Fríu Føroyar - 30.05.1942, Blaðsíða 3

Fríu Føroyar - 30.05.1942, Blaðsíða 3
1. árg. FRÍU FØROYAR Nr. 4 verður til avlops í útheiminum, í størst møguligan mun kemur til brúks til bj-gging og innkeyp av skipum, so Føroyingar kunnu taka henda vinnuveg upp skjótast gjørligt. Valuta- og Seðilbanki Føroyá. Føroya løgtiríg skal hava eitt umboð, ein Valuta- og Seðilbanka. Peninga-umboð Føroya skal ha\a vald at gera peningar og lata teir koma fram til almennt gagn. Peningurin skal vissa Føroyum øll amboð, sum dugandi menn kunna arbeiða við á sjógv og landi. Hann skal hjálpa til at fáa skip og tað hartil krevst til fiskiskap og til farma- sigling. Hann skal hjálpa til at fáa størri-og størri d) rkilendi, vegir, hús og djór á dyrkilendini, fáa fram kraftnýtslu úr foss- uni, fjørðum og sundum, fáa Føroyum góðar havnir og lend- ingar, fáa framleitt úr fjøllum landsins tey ráevni, sum kunnu geva nýggjar vinnuvegir o. s. fr. Penirigaumboð P'øroj-a samarbeiðir tá við vinnumonnum landsins og bjálpir at liava í avreiðingarlondum altíð nógstóran pening til innkeyp av ráevnum til allmennagagnið. Lands- bankin (peningaumboðið) skal st)-ðja hinar privatu bankar og sparikassar Føróya, geva stuðul og lán saman við teimum til frama av vinnulívinum. Tá matnøgd landsins skal nørast. Tá framleiðsla landsins av týdningarmiklasta mati, av mjólk, nú er nógv ov lítil, má landið taka sær um reigg og gera stórarbeið til tess at bjarga fólki úr neyðini. Tá fólka- øking knappliga verður øðiliga stór, sum her í P'øroyum hesi seinastu tvey árini, má mjólkatrot vera í aftur størri mun og ávirka veikleika og sjúku. Vit hava nú sæð, hvussu stórt trot ið var longu 1935. Tað má tí nú vera uppaftur nógv størri. Her skal tí talast meira um y-ára planin. Tá Føroyingar leggja sær ein 5-ára plan til tess at fáa mest møguligt dyrkilendi, verður Lað P'øroya løgting, sum hevur undir hond ta jørð„ sum arbeiðini skulu gerast á, inntil 5-ára plánurin er at enda. (Meira.) £>ócjv€tiak. Vit takka tær >P'øroyingur«, og rætta fram hond okkara til lógvatak, tú sum skrivar hesi orð í >Tingakrossi« hin 20. mei: 99 Fvselsi. Odnarveður leikar um okkum og á okkum. f bý og á býgd leingjast fólk eftir frælsi. Tað ræður um, at hesi fólk finna hvønn annan og standa saman, »fylkjast øksl rnóti aksl- um«, tá ið royndarstundin skjótt kemur, so P'øroyingar sum ein ung norrøn tjóð, frælsir og sameindir kutina stíga inn í fólkaringin til samarbeiði í friði og vinsemi. P'øroyingur«. Vit ynskja her tað, »P'øroyingur«, at túsundtals Føroy- ingar saman við okkum fylkjast øksl móti akslum, og í álvara sláa ring um móðir okkara P'øroyar og bera hana har hon eigur at vera, seta hana á gamla hásæti millum hinar norrønu tjóðirnar. Royndarstundin er longu komin, far tí »P'øroying- ur« og lat teg í frælsisbúnaðin og statt búgvin at fara inn í fólkaringin saman við teimum norrønu tjóðunum. At ivast og stúra ovleingi vit gjørdu. Tað førir ei fram móti frcelsi og máit. Tí drepast skal spillan os ftemmantvaldføtdi. Móti Ijósi vit stevna, úr myrkri og nátt. Treystari mál. Munnu hinir vónleysu vera tiknir av ræði, hugsaðu vit seinasta mikudag, tá »Tingakrossur« kom okkum fyri ej'gu. Alt leingi hevur ein vónlovsisandi merkt hetta gamla, í forum so reyslmælta blað. Hví taft enn kallaði seg »Føroj'a sjálvstýrisblað« var manguf Førojingur bilsin yvir, tí tað var ikki bara eina ferð, men fleiri ferðir sagt har tey seinastu árini av »akademikarum«, at P'øroyar kundu ikki bjarga sær peningaliga sum sjálvstýrandi land, tað var vónleyst at hugsa slíkt. Tað vóru sjálvir oddamenn »Havnar Framburðsfelags* ið talaðu soleiðis, tveir formenn innan sjálvstýrisflokk Føroj'a løgtings. Henda tala teirra var so sambandsk sum nøkur sambandstala kann vera, og tí hava P'øroyingar, ið ikki vilja teljast millum sambandsfólk, skýrt hesar menn »sambandsmenn í sjálvstýrishami* og flokk teirra »Vónloysisflokkin«. Nú er eitt treystari mál at hoyra aftur í »Tingakrossi«, um tað viðvarandi skal tala soleiftis, vil tíðin vísa. Vit vóna tað ið hvusu er. í oddagreinini seinasta mikudag stóð m. a.: »Hvussu so enn hetta raknarok tekur seg upp, megu vit ikki smokka burtur ímillum ,ella verða gloymdir. Vit (tað skal væl vera Føroyingar?) hava víst’áræði og dirvi, tá ið á stóð, og eiga tí eftir førimuni okkara lut í tí framtíðarskipan, ið fer at koma í lag; — . . .« Hvat fyri skipan her sipast til, sigst einki um í greinini, men tað kemur kanska næstu ferð. Hesi vónríku orð boða frá onkrum góðum til Føroyar. halda vit. Henda tala er reinari enn talan, sjálvstýrisformaðurin helt undan seinasta løgtingsvali. Hon var vónleys. Hann rópaði út til mannafjøldina tá: »Loysing loysir seg ikki at nevna«. Hann var longu tá ein vónleysur sambandsmaður, og tí varð tað svarað honum aftur tá: »Sjálvstýri uttan loysing er einki sjálvstýri, tað’ er »sam- hørighed og Samband««, men P'ørojingar roknaðu hann eisini longu tá fyri sambandsmann. Kann »Tingakrossur« gera hann aftur til sjálvstýrismann, (tað er loysunnarmann) so er tað óført bragd, tí tað eru so fáir ið venda við aftur, tá teir eru komnir í »godt Selskab«. Rúta-glas, einkult og dupult fæst í heilsølu hjá N. S. Johannessens Eftf. Telef. 192. Hjá A. ZISKA kunnu seljarar og keyparar hittast um keypslag av húsum, traðum, grundstykkjum, aktium o. a. Telefon 337.

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.