Tķmarit.is
Search | Titles | Articles | About | FAQ |
login | Íslenska | Føroyskt | Kalaallisut | Dansk | English |

Fųroya kunngeršasavn A og B

PDF  | HQ_PDF  | JPG  | TXT  |
Open in new window:
PDF  | HQ_PDF  | JPG  | TXT  |


Vertical fit


Your browser does not support PDF files
Click here to view the page as JPG
Fųroya kunngeršasavn A og B

						451
Nr. 60                                                                                                                             7. mai
KUNNGERÐ
um
skeinkingarloyvi.
Við heimild í § 13 í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka hevur
landsstýrið fyrisett:
§ 1. Loyvisnevndin kann eftir umsókn veita persónum, partafeløgum, lutafeløgum ella tflflcum, feløgum, ið
reka hotel- og restauratiónsvirksemi, og skipum í sigling loyvi at skeinkja gestunum rúsdrekka. Loyvis-
nevndin skal tryggja sær, at loyvishavarar hava neyðugan kunnleika til hesa serligu vinnu.
§ 2. Við umsóknum, ið skulu skrivast á serstakt oyðublað, skulu m.a. fylgja upplýsingar um aldur, heima-
rætt, bústað, handilsligan førleika, fíggjarviðurskifti, hvar fyritøkan skal liggja og frágreiðing um hølini.
§ 3. Loyvisnevndin avger, aftaná eina samlaða meting av umstøðunum í hvørjum einstøkum føri, um loyvi
kann verða veitt ella ikki.
§ 4. Áðrenn skeinkingarloyvi verður givið, skal ummæli verða fingið til vega frá kommunalu myndugleik-
unum á staðnum.
Stk. 2. Áðrenn endaligt loyvi verður givið, skulu hølisviðurskiftini og aðrar umstøður lúka tær treytir, ið
m.a. ásettar eru í byggilóggávuni, brunalóggávuni, heilsulóggávuni, matvørulóggávuni og politiviðtøku-
num.
Stk. 3. í loyvinum kunnu ásetast slíkar treytir, sum loyvisnevndin í hvørjum einstøkum føri metir neyðugar
til at fremja samfelagslig, fráhaldslig og onnur sjónarmið.
Stk. 4. Hevur ein persónur ella eitt felag fingið loyvi, og skal loyvishavarin ikki sjálvur leiða fyritøkuna, skal
navnið á tí persóni, sum eftir § 12, stk. 3, í lógini hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum, verða tilskilað í
loyvinum.
Stk. 5. Um fyritøkan skiftir eigara, skal søkjast um nýtt skeinkingarloyvi. Meðan umsóknin verður við-
gjørd, er gamla loyvið galdandi.
§ 5. Fyri skeinkingarloyvi verður gjald latið, sum fer í landskassan.
Stk. 2. Fyri skeinkingarloyvi til øll sløg av rúsdrekka er gjaldið kr. 10.000,-. Fyri skeinkingarloyvi einans til
øl og borðvín er gjaldið kr. 5.000,-. Sama gjald verður goldið, tá loyvi verða longd.
§ 6.1 skeinkingarloyvinum skal í hvørjum einstøkum føri verða tilskilað, hvørji sløg av rúsdrekka loyvið
fevnir um, og hvørjar tíðir loyvt er at skeinkja gestum rúsdrekka.
§ 7. Loyvishavari hevur skyldu til at ansa eftir, at rúsdrekka ikki verður latið út úr húsunum, og at rúsdrekka
bara verður flýggjað gestunum í fløtum at drekka úr á staðnum.
§ 8. Rúsdrekka til einstaklingar kann ikki verða latið uppá borg.
§ 9. Brot á reglurnar í hesi kunngerð og á treytir í loyvinum við heimild í hesi kunngerð verða revsað eftir §
22, stk. 3, í lógíni.
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 1992.
Føroya Landsstýri, 7. mai 1992
Marita Petersen (sign.)
landsstýriskona
/ J. Hilduberg (sign.)
					
Hide thumbnails
Page 445
Page 445
Page 446
Page 446
Page 447
Page 447
Page 448
Page 448
Page 449
Page 449
Page 450
Page 450
Page 451
Page 451
Page 452
Page 452