Fríu Føroyar - 09.05.1942, Blaðsíða 1

Fríu Føroyar - 09.05.1942, Blaðsíða 1
¦ K ^ TÓllðt^ NUMMAR 2 Innivist her hava øll sum krevja, at fødilandid skal gerast frítt og Føroyingar sjálvrádandi. 9. MEI 1942 Ábyrgd hevur bladskrivarin Andrias Ziska Telef. 337 Tórshavn. 1. ÁRG. Til Føroyingar, ið ynskja sær „Fríu Føroyar" Nr. i av blað okkara varð 25. april innsent til posthnsið i so nógvum eintøkum, sum tað finnast heim i Føroyum, og fult gjald goldið fyri umbering. Tiverri frætta vit nú, at umberingin ikki hevur verið so- soleiðis, sum teir hava plikt at gera. Ja hetta er so komið fyri, at keil bygd einki blað hevði fingið 7. mei. Vit biðja ti tey heim, ið enn ikki hava fingið ^Friu Føroyar*., fyrigeva postmonnunum i vón um, at teir ænsa væl eftir, at blað okkara kemur greitt fram til haldararnar, nú fram aftur verður sent. Hesa ferð senda vit *Fríu Føroyari inn í annaðhvørt heim i Føroyum, og vótia vit, at hugur at gerast haldari kenst í øll- um búpldssum. Tá gerst tað møguligt framvegis at tala saman og htttast sum Føroyingar um *Friu Føroyan. Tað er eydnast at fáa so nógi> pappír, at vit kunna senda itt fyrst hesi 8 nr., sum kosta 2 kr. Vónandi verður viðari framhildið. Hann, ið vil tekna seg sum haldara, kann gera tað við at gjalda 2 kr. til posthús ella brævsavnara. Eisini kann blaðið fáast, tá haldari teknar seg hfá blaðskrivaranum Andrias Ziska. NØKUR ORÐ UM FØROYINGA PRIVATRÆTT, FÓLKARÆTT OG OGNARRÆTT Rættvísi er frá veraldaruppruna grunnvøllur, lív og frælsi menniskjunnar. At ganga rættvísisveg, er mið og mál yvirvald- sins. At døma rættvíst, er treyt dómara og dómsmanna. Orðið rættvísi, verður haft á munni túsundtalsferðir dag- l'ga, og hvørt land og hvør tjóð hevur lógbøkur og lógreglur hvørs endamið er rættvísi. Tó verður hetta orðið ikki altfð avgerandi, tá ein órætt- vís sál skal døma, og tí eru nógvar órættvísisgerðir gjørdar, ið tá elva klandur, stríð og hatur manna millum og landa millum. Hetta vita eisini Føroyingar. Tá her verður talað um rættvísi, so er ætlanin bara at vísa eina mynd hesum fólki viðvíkjandi, soleiðis, sum ein ólærdur maður kann, við ikki nógvum orðum, gera lað: Fyrstu íbúgvarar Føroya komu til so stór búgv, at teir kundu liva sum stórir privatognarmenn á oyggjum. Har nýttist ikkr trætan um privatrætt á landi. Heldur kundu kanska trætu- mál koma, tá menn hittust á sjónum, t. d. grindarakstur skuldi verða, seyður og neyt vórðu omandottin og rikið til aðra °yggj- o- s- fr- Men fólkið vaks, og oyggjar vóru sundurlutaðar, seinri oyggjapartár, seinri aftur var sundurlutað til hagar, hagapartar við tilhoyrandi fjøllum, bjørgum, fjøru, flógv og strond, skerum, hólmum og látrum, seinast til bygd og bý, tá kemur t. d.: Lokal-privatrættur. Føroyar vera meira fólkaríkar, og einstaklingar meira framførir og »krámutir« enn fjøld. Nú var neyðugt at gera lógreglur viðvíkjancli ognarrætt- um og grannarættum. Búðfólk og grannar komu tá til granna- stevnu, talaðu um rættindi teirra og komu har ásamt, men kærumál kundu vera so stór, at semja ikki var møgulig — t. d. brotsmál, drftpsmál o. t. 1. — Hesi mál skuldu viðgerast á løgtingi, á Tingr.nesi, ella har fólksins ting var selt. Hetta vóru almenn mál.: Privatrættur landsins. Men tá fremmandir kongar fingu hug at taka Føroyar, ella hava vald yvir hesum oyggjum, tá kom privatrættur Før- oyinga í vanda. Føroyingar hava tó ætt eftir ætt vart henda rætt teirra væl, hóast roynt hevur verið á ymiskan hatt við margháttaðum lógum, og duldum, at gera Føroyingar til ann- ara landa tjóð, so hevur tó hin føroyska fólkasálin verið sterk og sunn. Gjøgnum skjótt 1000 ár hava Føroyingar vart privat- rættin so væl, at her hevur livað og livur enn serstøk tjóð. Herurn ivast eingin, heldur ikki danskir menn ivast, men við- ganga opið og ærliga at hetta er verunleikin. Soleiðis skrivar ein teirra í bókini »Jeg Øer ved«, sum kom út 1936: »Hvem var nu Færingen af 1856? Var han Nordmand eller var han Dansker? Ingen af Delene! Han nedstammede fra norske Vikinger. Nogle Draaber keltisk Blod sad i ham, lidt maurisk var der ogsaa, og en hel Del dansk Blod, men det var opsuget i det Blod, der efterhaanden havde udviklet sig paa Øerne. Færingen af 1856 var Færing og intet andet. Det var en lille helstøbt Nation for sig selv. Mangen en brav dansk Mand har baade før og efter 1856 lagt sit Livs Arbejde og ofte sine Ben paa Færøerne. Han har, hvor dansk han end var, aldrig formaaet at fordanske Færøerne, de er alle gaaet op i den færøske Nation, blevet et med den, et Tegn paa, hvor stærk og hvor særpræget denne Nation er. Et andet tydeligt Tegn herpaa er Sproget. Skønt Dansk i Aarhundreder havde været Administrationens og Kirkens Sprog paa Øerne, havde Færøsk alligevel holdt sig rent og selvstændigt som Talesprog. Selv om det færøske Sprog nok har nogen Lighed med de skandinaviske Sprog, vil hverken en Nordmand, en Svensker eller en Dansker kunne forstaa Færøsk naar det tales, derimod vil en Islænder og en Færing lettere forstaa hinanden«. Føroyamál hevur vunnið heiðurssess eisini í skúlum, kirkj- um og sum bókmál og avísmál, og er tað, ið fedrarnir hava vart, bjarga frá oyðing og deyð. í Føroyum føðast Føroyingar, í Danmark Danir, í Noreg Norðmenn. Føroyingar eiga Føroyar, Danir eiga Danmark, Norðmenn eiga Noreg. Føroyingar, Norðmenn og Danir hava verið í sambandi: Fyrst Føroyingar og Norðmenn. Frá árinum 1380 Føroyingar, Norðmenn og Danir. Frá 1814 Føroyingar

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.