Fríu Føroyar - 06.06.1942, Síða 1

Fríu Føroyar - 06.06.1942, Síða 1
Stuxih&m&lti. Vit eru fegnir yvir ta samkenslu Føroyingar sýna okkum í arbeiðinum fyri at gera føðilandið Føroyar til frítt land. Tað styrkir hetta arbeiðið nógv, at so nógvir vilja halda blað okkara og at so nógvir háva styðjað okkum við at senda lýsingar til blaðið. Vit hava vón um at fáa so nógv pa-pfiír, at blaðið kann koma út aftaná /. juli. Hvussu mangar ferðir vita vit enn ikki, men tað vóna vit at kunna siga í ncesta blað. Haldarar kunnu tí framvegis tekna seg hjá fiostmanni ella hjá blaðskrivaranum. Lýsingar kunnu sendast til lýsingastovu A. Ziska, Tórshavn. M&itm sjpyvja? Løgtingsins formaður harra 'J. H. Danbjørg, bar fram í •iFøroya Social DemokraH ein landaspurning og segði frá, at fleirtal innan Føroya løgting hevur hdripiði. uppskot um at keypa og inntlyta byggitilfar til Føroyar. Vit bóðu her tá Løgtingsins formann taka henda spurning upp av nýggjum, ti landi okkara tørvar byggitilfar til bátar, skip og hús, og tað er ti ein spurningur av stórum týdningi fyri Føroyar, at liann gevur frdla frágreiðing um, hvør ið forðar, hví teir forða og um tað er gjørligt hjá honum at reisa hesa sak aftur straks, so samfelagið kann fáa til landið alt byggitilfar, ið okkum tørvar. Allir Føroyingar vilja hjálpa tygum < hafra løgtingsfor- maður, tað ivast eingin í, suni er gó'Bur Fø/oyingur. Nógvir menn spyrja: Hvat kann nú harra J. H. Danbjørg, løgtingsformaður, útinna ? Menning. Alt meira og meira mennist unga lið Føroyinga. Burt við stúran og iva. Lat okkum Føroyingar fáa loyvi at liva lív okkara sum táð er unnað okkum av skaparanum, at vit skulu ráða í okkara føðilandi eins og aðrar tjóðir skulu ráða í teirra landi, soleiðis talar nú fólkið í Føroyum. At henda menning førur við sær viljan til at fáa allan tørvandi kunnleika, ið krevst, tá eitt fólk -->\ca 1 ráða væl og stýra landinum soleiðis, at ikki bara ein s< ;ar:ttur, men allir liva væl og føla seg sum frímenn, fritt fólk, íføðilandinum, er eitt tíðartekin um eitt nýtt lív her í Føroyur n.. Hesin vilji Føroyinga vil føra fram t a styrki, ið hevur tørva okkum so leingi, vil nú fáa gott samair'beiði og samhald, so 'at allir Føroyingar nú kunna fara ur i<dir at bvggja upp hetta land, sum fremmandir hava rátt yvir g.it ov leingi. Føroyingar skilja nú, at partaklandi a r bara ger stóran skaða fyri frælsi Føroyingana, at tað held.nr fólki níðri anda- liga og peningaliga. Teir vilja tí nú gera álvara av at broyta so nógv sum broytast kann fyri at føra fram stórar og góðar inntøkumøguleikar, so stórar, at samlað n inntøkunøgd kann geva aftur til samfejag okkara allar tørvamjj samfelagsútreiðslur. Tað er sjálvsagt, at her vera tað 'skúlaútreiðslurnar, sum fyrst og fremst mega fáast so stórar oig tiyggar sum møguligt, tá tað eru skúlarnir, sum-skulu leggja pjrundarlag undir fólks- ins dugnaskap at liva lívið á sjógvi og ;í landi. Føroyingar yvirhøvur vita, at nú verðandi skúlaskipan í Føroyum er løgd soleiðis, at hon fyr; íf. og fremst er ætla at gagna administrator og hevur tí ikki verið fólkinum so góð, ið hon kann vera, tá Føroyar gerast fr í tt land. Har má broyt- ast nógv~. Men tá broytingin verður g j ørd til tess, at eitt frítt Føroyaland skal hava so góðar skúla r sum møguligt, so teir geva børnum landsins bestu uppfostrau til lívsbjargingina, gera Føroyingar til dugandi menn í øllu t n arbeiðum, sum kunnu setast í verk her í okkara landi, i jg gera teir so andaliga sterkar og ríkar, at teir kunnu bjarg?t sær eisini tá teir arbeiða millum fremmandar menn uttanland j , ja tá kemur samstundis fram í fólki her føðilandsvirðing og 'føóilandsalskur. Tær bestu kenslur eitt fólk kann eiga. Tá landsins børn duga at art*eiða og fáa góð amboð at arbeiða við, verða inntøkur landsi us tá eisini nógstórar til at hava góðar skúlar og løna væl i'ærarum landsins. Hesa l«ið fara nú Føroyingar at ganga. Her mega vera skúlar, sun i geva børnunum natúrligan vøkstur. Grundarlagið má leggjast av nýggjum.'so børnini leiðast inn aftur á heitnligan ve£;,. Tað verður tá at hava sær góðar lærarar, ið taka upplæring barnana sum ein dýrgrip teir hava fingið í varðveitslu fyri tað ættarliðið í Føroyum, sum er komið til teirra og har sk.al finna ta kraftkeldu, ið skal geva kreftur fyri alt lívið, eisini fyri komandi ættarlið. Mann eftir manni skal F iaroyatjóðin tá oysa sær kunn- leika og kreftur úr hesum keldtj m. ■■■■■nHHiiMnmnnm Hvør hevur mist? Ein pungur er funnin úti á tí nýggja kirkjugarðinum. í honum er : 13 kr. og 32 O yru, 4 lvklar, 2 knappar, 3 ongl- ar, 1 svøvil, 4 messingaskrúut • og 1 flippustívari. Eigarin kann heinta pui igin hjá mær.

x

Fríu Føroyar

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.