Tķmarit.is   | Tķmarit.is |
Leita | Titlar | Greinar | Um vefinn | Algengar spurningar |
skrį inn | Íslenska | Føroyskt | Kalaallisut | Dansk | English |

Oyggjarnar

PDF  | HQ_PDF  | JPG  | TXT  |
Skoša ķ nżjum glugga:
PDF  | HQ_PDF  | JPG  | TXT  |


Ašlaga hęš


Vafrinn žinn styšur ekki PDF skjöl
Smelltu hér til aš skoša blašsķšuna sem JPG
Oyggjarnar

						a-JK IWS e0>,

OYGGJARNAR.

i. árgangur.

Tísdagin 18. apríi.

Nr.  i.

»Oyggjarnarn kosta 25  oyra um mánaðin

við flutningspeningi.

Føroysk vikublað.

Lýsingar:   smæstu skrift 12 oyrur reglan

i fyrsti síðu, hinar 8, útlendskar 15—i2oyr.

-P7^yrsta orðið, OYGGJARNAR mæla á síni ferð út um lond, er tøkk til tær 250 kvinnur, sum

hava lagt grundarstein undir blaðið við at tekna seg fyri fast blaðhald í 3 ár, so at tað kann

vinna tíð at menna seg fram til eitt gott, -almannyttugt blað fyri kvinnu og mann, ein tøkk fyri, at

tit høvdu so gott dirvi til at royna enn eitt føroysk blað og ikki ræddist ta vanskepnu, sum

tí verri  øll  føroysk bløð fingu hegartil.

»Oyggjarnar« stúra onganlu'nda fyri. at nakar av tykkum vil svikja. Tær lova at skikka

sær so væl, at tit verða við blaðhaldið i manga ferðir 3 ár; tær vænta og hopa, at tit, sum hava

tilfar, ikki gloyma blaðið. at tit ikki spara at senda okkuin atfinning, tá ið tit halda ársak vera til

tess  — um ting. sum  eru framhildin í blaðnum  — tað verður upptikið í bestu meining.

»Oyggjarnar« blaðhaldarir, sum eru framlig í málinum. biðast um ikki at ótolnast, um tað

(málið) í fyrsta árgangi verður eitt sindur blandað ella ikki ovmikið ókunnugt fyri tey nógvu, sum

halda  »Oyggjarnar«  f^'ri at gera seg kendan við føroyskan lestur.

Aðrastaðnis í blaðnum bjóðast tað út til blaðhald fyri mann og kvinnu,   1   ár ella '/g ár ísenn.

1 seinastu ríksdagssamling,

13. decembur,, kom frá dønsk-

um kvinnum eitt lóguppskot

um at sleppa framat at søkja

sær fullmaktsembætir í »statens

statistiske bureau«. Boðberarin

tær høvdu á tingi var fólka-

tingsmaðurin Ingvard Jensen.

Hann førdi tann dagin fyrsta

orðið móti Birck, sum hevði

roynt at køva uppskotið fyrstu

ferð tað kom fram: Tær kvinn-

ur, sum fyrr og nú hava sett

sær mál til statsvitskaplig prógv,

hava allar fingið 1. karakter,

meðan meginparturin av mann-

fólkinum 2.—3. karakter ella

mátti tvma frá eksamensborð-

inum. Millu'm teir, sum ikki

eru slopnir cnn til 2. karakter,

og altso standa \>æl aftanfyri

hesar kvinnunar, er — hr. J au-

ritz Birck. (Allur vendu

ímóti Birck, og tá varð láí

tingsali).

L.óguppskotið fekk 80 m^nná

við   sær.   og fór tá alt í e num

í landstingið. Harinni er tað

sluttiligt langt siðani blivið til

lóg.

Duga Føríngar ikki til

embætsmenn ?

I síðstu 16—20 árini fóru

20 Føringar út at lesa. Av

hesum 20 hava 4 (fýra) fingið

kandidatprógv.

Teir, sum fóru árini framman-

undan, sýnast at hava verið

væl treystligari.

Lisabet M.

Y nskið eftir at fáa okkum

g í Havnini hevur meira enn

•aina ferð verið frammi í bløð-

unum.

Eg ivist ikki i, at tað kemur

í lag — bara tað verður nakað

skjótt; trongdin til eitt sovorðið

seljingastað fyri hvønnmann til

landproduktur veksur í hvørjum.

Vit duga øll at skyna á, hvussu

hent tað hevði verið bæði fyri

keyparir og seljarir. Tann fyrsti

veit, hvar hann kann fáa tað,

hann skal brúka, og annar veít,

hvar hann skal fara við tí, hann

vil sleppa av við.

I mars mánað lat eg 155

egg til ein handilsmann og

kundi ikki fáa meira enn 4 oyr.

fyri stykkið, meðan tey, sum

høvdu tíð at ganga hús úr húsi

og handilsmenn fingu 6 oyr.

fyri eggið. Eg tapti tá 3 kr.

10 oyr. í ein mánað uppá eitt

smáprodukt sum egg, bara tí

vit einki torg hava at ganga

tii. Um heystið kundi eg tjent

stóran pening fyri blóðmør,

tálg og avroð. Nú skerpikjøtið

er í so góðum prísi, selja vit i

minna lagi av livandi seyði; so

havi eg smør, ost og rullupilsur

at lata; onnur hús her i bygd-

ini hava mangt slíkt.

					
Fela smįmyndir
Blašsķša 1
Blašsķša 1
Blašsķša 2
Blašsķša 2
Blašsķša 3
Blašsķša 3
Blašsķša 4
Blašsķša 4