Tķmarit.is   | Tķmarit.is |
Leita | Titlar | Greinar | Fréttir | Um vefinn | Algengar spurningar |
skrį inn | Íslenska | Føroyskt | Kalaallisut | Dansk | English |

Oyggjarnar

PDF  | HQ_PDF  | TXT  |
Skoša ķ nżjum glugga:
PDF  | HQ_PDF  | TXT  |


Ašlaga hęš


žś žarft aš vera meš Adobe Reader Plugin til aš skoša žessa sķšu


get Adobe Reader



Oyggjarnar

						Tað er sjálvsagt: fáa vit

fyrst torg, so verður nógv meiri

virkað bæði úti og inni av ti,

sum her kann seljast. Fólk

fara at gera sær meiri ómak

við at velta alskyns grøntsakir,

at smiða træilát. sum enn eru

mest í brúk: hakkibrettir. skeru-

brettir, drílafjalir, manglufjalir,

sneisar, sleivur og tuflur. kann-

ska skera út okkurt smáputl

til pynt; flætta tavur og strá-

máttur. sum so nógv brúk er

fyri, men lítið verða tilgjørdar

nú í Førjum. Røtur og eplur

fara tá ikki at tróta, ella bjarga-

fuglar og teirra egg!

Men torghallur má tað verða!

Eitt torg við taki! Annars er

tað óbrúkiligt í føroyskum

veðurlag!

Eg havi allar tíðir verið so

væntin, hopi tó, at nevndin fyri

Havnarkommunu, sutn nú er so

væl samansett, hugsar okkum

um torghallin, allarhelst í hetta

summar; eg mann ikki ætla so

skeivt. táiðeghaldi, at hendan

sak kann avrikast skjótt og við

heldur lítlan bekostnað . . . »tað

kemur aftur«, segði maðurin . . .

Húsfrií i Suffursfreymoy.

Halgjudagur og hvíludagur.

Umframt at verða halgju-

dagur eigur sunnudagurin at

verða fultút hvíludagur; hvílu-

dagur ikki bara fyri menn, eis-

ini fyri kvinnu — fyri arbeiðs-

konu og matmóður, mest fyri

tey, sum eingi arbeiðsfólk hava.

I mongum heimi er tað so, at

kvinnunar hava líka nógv at

gera sunnudag sum gerandi, og

í smáhúsum, har nógv børn eru,

hevur konan størsta sleipið um

sunnudagin, børnini skulu »lat-

ast í« — hvussu tey ganga til

hvønndag. verður yvirhøvur ikki

lagt í. mennirnir eru tá heima

og nýta fleiri hondsrætningar,

enn arbeiðsdagar, tá teir sum

oftast eru úti allan dagin; mat

skulu øll hava; at »rudda burtur«

verður goymt til heiludag —

hvíludag! tað er væl út á dagin

tá ið konan hevur fingið vaskað

og kjembt sær. Nú kemur ferða-

maður, hann verður settur til

borðs og kaffiketilin má »útá!«

fólk úr bygdini koma at vikja;

maðurin í húsinum er raskur

at tosa og stuttligur — »tað

eru ikki fleiri ennsoU 011 bjóða

kaffi. Konan sleppur illa »undir

kúnna«, verður í síðsta lagið

at »nátta«. Børnini gráta og

illa láta, hon sleppur sær at

»geva« teymum og fáa tey í

song. Kl. er tá farin væl av

10. Konan hevur hildið halgju-

dag og — hvíludag.

Tær eru nógvar sum fáa sær

tað úhugnaliga sundagsstarvið,

antin tí tær ikki duga, ella ikki

leggja i at ordna tíðina uppá

besta máta. Ein tann størsti

óskikkurin er at hava betri mat,

ella biðja frammandar til sunnu-

dagin. Fríggjadagurin er laga-

ligasti dagurin at halda verð-

skap.

Vit áttu at gjørt sum Scot-

arnir. ið æra sunnudagin heima

í frið. Nógv donsk heim brúka

tann síðin nú, og gera so nógv

sum møguligt til um leygardagin

uppá tað, at sunnudagsfriður og

sunnudagshugnaður má vera

stórur og sunnudagsarbeiðið lítið.

— Steik kann t. d. steikjast,

kjøt kann kókast og — eplirvið!

knettir eru best gørd um leygar-

dag til sunnudagsdøgurðar, blóð-

pilsa kann gerast til, fiska- og

kjøtfarce, kaldir budingar, form-

køkur, rabarber- og frugtgreytar

og mangt annað. Tey, sum

bara ætla at kóka fisk til sunnu-

dagsdøgurða. sleppa lættliyari

við at gera hann reinan og

koyra eitt syndur av salti omaná,

so stendur hann beint til at

koyra í pottin. Køld steik

smakkar ikki minni væl enn

heit, tá ið uppheitt sous og

brankaði eplur eru aftur við.

Nógv tíð og nógv fortreðiligheit

er spard uppá hendan mátan —

ikki minst í smáhúshaldi. I

Danmark kalla tey, sum hava

tikið hendan eingilska siðin

upp — fyrsta sundagsmáltíðið

»morgummætardøgurð!« Tey

hava tó eitt slag av heitum

mati   og kalt borð   —   »fínari«

og simplari eftirsum húsið hevur

evni til — omaná. Hettar

máltíðið verður etið kl. i, og

so er matfriður aftur til nátt-

urðar kl 8. Til morgumdrekka

hava tey skorið breyð við smør

uppá.

— Hvørt hús, sum er so

nøkurlunda ordentligt. hevur

altið brent og malið kaffi og

sukur høgt til sunnudagin, og

sjálvsagt bakverk. Har, sum

nál og tráður brúkast, skógvar

verða blankaðir, tveingir, bond,

hosur og sokkar vaskast og

tvætlast um sunnudag, har er

eitt sannt ótrivahús — tá ið

annans ikki ringar umstendig-

heitir eru innandura.

Sunnudagurin eigir at brúk-

ast til at forfríska lekam og

sál, at ganga úti ella hvíla

heima við góðan læsnað, at

tosa við fólk, sum koma at

vikja okkum.

»Andin hevur ongar vónir

fyrr enn lekamið er væl tilpas«.

Við hesum orðum begynti ein

av okkara mest teinkjandi teo-

logum eina røðu í Keypmanna-

havns Føringafelag. Hann tók

orðini títt uppaftur uppá tað,

at tey skuldi rína væl við.

Endiliga: Latið sunnudagin

verða hvíludag fyri kvinnu og

mann. húsbóndafólk og arbeiðs-

fólk.

Føroyskar royndir.

Tann, sum leggur hønu við

góðum slag í apríl og føðir ung-

arnar væl, fær egg aftur til

heystar.

Gev høsnarungunum bleytt

fóður í fyrsti tíðini: hakkað

harðkókað egg í mjølk og havra-

mjøl rørt i mjølk ella vatni,

síðan majs, eplur, sum eru sundur-

kroyst, og kókað fiskarusk.

Reint vatn og »grønt« má aldri

saknast hjá høsnunum, sum eru

inni, og væl ljóst mugu tey hava

tað Móti verpingartíð fara tey

væl fr: -n av heitum, væl loyptum

fligum, og smáttskornum hvala-

kjøti. Best ur_ tey altíð fingu

hetta (fligur og hvalakjøt)  2—3

					
Fela smįmyndir
Blašsķša 1
Blašsķša 1
Blašsķša 2
Blašsķša 2
Blašsķša 3
Blašsķša 3
Blašsķša 4
Blašsķša 4