22 A SHEPHERD'S COLOUR STRUCTURE FOR THE IDENTIFICATION OF SHEEP (AND GEESE) ¦¦-¦¦. ""''-i'^^^S^^^ ¦."' ¦ ¦:..¦¦ .m. . Gásarhúsið varð setí á eitt turt stað, grót laðað í runding, hella løgd útyvir, og takt varð við nævuri ogflagi. Her sæst gamla gásarhúsið í Ólavsstovutrøðini. (Goose house) Gásalitir hvít einlitt gás grá einlitt gás blá einlitt gás morreyð einlitt gás øskulitt einlitt gás. Øskulitt er væl ljósari enn morreytt, millum hvítt og morreytt. Gás er ikki svørt. skjórut blá gás við smáum hvítum litum í. Ivist í, um gráskjórut man hava verið nýtt, havi sjálvur ongantíð sætt eina gráskjóruta gás. Ijósskjórut blá gás við størri (fleiri) hvítum litum í. dimmskjórut blá gás við smærri (færri) hvítum litum í. svartbøkut hvít gás við gráum liti á bakinum, gráum høvdi og gráum lummafjaðrum. Litirnir eru leysir hvør frá øðrum. blábøkut hvít gás við bláum liti ... morbøkut hvít gás við morreyðum liti... Bøkut einsamalt verður ikki sagt um gás, men bara í samanseting sum svart-, blá- ella morbøkut. I Øravík verður ikki sagt grábøkut. dimmsvartbøkut hvít gás við størri gráum liti á bakin- um, grá longur niður á hálsin og við gráum lumma- fjaðrum. Litirnir eru næstan samankomnir. Ljós- svartbøkut osfr. verður ikki nýtt. dimmblábøkut hvít gás við størri bláum liti ... dimmmorbøkut hvít gás við størri morreyðum liti ... knokkut hvít gás við gráum liti á knokkinum. bláknokkut hvít gás við bláum liti á knokkinum. Havi ongantíð sætt morknokkut, men liturin kann hugsast. I Øravík hevur at kalla einki verið av mor- reyðum og morbøkuturh gæsum. krossut hvít gás við gráum liti á knokkinum, einum gráum liti á bakinum og gráum lummafjaðrum. blákrossut hvít gás við bláum liti ... Havi ongantíð sætt morkrossut, men liturin kann hugsast. helsut grá gás við smølum hvítum liti um hálsin. Gráhelsut (fyri helsut) verður ikki sagt í Øravík. bláhelsut blá gás við smølum hvítum liti um hálsin. morhelsut morreyð gás við smølum hvítum liti um hálsin. grá bringuhvít grá gás við hvítari bringu. blá bringuhvtt blá gás við hvítari bringu. morreyð bringuhvít morreyð gás við hvítari bringu. Bringuhvítt einsamalt verður ikki sagt um gás.