, 1991, og fram- hald. Seyðalitirnir og seyðaskipanin vórðu skriv- að upp á vári í 1980, somuleiðis gásalitirnir. Tilfarið varð skipað í 1994 og inngangurin skrivaður. Helgi í Brekkunum, sum hevur verið røktingarmaður í Hósvík í mong ár,