Fríu Føroyar - 30.05.1942, Blaðsíða 2

Fríu Føroyar - 30.05.1942, Blaðsíða 2
Nr. 4 FRÍU FØROYAR 1. árg, ger abbar og otnmur sum rnigu viv; so livlig í Føroyuni Tí samlist nú hvør, sum samlast kann, ung og gomul, kvinna og mann, til funda í Føroyum. Tað sagt er mær, mangt hugnaligt ber hvør aftur við sær av fundum í Føroyum, Sjálvt barnið, sum styðjast við móðurlið, føri tit tað á fundir við at venjasl í Føroyum til fólkasið, so lærir tað nakað so við og við at virka i Føroyum. Og teir, sum ikki ómakin spara, men fúsir um fjøll og firðír fara til funda í Føroyum, teir frcmja tað verk, sum birttð Ijós' ger evnini sterk og lívlig i Føroyum. Um eiuhvør er enn, sum á fund ci flytur, men stirvin og stúrin heima situr av monnum í Føroyum, vit hopa tó tað, at nú líður fram til kláran dag hjá øllum í Føroyum. Hetta sama hopa vit eisini nú 1942. Vit Føroyingar fara nú at fylkjast og tala okkum saman til tess at bjarga føðiland- inum úr fremmanda valds hondum. Vit fara nú sjálvir at stýra Føroyum við teim kreftum sum finnast í Føroyingum. Vit vita at hesar kreftur eru nógstórar. Tað vilja Føroyingar sanna sum tíðin líður longur fram og evgu fólksins opnast og duga at síggja hvussu nógv betri og tryggari vit kunnu liva sum fríir menn, enn sum higartil, sum fremmandavalds-»objekt«. Føroyar frítt land — (Skrivari: Andrias J. Ziska) (P'ramhald) Nýggja pemngatrygd Føroya. Hesir menn hava gjørt nýggja peningatrygd, ein nýggjan peningafót Føroyafólks, ta trygd, sum er hin besta, nevnliga arbeiðstrygdin. Gjøgnum arbeið skapast peningavirði og pen- ingur. Tað er tilfullnar prógvað av hesum monnum, av teim- um sum lív hava vágað og av teimum sum skip hava sent út hesi ár. Longu tá Føroyingar høvdu arbeitt 18 mánaðir, var av- reiðingarpeningurin blivin 11 /2 milj. sterlingspund, tað er 33,6 milj. kr., størri enn tær keyptu og til Føroya innfluttu vørur, (sambart blaðið »Frit Danmark* fyri 20. nov. 1941), og hesin periingur er, sum øll vilja ásanna, einans skapaður úr arbeiði Føroyinga. Hesin peningur ’kann tí ikki rættvíst kallast danskur peningur, men einans Føroyalar.ds peningur, og tí eigur hann at merkjast og nýtast sum Føroyalands peningur. Tað kunnu Føroyingar gera, tá Føroyar gerast frítt land og Føroyingar verða sjálvráðandi. Trj'gdin verður tá løgd her í Føroyum í virði landsins og arbeiðsvirði Føroyafólk úr sjógv og úr landi. Ábyrgdin verður tá hjá Føroya seðil- og valuta- banka, ið løgtingið og P'øroya fólk skal eiga. Samarbeið peninga nú. At samarbeið millum avreiðingar- og hejmapeningar nú ikki hevur gagnað Føroj’um væl, er øllum kunnugt. Peningar hava hópað seg upp í útheiminum og samstundis i Føroyum. Ja so nógv her, at peningahúsini gjørdust knappliga so full av peningi, at rentuvinningurin á innláni var steðgaður, og nú fæst hann á serliga treytaðan hátt. F'yrr var peningatrot í Føroyum, og tað kundi tí verða grund fyri, at so lítið munagott kundi setast á stovn av lands- gagnligum fyritøkum. Men nú ovmikið av peningi er arbeiddur til Føroyar og finnst í nógvum milj. úti og heima, má tað kunna bera til at gera nógv, heldur fólkið, og tað er sjálvsagt rætt hugsað. Hvør ið her forðar, eru teir ið yvir peninginum ráða. Teirra stilan fyri peningalivi Føroyinga er avgerandi, men teir fara ikki at ráða og forða, tá Føroyar gerast frítl land. Her skal tí vísast á, hvussu peningar úti og heima kunnu arbeiða gott saman og hvussu jarðaarbeiðini kunnu sty'ðjast, tá Føroyingar gera Føroy'ar frítt land og fáa sær peningar at hjálpa driftum heima og úti. Føroyalands peningur nú. Meðan arbeiðið á sjónum nú skapar Føroyingum allan tann pening, uttanlanda, sum vissar innkeyp av innfluttnings- vørunum, og t’að mangan er so stórtikið, at amboð til sjógvin úr privatpeningum og banklánum til vanliga bankrentu og vanligt avdrags-áramál kann fáast gjøgnum sjóvinningar-pen- ingin, má arbeið á landi við rudr’ing og velting úr haga styðj- ast av alrnenna peningagrunni inntil komið er so langt, at menn kunnu seta búgv á nýlendini. Tá jørðin er arbeidd soleiðis, at maðurin, sum hevur sett seg á hana, fær so nógv úr henni, at hann fær avlop eisini nógmikið til at kunna gjalda til almenna-grunnin, løgtings- bankan, ið setti búgv hans upp, skal ein rentuvirði ásetast sambart teir møguleikar maðurin, ella búgv hans, kann hava at gjalda í árligari rentu. » Hesin peningur vil tá gerasl ein fótur undir heimaseðla- mongd Føroy'a. Landsins gamla og nýggja virði, tað sum landið árliga fruktar og gevur, verða føtur Føroya heima- penings. Seðilmongdin skal verða tilsvarandi fólkatalið, arbeiðis- evni og møguleikar tess á sjógv og landi. Seðlamongd land- sins skal laga seg eftir fólksins øking og arbeiðsøking, ella minkan. Avlopspeningur í útheiminurn verður í tann mun, sum arbeiðir Føroyinga koma ac verða við sigling og avreiðings- virði sambart innkeyp og innflyting til Føroyar. Løgtingsbankin, ið tá er valuta- og seðilbanki Føroy'a, fær ognir í útheiminum f tann mun, sutn heimapeningur er goldin til teir siglandi og til heimafólk teirra, konum børn- um o. s. fr. Landið Føroyar fær tá ein tiltakspening í útheiminum saman við F’øroya privatmannapeningum. Hesin avlopspeningur Føroya kann tá fyri ein part gerast garantipeningur hjá tryggingardeildum landsins, og hann kann standa klárur í uttanlanda bankum til innkeyp av tilfari til skipaby'gging og húsaby'gging o. t. 1., tá missir av try'ggjaðum ognum ákoma. Annar parturin av avlopspeningi Føroy'a kann tryggja og fyrireika nýggjar vinnuvegir t. d. Farmasigling. Verður nýggj vinna við farmasigling munagóð fyriskipað, soleiðis at Føroy'ingar fáa sær nógv farmaskip, ið koma at sigla viða um heimin, vil uttanlandapeningur Føroya eisini harvið nørast í sama mun, sum heimafólk hjá teim siglandi fáa heimapening landsins. Veksling verður soleiðis, sum hon er F'øroyalandi best gagnandi. Farmasiglingiri vil vera ein hin sterkasti stuðul undir Føroya frælsi og sjálvræði. Tað vóni eg, at fjøldin av Før- oyingum fatar. Tí ræður um longu nú at vissa F'øroyum so nógv sum møguligt, so at hesin avreiðingspeningur, sum

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.