Tķmarit.is
Leita | Titlar | Greinar | Um vefinn | Algengar spurningar |
skrį inn | Íslenska | Føroyskt | Kalaallisut | Dansk | English |

Fųringatķšindi

PDF  | HQ_PDF  | JPG  | TXT  |
Skoša ķ nżjum glugga:
PDF  | HQ_PDF  | JPG  | TXT  |


Ašlaga hęš


Vafrinn žinn styšur ekki PDF skjöl
Smelltu hér til aš skoša blašsķšuna sem JPG
Fųringatķšindi

						FØRÍNGATÍDÍNDÍ
Nr.
Januar 1890.
Árg.
FÓRINGATÍÐINDI kemur út fyrsta
Tórsdagin í hvðrjum mánaði og kostar i
krónu um árið.
FÓRINGATÍÐINDI vil fremja tað, ið
Foringafelag stevnur at, sum er: at verja
Forja mál og F"orja siðir; royna at vekja
og styrkja samanhald millum Foringar og
fáa teir at verða fríír í sinni og skínni.
FORINGATÍÐINDI vil framfora mangt
og hvat, sum kan verða til gagn fyri ok-
kara vinnuvegir á sjógvi og landi.
FORINGATÍÐINDI vil, stutt og greitt,
siga nýgjastu tíðindi úr Forjum og oðrum
londum.
FÓRINGATÍÐINDI vil frambera av
vísum, skjemtisogum og ymsum oðrum, ið
skrivast á Foroyskum máli, so mikið, sum
rúmast kann.
lá, ið nevndin fyri Foringafelag tók sær
fyri at utgeva eitt blað í Foroyskum máli,
var tað ikke frítt, at hon stúrdi fyri tí, at
blaðið vildi fáa óv nógv imóti sær. I einum
landi, hvar í fá hava lært at læsa og enn
færri at skriva moðurmálið, er tað lítið
væntandi, at eitt blað sum Foringatíðindi
skal kunna blíva ein vælkomin gestur í
hvonsmans húsi. Tað, sum í tí stendur,
krevur at vera valgt við umhugsan, so at
folk kann hava hug at stava segígjognum
tær ókunnugu rúnirnar. Hann, sum er
biðin til at vera stýrari fyri blaðnum,
heldur seg ikki at vera foran at g'era tað
so væl, sum tað átti at gerast; men hevur
tó tikið sær tað uppá, hopandi at teir,
sum nakað evna, vilja hjálpa honum og at
fólk ikki vil frnnast óv illa at tí, ið rangt
kann vera.
I hesum árinum, sum nú er farið, hevur
nógv verið orðað í «Dimmalætting» um,
hvussi Foroyska málið rættast skal skrivast
ella stavast. Her skal ikki sigast mikið
um, hvat ið kann forast framm frá ymsum
síðum   til   styrk fyri  hendan   ella   handan
mátan. Herí blaðnum verður enn so leingi
roynt at fylgja tí stavingalag, Provst
Hammershaimb og Professor Svend Grundt-
vig hildu vera tað besta. Vit vilja ikki, at
Forjamál heldri enn onnur mál skal standa
í stað, sum tað var av úrolds tið, tó má
ikki gloymast, at málið nú er komið í óriJkt.
Fólk hava ikki nú sum fyrr lagt seg eftir
at hava grein í sínum máli. Orðini sigast
ólíkliga utan at hugsa um grundina í teimuni.
Fitt stovingalag, hvar í hvort Ijóð hevur
sítt merki og lítið dent verður lagt uppá,
hvat hopi er í orðinum, vildi ivaleyst hjálpt
til at sláa fast oll merkir av ti niðurgangi,
Foringar nú í fleiri hundra ár hava verið
staddir í. Heldri ikke má gloymast, at
bygdamálini eru komin so langt frá hvor-
jum oðrum, at neyð er at fáa ein búna
(eitt stavingalag) til at hoska uppi á teimum
ollum. Tí kravdi við rottum hvorjum bygda-
máli sína ljóðskrift. Foringafelags endamál
er ikki at slíta sundur, men heldri at knýta
saman; tí má felagsblaðið ro)-na at javna
b)rgdamálini saman, og tað mann helst og
best fáast í lag, við at beina tey ígjognum
ta rót, sum tey eru útsprungin av. Mangur
sigur, at hettar, sum skrivað hevur verið í
«Dimmalætting» og í Foringafelags skriftum
er Islenskt; — tað er tó væl langt frá
Islenskum, um tað enn er likt tí; — og
hví skuldi tað ikki líkst tí? Hann er ikki
svínum líkur, ið sínum er líkur. Tað eru
so mong ljóð í tí Foroyska málinum, at
man ikki hjálpist væl við teimum bókstavum,
sum brúkast í Danskari skrift. Hesir nýggju
bókstavirnir mugu falla teimum ókunnigur
fyri, sum ikki hava lært at lesa annað enn
Danskt. Tó vil tað vera gjorligt fyri tey,
sum hava hug til tað, at lesa hesa skriftina
og úttala hana, hvor eftir sínum bygdamáli.
Tað vil skjott lærast at a ofta má úttalast
sum ea, at æ norðan f jorð úttalast líka sum
a — suðuri á Suðuroynni sum e; at á út-
talastnakað sumoa; at i og y úttalast líka;
at í og ý úttalast uj; at ó úttalast sum ou
og   ú sum yv,   ei sum aj, at g og k hava

					
Fela smįmyndir
Blašsķša 1
Blašsķša 1
Blašsķša 2
Blašsķša 2
Blašsķša 3
Blašsķša 3
Blašsķša 4
Blašsķša 4