SEYDALITIR OG GASALITIR I ØRAVIK var so beinasamur at lesa tilfarið og gera viðmerkingar. Hesir hava lisið handritið: Dánjal J. Bærentsen, gamli landsdjóra- læknin, Dánjal Pauli Danielsen, bóndi í Búðini á Velbastað, og Jústines Olsen, djóralækni. At enda skal verða lagt afturat, at Dánjal Jákup hevur sjálvur eftirkannað hetta hand- ritið og váttar, at tað er í lagi. Seyðalitir hvítt snjóhvítt er serliga hvítt grátt Ijósgrátt (ikki dimmgrátt) morreytt grámorreytt aðrastaðni í landinum verður sagt ljósmor- reytt. (ikki ljósmorreytt) (ikki dimmmorreytt) reytt dimmreytt er myrkareytt. svart grásvart svart lamb, ið gránar sum tilkomið. Grásvart verður ikki sagt um lamb. Grásvart sæst ikki, fyrr enn lambið verður gimbur. svart morlitt svart lamb við brúnligum dámi, verður sum tilkomið grásvart. eplut hvítur seyður við smáum svørtum plettum í skort- inum. Eplut verður ikki nýtt í samanseting. (ikki gráeplut) (ikki moreplut) flekkut hvítur seyður við svørtum litum dimmflekkut hvítur seyður við stórum svørtum litum smáflekkut hvítur seyður við smáum svørtum litum gráflekkut hvítur seyður við gráum litum morflekkut hvítur seyður við morreyðum litum reyðflekkut hvftur seyður við reyðum litum (ikki ljósflekkut) (ikki grásvartflekkut) gjørðut hvítur seyður, svartur um høvdið og ein leysan svartan lit mitt á bakinum dimmgjørðut hvítur seyður, svartur um høvdið og ein stóran leysan s.vartan lit á bakinum grágjørðut hvítur seyður, gráur um høvdið og ein leys- an gráan lit mitt á'bakinum dimmgrágjørðut hvítur seyður, gráur um høvdið og ein stóran leysan gráan lit á bakinum morgjørðut hvítur seyður, morreyður um høvdið og ein leysan morreyðan lit mitt á bakinum dimmmorgjørðut hvítur seyður, morreyður um høvdið og ein stóran leysan morreyðan lit á bakinum reyðgjørðut hvítur seyður, reyður um høvdið og ein leysan reyðan iit mitt á bakinum trígjørðut hvítur seyður, svartur um høvdið og tveir leysar svartar litir á bakinum (ikki grásvartgjørðut) grímut svartur seyður við hvítum litum í skortinum grágrímut gráur seyður við hvítum litum í skortinum morgrímut morreyður seyður við hvítum litum í skort- inum grásvartgrímut grásvartur seyður við hvítum litum í skortinum (ikki grímut grásvart) (ikki ljósgrágrímut) (ikki reyðgrímut) gulmut svartur seyður, hvítur undir búkinum og upp undir halan grágulmut gráur seyður, hvítur undir búkinum ... Ijósgrágulmut Ijósgráur seyður, hvítur undir búkinum... morgulmut morreyður seyður, hvítur undir búkinum ... grásvartgulmut grásvartur seyður, hvítur undir búkin- um ... gulmut grásvart er tað sama sum grásvartgulmut (ikki reyðgulmut) hjølmut svartur seyður, hvítur um nøsina, skalian, halan og beinini (ikki altíð hvítur um øll beinini) gráhjølmut gráur seyður, hvítur um nøsina ... morhjølmut morreyður seyður, hvítur um nøsina ... (ikki reyðhjølmut) nevjut hvítur seyður, døkkur um nøsina og eyguni. Nevjut verður ikki nýtt í samanseting. (ikki gránevjut) (ikki mornevjut) skørvut svartur seyður við smáum hvítum litum í síð- unum (munur kann vera á litunum á báðum síðunum) Ijósskørvut svartur seyður við størri hvítum litum í síð- unum ... gráskørvut gráur seyður við smáum hvítum litum í síð- unum ... Ijósgráskørvut gráur seyður við størri hvítum litum í síðunum ... morskørvut morreyður seyður við smáum hvítum litum í síðunum ... (ikki reyðskørvut) sokkut ljósgráur seyður, dimmur um skortin, búkin og