Tímarit.is
Search | Titles | Articles | About | FAQ |
login | Íslenska | Føroyskt | Kalaallisut | Dansk | English |

Fuglaframi

PDF  | HQ_PDF  | JPG  | TXT  |
Open in new window:
PDF  | HQ_PDF  | JPG  | TXT  |


Vertical fit


Your browser does not support PDF files
Click here to view the page as JPG
Fuglaframi

						I
Lýsingar, fyri
smæsti skrift:
Innlendskar:
10 oyr. reglan.
Uttanfyri Ferjar:
12 oyr. reglan.
Nr.
^AMTSB0
_____        X          TÓRSHAVN        %
Fuglaframi.
Tirsdagin 12. april 1898.
„Fuglaframi" kann
bíleggjast frá 1. í
hverjum mánaðatil
útgangin av einum
fjórðingsári.
i. ár.
„Fuglaframi" kemur út 2. og 4. tírsdag um
mánaðin.    Skriftlig uppsøgn.
Blaðstýrari:
SVERRE   PaTURSSON.
„Fuglaframi" kostar, goldin frammanundan,
I kr. hálvárið, flutningspening undantikin.
Bergensframsýningin.
Framsýningslutar fóru niður við »I.auru<
28. mars, og vóru har ímillum 3 bátar:
2 seksmannafør og 1 tíggjumannafar.
»Dansk Fiskeriforening« hevur alt ráðið
yvir flutning, uppstilling og øðrum við-
víkjandi framsvningsgóðsirium, og fyriskipar
øllum. Nakar framíhjá styrkur — sum
Føroyingar bóðu um — varð ikki givin.
Tær 1000 kr., sum biðið var um til ferða-
fólkið, eru játtaðar.
Fólkatingsvalgið er sett til at verða
20. mai.
Rikisstýrið høgra í Noregi hevur biðið
kongin um at sleppa sær frá. Nvtt stýri
er afturkomið.
Amtmaðurin fór niður við síðsta post-
skipið. Tað sigst, at hann ætlar sær upp
aftur við  »Lauru«  22. apríl.
Ókunnug fiskiskip royna í ár — sum
hini árini —'¦ innanfyri markið. Fyri hesum
tykist eingin bót at vera.
Vestanfyri hevur verið skikkiliga góður
fiskiskapur, tó ikki endiliga á tí rætta vár-
grunninum. Agn hevur ikki skortað. Sild
hevur fingist bæði í Sandavági, Miðvági og
Vestmanna. Tær sygru bygdirnar hava
fingið sær sild úr Kollafirði og Havn.
Fiskurin er smærri enn vant er at vera.
Tann 6. apríl sást lamb í Kirkjubø.
Velbastaðvegurin.
• Nú er aftur ætlanin at gera aftrat.
Skal hesin vegurin broytast og leggjast
soleiðis, at hann kann nvtast ella í aít fall
koma og nýtast til koyru- og ríðuveg, ella
skal hann leggjast soleiðis, at hann við
alla stongir fyri øllum tílíkum?
Føroyskar skipstroyggjur.
Á   stórtingi   í   Noregi   er   avgjørt,    at
herfólkið,    gongufólkið,    um   veturin   skal
%  bera    føroyska     troyggju     undir     »mun-
deringini«.
Tað má kallast vágaverk at útreiða
so mikið av peningum og fólki til fiski-
skapin. Tað sigst nú at vera o. u. 70 fiski-
skip, sum verða mannaði við o. u. 800
monnum — eitt høgt tal fyri so fátt fólk!
Tað kann ikki vera beint, at eitt land
— antin tað er lítið ella stórt — setur alt
inn uppá ein vinnuveg, tí ár kunnu fylgjast
við ringum tíðum fyri tann sama vinnuveg,
og tá vil óhappið raka meinari, jú meiri
arbeiði og peningar, landið hevur sett í
hendan vinnuveg. So leingi fiskiskapurin
er góður, er einki at ræðast fyri hesu stóru
skiparúgvu. uttan tann meiri ella minni
skaði, tey kunnu koma at gera sær sjálvum
á ymsum hátti. Men koma fleiri óár í
fylgi — hvat hent seg kundi — vil tað
verða til minnuliga vanlukku. Tí 800
manns til skips (3000 til báts) umframt ta
. stóru fólkarúgvu, sum á landinum tilger
fiskin og fær arbeiði av honum, og aftrat
fólkið avvant við heima-arbeiði og heima-
kost, landið í órøkt — víst er tað at ynskja
eftir, at ring fiskiár ikki koma, soleiðis
sum nú stendur til. Ikki ein stuðul a land-
inum, so at siga! Skip ella handil! Tað
hevur verið niðurlagið frá ovast til niðast
hjá hvørjum, sum hevur átt so frætt av
peningi. Og tó er her, ikki at ivast í,
nógv — fyri uttan skip og handil —, sum
uudir kønum hondum, vápnaðar við tfð-
svarandi verkstólum (reiðskapum), mátti
kunna nørst til góðan vinnuveg.
Skuldi tað nú ikki skjótt verið uppá
tíðina at vent sær eitt syndur handan vegin!
Fiskiskapurin hevur altíð og vil altíð
hava nógv at týða fyri Føroyar, og tað er
neyðugt at læra at fáa so nógv burtur úr
honum sum møguligt. Men heilt og al-
deilis at seta alt álit á hann, er ikki klók-
ligt. Tað er satt, at neyturvuligur studn-
ingur hevur skortað bæði ein og annan
vegin fyri tann, sum hevur- viljað slóðað
aðrar rásir. Tí má ynskjast, at hereftir-
dags fávitska, skirvisligur hugsunarháttur
(og gerningar hareftir) mugu minka so
mikið, at framburður heldur verður styðaður
enn forðaður.
»Dimm.« sigir frá,   at Islendarir koma
fram    um    okkum   í   mongum,   og nevnur
tøtingasetrini   (uldspinderier).      Men   tá  íð
¦ »Dimm.«. letur  tað  síggja soleiðis út,   sum
					
Hide thumbnails
Page 1
Page 1
Page 2
Page 2
Page 3
Page 3
Page 4
Page 4