Fríu Føroyar - 30.05.1942, Side 1

Fríu Føroyar - 30.05.1942, Side 1
NUMMAR 4 Innivist her hava øll sum krevja, at føđilandiđ 30. MEI 1942 Ábyrgd hevur blađskrivarin Andrias Ziska skal gerast frítt og Føroyingar sjálvráđandi. Telef. 337 Tórshavn. 1. ÁRG. Vólkatumđaæ. Enn er tíbetur fundarhugur í Føroya ungfólki. Nógv vóru tey sum gleddu seg til fólkafundin ið verða skuldi í manna- fellsdali 2.an hvítusunnudag. Tiverri varð regn og rusk, so hesin fundur inátti avlýs- ast, men ungdómur og fleiri av okkum eldru vóna, at summar og sólskin skal fáa hin forna góða fundarhugin at nørast aftur, sum tá fundar vóru á hvørjum summri á øllum oyggjum í Føroyum. Tann tíðin var gróðratíð, hon ól upp fínar kjenslur í ungfólk, og vit eldru vóru fegin at síggja tann vaksandi føði- landsalsk, sum bar okkum vónir um frælsi og framburð, gav longsulin at gerast sjálvráðanđi, at verða virdur og taldur millum fríar menn, at kunna liva sum serstøk tjóð í egnum landi. Hesin longsil og hesin hugui Føroya fólks tá gjørdi, at P'øroya synir settu fjøður á blað og sungu hjartakenslur teirra úl um landið í vakrastu orðum, sum vit nú eiga í dýrgripi fólksins, í s>Songbók Føroya fólks*. Hesir sangir hava givið okkurn samanhald, við teimum hava vit sungið okkum saman sum fólk á fólkafundum, á veitslufundum og heima í húsum okkara millum húsfólk, frændir og vinir. So við og við vaks føðilandskærleikin, og hugurin at gera løg til sangirnar kom fyri 40 árum síðani millum teir ungu Føroyingarnar, og tá fingu Føroyar nógv tónaløg, so sermerkt føroysk og hjartagrípandi vøkur. Einstakir liva enn av hesum monnum, men allir hesir sangir og løg teirra vilja liva frá ættarliði til ættarlið, og við teimum og vónandi nýggjum afturat vil Føroyatjóðin knýtast fæstari og sterkari til føðilandið. Nú fundartíðin kemur vilja vit lata fundarsangirnar ljóma. Til fund í Mannafellsdali yrkti C. Holm Isaksen tá henda sangin : Til fólkafunđ í Mannafellsdali. Lag: Staden ved Kampens og Sejrens Bugt. Sita vit her, hvar ið fornari tíð buldur og gný hoyrdist víða um fiøtur, Føroya menn tyrptust til blóðuga stríð og svørð settu svørðunum móti. Stríðast teir harðliga, stríðast við øði, dagurin líður, teir kenna ei møði. Mangur ein reystur garpur sær brestur, eygað tað slókknar i vreiði og hat. ■ Roðandi sól yvir fjallteppi lá steðgað var stríðið og kvirt var á vali; blóðrjóddir lógu teir reystkappar tá, sum stríddust í Mannafellsdali. Tungt mátli frælslyndi lúta við nakka, kongstrælur, bisptrælur á rnundu træðka. Køvdist citt sinni hevnd bar í minni; Aftur teir fylkjast til sigrandi strið. Heilaga rættferð og frxlsi á jørð, send yvir hav tínar logandi brandar; ikki sum áður við drepandi svørð, men við kunnskaps og kærleikans anda. Presta og kongsvald at køva tcg royndu, fríborið fátækfólk trúfast teg loyndi.. Lýsið títt virki í skúla og kirkju tá birtist liósari tíð yvir land! Á hesum Mannafellsdals-fundi var fólk úr flest øllum oyggjum, og har talaðu nógvir góðir menn henda vakra sum- mardag. Vinir og frændir hittust har og vóru fegnir at hittast í samkenslu og kærleika til føðilandið Føroyar. Hin gitni Føroyasonurin, skaldið J. P. Gregoriussen hevur so vakurt mynda fundarsamkomunar í hesum sanginum: Tii fólkafundar. L a g: Eina ferđ hendi tađ Óla Hvass. So harður er streymur í Føroya firði, við lúrandi stormi og tvørmn byri, so leikar í Føroyum; tað skiftandi strið herðir ungdómin og ger sinnini frl og lívlig í Føroyum. Her fólkið samlast á fundum fegin, her kenningar møtast, her nørist gleðin hjá fólki i Føroyum ; og minnini góð berast lættliga fram, gera sinni.ni fró og livlig í Føroyum. Firðir og fjøll ei ferðini forða, unglingar lættir um heiðarnar spora til funda í Føroyum, og bátarnir við skera rennandi streym, føra fólkalið til funda í Føroyum. Hvør er á fundum so lijartans fegin — av kinnum og eygum lýsir gleðin — sum gentan i Føroyum r Ja, fólkið hon ger, sum kundi tað fevnt ta víðu verð, so fegið í Føroyum. Hin gamli, sum fyrr var stirvin og tungur, hann verður so lættur, sum hann var ungur, ■_ á fundum i Føroyum. Tað ungdómslív

x

Fríu Føroyar

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.