HØVUNDALEIDBEINING 119 Høvundaleiðbeining Fróðskaparrit er tíðarritið hjá Fróðskaparfelagnum. Allar náttúruvísindaligar og læknafrøðiligar ritgerðir, somuleiðis allar hugvísindaligar ritgerðir á øllum skandinávisku málun- um ella á enskum hava áhuga um so er, at evnið, tær viðgera, hevur samband við Føroyar. Ritstjórnin og/ella óheftir metarar viðgera øll handritini. sum koma inn. Gjørt skal verða eftir hesi leiðbeining, annars verður ritgerðin send høvundanum aftur, so at hann kann endurskoða hana. Send upprunaritið og tvey avrit av handritinum til rit- stjóran, helst eisini sum fílu á 31/2" diskli í WordPerfect ella Word ella sum ASCII-fílu. Høvundarnir fáa rættlestrar sendandi, og teir eiga at verða sendir ritstjóranum aftur innan eina viku. Sum minst eigur at verða broytt; eru ógvisligar broytingar, verður kravt fyri tað. Fyrsti høvundur fær 50 serprent fyri einki. Leiðbeining: Handrit eiga at lúka tær treytir, sum eru vanligar innan tey ymisku vísindaligu økini. Kortini má so lítið sum gjørligt vera av ískoytisviðmerkingum, serliga eigur at vera roynt at sleppa undan undirgreinum - tá átti heldur at verið komið við allari frágreiðingini ísjálvari ritgerðini. Skákstavir (kann eisini verða víst á í tekstinum við at vera undirstrikað) eiga at verða nýttir til: 1) At vísa til heitið á bókum og tíðarritum 2) Plantu-og djóraheiti á latíni Heitið á ritgerðini: Feitir stavir, stórir og smáir stavir og navnið á høvundanum/unum: Skákstavir, stórir og smáir stavir og so tvær tómar reglur. Stig 1 undirheitið: Feitir stavir, stórir og smáir stavir og so ein tóm regla. Stig 2 undirheitið: Feitir stavir, stórir og smáir stavir, eingin tóm regla aftaná. Stig 3 undirheitið: Skákskrift, stórir og smáir stavir, eingin tóm regla aftaná. Heitið á greinini, tekstir til myndir og tabellir skulu standa á føroyskum og enskum. Heitið og navnið á høvundanum eiga at standa á fyrstu síðu, síðani kemur samandráttur av ritgerðini, ið ikki má vera meiri enn 175 orð, ið víðka um heitið uttan at endurtaka tað. Samandrátturin vísir í stórum á endamálið við ritgerðini, greiðir frá arbeiðinum, staklutum og týdningarmiklum úrslitum og niðurstøðum. Umframt eigur enn eitt úrtak at vera tøkt til at týða annaðhvørt til føroyskt ella enskt alt eftir, hvørjum máli ritgerðin er á. Fult navn og bústaður hjá høvundanum/unum eiga at standa aftan á tilvísingarlistan, somuleiðis telefon- og faksnummar og hvagar snarpostur kann sendast. Best var, um hetta stóð í tekstinum: Inngangur, tilfar og mannagongd, úrslit. kjak og niðurstøður, men onnur hugtøk munnu fara at verða góðkend. í tekstinum verða altjóða skip- anir og eindir nýttar (Sl-Units, sum til dømis metur skrivaður m; Celcius-stig skrivað °C). Myndir: Talvur og myndir (eisini fotomyndir) eiga at standa aftan á tekstin, og frá- greiðing um tær eigur at standa í myndatekstinum (ikki sum: ...st' tekst). I talvunum eigur teigari at verða nýttur. ongantíí) glopp. Myndir eiga at verða sendar sum ein EPS clla TIFF fíla ella prentaðar á hvítt pappír. Allir stavir og øil tøi verða sett við telduni hjá prentaranum. Svart/hvítar fotomyndir ella litmyndatalvur mugu sendast sum diasmyndir (6cm x 6cm) ella sum glansprent, ikki størri enn A4 til støddar. 1 tekslinum ciga tilvísingar ikki at verða talmerktar, men navngivnar sum Joensen (1963) ella tá ið tað liggur betur fyri sum (Joensen, 1963). Er meiri enn ein tilvísing, eigur at verða skrivað soleiðis: Joensen (1963; 1970), ella: (Jocnscn, 1963; 1970), ella: (Svabo. 1783; Joensen, 1963). Soleiðis eigur at verða víst til ávísar síður: (Joensen, 1963: 123-134). Soleiðis eigur at verða víst til tveir høvundar: (Joensen og Táning, 1970) og soleiðis til meiri enn tveir høvundar: (Enckell et al., 1986). Longri niðri stendur tilvísing í fullum orðaljóði. Tilvísingarlistin eigur ikki at verða settur í nummarrøð, men skrivaður í bókstavarøð, hciti á bókum í fullum líki, tíðarrit við teimum styttingum, sum tíðarritið nýtir í løtuni, so sum: Bcnjaminsen, T. og Christcnsen, I. 1980: The natural history of the bottlenose Whale, Hyperoodon ampullaius (Foster). ln: Winn, H.E. and Olla, B.L. (eds.). Behavior of Marine Animals vol3: 143-158. Enckell, P.H., Bengtson, S.-A., Douwes, P., Niklasson, M., Stille, B. og Wiman, B. 1986. The dispersal pattern ol an anthropochorous species: Genetic variation in populations of Lumbrhu.s lerrestris L. (Lumbricidae) in the Faroe Islands. Heredhas 104:253-261. Joensen, A.H. 1963. Ynglefuglene pá Skúvoy, Færøerne, deres udbredelse og antal. Dansk Ornhh.Foren. Tidskr. 57: 1-18. Joensen, H.D. 1970. Fuglamyndir cflir Díðrik á Skarvanesi. Fróðskaparrh 18: 275-296. Joensen, J.S. og Táning, Á.V. 1970. Marine and Freshwater fishes. In: Spárck, R.t and Tuxen, S.L. (eds.). 1928-1971. The Zoology ofthe Faroes 111(1): LXII-LXIII. 1-241. Svabo, J.C. 1783 (1959). Indberetninger fra en Rei.se i Færøe 1781 og 1782. Selskabettil Udgivelse af Færøske Kildeskrif- ter og Studier. København. Udkast tii Lov for Færøerne om Jagt, Fuglefangst m.m. 1911. Forshig og Betænkninger afgivne af Den Færøske Landbo- kommision. København: 303-314. Williamson, K. 1970. (2nd ed). The Atlantie l.slands. A study of the Faroe Life and Seene. London. Sendið handritini til Dorete Bloch. ritstjóra, Føroya Nátt- úrugripasavn, 100 Tórshavn, tlf.: 18588, faks: 18589, Snarpostur: doreteb@ngs.fo.