Tķmarit.is   | Tķmarit.is |
Leita | Titlar | Greinar | Um vefinn | Algengar spurningar |
skrį inn | Íslenska | Føroyskt | Kalaallisut | Dansk | English |

Frķu Fųroyar

PDF  | HQ_PDF  | JPG  | TXT  |
Skoša ķ nżjum glugga:
PDF  | HQ_PDF  | JPG  | TXT  |


Ašlaga hęš


Vafrinn žinn styšur ekki PDF skjöl
Smelltu hér til aš skoša blašsķšuna sem JPG
Frķu Fųroyar

						NUMMAR 1

fnnivist her hava øll sum krevja, at fødilandid

skal   gerast  frítt  og  Føroyingar  sjálvrádandi.

25. APRlL 1942

Ábyrgd hevur bladskrivarin Andrias  Ziska

Telef. 3 3 7 Tórshavn.

1. ÁRG.

Flaggdagur

Føroya.

Idag er flaggdagur Føroya íólks.

iin 25. íipríl 1940 varð kunngjørt, at

tey føroysku skipini skulu hava Føroya

lagg á stong og máláð á skipasíðurnar.

Soleiðis var tá fólkið í Føroyum komið

tað stig fram móti frælsi, sum stór fjøld

av Føroyingum ynskti at  fáa.

Skip Føroya hava í tvey fit siglt

millum lond við Føroya merki, og har

tey koma vcit fólk, at á skipinum eru

Føroyingar, ein Ktil tjóð sum livur á

einum lftlum oyggjalandi í Atlantshavi-

num.

Men á hesum lítla landi er tó ikki

enn frælsisstundin tilfullnar komin. Her

veitrar enn flagg annara landa tjóð, flagg

D.inatjóðarinnar. Soleingi sum hetta

flagg kann veitra á stong i Føroyum er

Føroya flagt 'iara komið til Føroyalands

men er ikk.  í odd og egg merki landsins.

Mangir góðir menn, føddir í Dan-

mark, eru so rættvísir, at teir glaðast

sarnan við okkum F'øroyingum yvir eitt-

hvørt framstig vit Føroyingar gera sum

tjóð, og teir unna okkum hjartaliga at

gerast sjálvráðandi fólk-og hava okkara

tjóðskaparmerki, unna okkum Føroya

¦^gg- Slíkar menn eru vit Føroyingar

góðir við, og teir skulu altíð kenna seg

væl í landi okkara Føroyinga.

Eins og teir unna okkum alt gott,

gera vit somuleiðis yvir einhvønn fram-

burð fyri Danatjóðina, og har teirra flagg

sæst, vilja vit minnast góðar danskar

menn, gleðast við teim, tá tað gongst

teim væl, og syrgja við teim, tá Danne-

brog verðtir vundi í hálva stong, eins og

teir vísa samhuga rnóti okkum og flaggi

Føroyinga, tá tað er á stong.

Alt hvat tú vil at menniskjan skal

gera móti tær, skal tú eisini. vera og

gera móti menniskjuni. Tá verður semja

°g kærleiki ráðandi.

Ungfólkið í Føroyum hevur stóra

Vl'rðing fyri Føroya flaggi. Stórur er

nugurin at vísa, at tey virða og elska

flaggið. . Nógv eru tey sum bera Føroya

uagg ti' sjóndar á klæðum teirra, á

bringu, og tað er hesin parturin av Før-

oya fólki sum kemur-at taka seinasta

takið til tess at seta Føroya lands flagg

á stong har, ið nú »Dannebrog« veitrar,

á Løgtingshúsið, allar embætismanna

flaggstengur og »bestillingsmanria« her á

landi. Tað verður tá bara Føroya flagg

sum veitrar í Føroyum, í einum frium

Føroyalandi.

Vit ynskja og vóna, at tann stundin

er ikki langt burtur. Hesa gleðisstund

vóna vit at síggja, Tað verður tá minnsta

og yngsta tjóð Norðurlanda, sum hevjar

merki sítt saman við hinum  tjóðunum.

Lat okkum øll taka lógvatak saman

hesum  til  frama.

FYLKING

FØROYA FÓLKS

Fremmandir siga um okkum Før-

oyingar: »Syndarligt er at síggja hvussu

klandrit hetta fólkið í Føroyum er.

Høvdti Føroyingar satnst aínámillum,

kutidu teir gjørt land teirra so liviligt

hjá øllum Ibúgvum, at neyvan nakað fólk

kundi. átt betri  land.c

Yvaleyst siga gestir okkara satt, at

tað er hetta klandrið sum ætt eftir ætt

hevur hildið okkum undir fremmavaldi;

og gjørt at fremmandavaldshjálparar hava

funnið sær góðar sessir í Føroyum, teir

hava hjálpt til at hildið illsemju og

øvund fram og fremst í fólkasál Føroy-

inga, hildið fólkinum niðri í einum vón-

loysisKvi, roynt at dripið trúnna á egnu

styrki og at kunna liva sum frítt fólk

skal  liva.

Tað verður tó allastaðni um heimin

prógvað, at størri og størri mentan gevur

fólkinum størri og størri frælsi og sjátv-

bjargnistrá. Hetta førur aftur fram viljan

til at vera sjálvráðandi, og Føroyingar

eru alt fleiri og fleiri farnir at koma eftir,

hvussu Føroyar b'est kunnu stýrast sum

frítt land og Føroyingar gerast sjálvbjargi

og sjálvráðandi fólk.

Óivað eru fleiri Føroyingar sálar-

sterkir og tora at beia allar trupulleikar,

sum tað stríðið at vinna seg fram úr

trælalívi til at gerast frímenn leggur á

teir; eru nóg sterkir at tola allar tær

skarnsbyttur sum fremmandavaldshjálpar-

nir blaka á teir í hesum stríðnum.

Styrkin fremmandavaldsins hevur fyrst

og fremst verið klandrið Føroyingá rnill-

um, so peningavaldshjálpin. Hetta seinna

nevnda vápnið er tó ikki so hvast nú

sum fyrr, tí nú eru Føroyingar alt fleiri

og fleiri sterkari peningaliga, eim undan

Og   aftaná   hin   síðsta  verðaldarbavdagan.

Eisini eru nú fleiri Føroyingar gott

búgvnir til peningahandil, bankarbeið,

assurancaog fremmandasamhandil. Nógvir

Føroyingar eru eisini so málkønir menn,

at teir kunnu sjálvir gera sáttmálar úti

og heima. Tí skuldí nú ikki verið vandi

fyri, at her kann liva eitt sjálvráðandi

fólk, sum við líka góðum skili og dugna-

skapi røkir Føroyaland eins og aðrir

kunnu røkja teirra land.

Føroyingar kunnu eins og aðrir fáa

allan tørvandi »special«-kunnleika, tá

goldið verður tað, ið kønir menn krevja

fyri at koma higar at læra okkum. Eisini

kunnu Føroyingar fara út at læra við

peniiif astuðli frá hinurn føroyska sam-

felagspeningi.

FøðiJandið Føroj'ar lfkist nú hini

móður, sum, tá hon lá til hitt ýtarsta,

kallaði saman sínar S)-nir. Hon gav teim-

um eitt bunti av stavum og be)'ð teimum

øllum frá tí elsta til hin yngsta at bróta

hetta buntið, men eingin teirra vav

mentur til at gera tað. Tá tók hon allar

stavirnar úr buntinum og rætti teimum

hvør sín stav og bað teir bróta teir, og

nú brotnaðu  teir lættliga.

Móðurin sigur tá til synir sínar:

Hygg! Har sfggja tit. Einsamallir eru tit

lættir at kúga, inen halda tit saman er

eingin mentur at gera t)'kkum nakað.

Mínir synir, standi tí saman, verið sam-

eintir.

Roynt *má tí vera át fáa fólkið í

Føroyum burtur frá oyðandi klandri, fáa

Føroyingar ;:t semjast, so at teir finna

seg aftur sum fólk, vilja liva sum frí-

menn í egnum landi eiga at Hva, vera

sjálvráðandi.

Blaðið „Fríu Føroyar" kemur út fyrst í

8 nr., og bjóda vit Føroyingum at tekna seg

sum haldarar til hesi 8 nr., \á tilsamans kostar

2 kr. Peningurin skal gjaldast til posthús ella

brævsamlara. Gerid so væl teknid tygum sum

haldara. Vit skulu siga frá í gódari tíd vidvfkj-

andi vídari líkindum fyri framhaldi, tí útsent

verdur soleidis sum pappirstilfar og adrir møgu-

leikar gerast gódir til tess.

					
Fela smįmyndir
Blašsķša 1
Blašsķša 1
Blašsķša 2
Blašsķša 2
Blašsķša 3
Blašsķša 3
Blašsķša 4
Blašsķša 4