Fríu Føroyar - 13.06.1942, Blaðsíða 3

Fríu Føroyar - 13.06.1942, Blaðsíða 3
1. árg. Nr. 6 i' c FRÍU FØROYAR Føroýar frítt land (Skrivari: Andrías J. Ziska) (Framhald) Hvussu peningur Føroyinga A gomlum grundarlagi hevur virkað, vita øl1. Har hevur verið stórur ójavni, og fjøldin av fólkinum hevur haft sjmdarligar lítlar inntøkur, meðan nakrir hava haft heilt stórar ársinntøkur, og ein stættur, teir fastløntu, he.vur fingið sær so við og við gjøgnum feløg og felagsumboð fittliga stórar og tryggar inntøkur. Tað hevur eydnast okkum at’ kunna sæð og skriva upp skattainntøkur hjá øllum føroyskum skattaborgarum fyri to árum síðani, tað var utidan eftirkanningar-árum teirra-ráðandi, undan tíðini, tá »Gráabók« og »Bláabók« vóru til skrivingar. Har sæst ein syndarlig mynd hinum føroyska samfelagnum viðvíkjandi, og vit skulu visa myndina undir hesi grein okkara. Hvørki »Gráabók< (Lov til Jordbrugets Fremme) ella »Bláabók« (Erhvervskommission Betænkningen) geva Føroying- um vón um munagóða broyting av samfelagslívinum til betran av inntøkum Føroya lands. F'remmandavald kemur við »lapparíum« og ikki við muna- góðum. Ikki fyrr enn F’øroyar gerast frítt land, kann lóggávan gerast soleiðis, at framgongd verður rnunagóð í Føro)«um. Tá kann vera liviligt fyri allar F’øroyingar, tí tá nýtast vit ikki at koma krúpanili og tiggandi eftir vælvild. Tá gera F'ør- oyingar sjálvir landaskipan, ið vissar øllum, sum vilja arbeiða, nógmikið til matna, klædna, innivist, til samfelagsútreiðslurnar o. a., ið lívið krevur av inntøkurn, »Privatinitiativið« kann hava frítt flog, meri samfelagslóg F'øroyinganna skal samstundis trvggja øllum, ið føðast í hesum landi, at tey ikki vera trampaði niður av ríkmannaveldi, men fáa arbeiðsmøguleikar og góðar inntøkur. Sum frítt sjálvráðandi fólk kunnu F'øroyingar nú skapa sær eina framtið trygga og góða. Hin gamla nejðartíðin, tá fremmandavaldið lat fólkið í F'øro)-um liva sum tiggarar í føðilandi teirra, má ikki koma aftur, Arsinntøkur F'øroyinga vóru t. d. 1&31, tá vit tingu loyvi at síggja allar kommunuroknskapir og skrivaðu teir av, soleiðis ójavnar: Sarnlaða skattainntøkan var 10 milj. 200 túsund krónur, og skattaborgaratalið 9917. Av hesum skattaborgaratalið høvdu: 42 0/ /0 = 4167 skbr. tils 766.699 kr. (gjøgnst. 180 kr.) 30,5 = 3025 do - 1.966.250 - • do. 650 - 9 zz: 892 do - 981.200 - do. 1.100 - 4,5 — 446 do - 579.700 - do. 1.300 - 4,5 ~ 446 do - 713.600 - do 1.600 - 2 = 198 do - 435 600 - do 2.200 - 1.5 149 do 402.300 - do 2.700 - 2 198 do - 693.000 - do 3.500 - 1 = 99 do - 445.500 - do 4.500 - 1 = 99 do - 544.500 - do 5.500 - 1 = 99 do - 792.000 - do 8.000 - 32 do - 320.000 - do 10.000 - 29 do - 339-246 - do t 1-354 - 15 do - 241.610 - do 16.107 - 11 do r 266.045 - do 24.186 - 1 0/ /0 zzz 3 do - 104.100 - do 34.700 3 do - 131.800 - do 43-933 - 4 do - 253-I50 - do 50.630 - 1 do - 78.000 do 78.000 - I do - 145.700 - do 145.700 - 100 0 / 10 z=z 9917 skbr. tils 10.200.000 kr. 1 skattainntøkum Við so stnáum ársinntøkurn var lívið hjá Føroya fjøld tá. Vit síggja, át 72,5 °/0 = 7192 av skattaborgarunum ikki tá høvdu meira gjøgnumsnittliga í ársinntøku (skattainntøku) enn 380 kr, Landastýrið dugdi einki at bøta um hetta neyðars lív Føroyinga, tvørtímóti versnaði tað ár um ár. Tað var blivið at kalla »katastrofalt«. Her í Tórshavn var neyðin so stór, at Tórshavnar býráð 30. apríl 1936 sendi soljóðandi bønarbræv til Innanríkisministeriið: (verður her stvtt); »Arbejdsforholdene i Thorshavn er i de sidste Aar blevet vanskeligere og vanskeligere, idet mange af de større Forret- ninger og F'oretagender, h\orved Arbejderne har Jiaft Beskef- tigelse, er stanset. F'isketørringsaibejdet, som forhen gav Be- skæftigelse til mange Hænder, er indskrænket ganske betvdeligt.... . . . Den samlede Arbejdsstab er ca. 100 Mand. Heraf har nogle faa Mand fast Arbejde. De øvrige er henvist til at leve af tilfældigt Daglejerarbejde. F'or at vise, hvor daarligt stillet denne Del af Thorshavns Befolkning er, skal anføres, at efter den Statistik, som Arbeiðsmannafelagið i Thorshavn har optaget for Tiden fra 1/10 f. A. til 31 /3 d. A. har 172. Fa- nnliefædre til sammen haft 6925 Arbejdsdage, hvilket gennem- snitlig giver 40 Arbejdsdage pr. Husstand .... 104 ugifte Ar- bejdere, hvoraf en Del har gamle Forældre at forsørge, har i samme Tidsrum kun haft 3047 Arbejdsdage, hvilket gennem- snitlig gíver ca. 30 Arbejdsdage.... Dette giver et godt Billede af, hvor fortvivlede Arbejds- forholdene nu er blevet i Thorshavn og understreger Nød- vendigheden af, at der skabes nye Arbejdsmuligheder*. So ússaligt var alt tá. Skipini kundu yvirhøvur ikki fara út, uttan tey fingu statshjálp, og sd l'tið var ársúrslit teirra, sum fiskaðu, at teir ikki høvdu størri ársinntøku at skatta av enn frá 180 kr. til 700 kr. gjøgnumsnitliga. Útpanting var tí kring nlt landið, tá skatíur skuldi gjaldast, og nógv búgv fóru undir hamarin. Kommunurnar komu í skuld til sjúkrakassar, til spari- kassar og til Føroya løgting. Sjúkrakassarnir vóru ikki mentir at gjalda til sjúkrahús o. s. fr. Hesum fara vit nærri at greiða frá seinri, tá samfelags- húshaldið — administratións-inntøkur og útreiðslur skulu ávísast. Hóast lívið var so út av øllum lagi ringt, gjørdi valdið ikki tað tað kundi gjørt fyri at fáa aftur á rættlag vinnulívið. Ein hópur av nevndum sótu í mong ár og talaðu um alt hetta, ferðaðust millum F'øroyar og Danmark, men einki var gjørt. Hugurin at gera nakað gott var so ringur, at tá nakrir dugtialigir menn skillingaðu saman fyri at fáa keypt trolarar, tá gjørdist tiltak teirra lamið gjøgnum lóggávu sum í loynd- um var blakað á vinnulív F'øroyinganna. Nógvir minnast á mótmælisfund trolaramanna og Havna- fólks tá viðvíkjandi hesum. F'undurin var í Sjónleikarhúsinum, ið var stappandi fult tað kvøldið. 011 yvirvøldin var boðin til fundar og har kom fram nógv um stýrið her í landinum. Harð- liga var mótmælt táverandi stýrishátti, og fekk hesin fundur tað úrslit, at teir stýrandi fingu fólksins vilja at kenna. Teir fingu tá at síggja, at Føroyafólk ikki toldi teirra foran, men kravdi at vinnulívið á sjónum skuldi førast inn á nýggjari og tryggari veg. F'remmandavaldið var tó framvegis deyvt at kalla. Sjálvt tá fundárnir í Tórshøll og í Sjónleikarhúsinum um trolararnar, sum kundu koma til Føroyar at hava støð og mannast við Føro)Mngum, vóru hildnir, har tveir útsendingar, nevnliga bý- ráðsformaðurin og landstingsmaðurin vóru sendir til ríkisstýrið við »resolutión« frá fundunum og frá F'iskimannafelagnum, Skiparafelagnum og Arbeiðsmannafelagnum um hesa landasak, var tað tó eitt noktandi svar, sum Føroyingar fingu. (Meira). ifó&iv Feroyingav styBja ,,J'ríu ‘Fe>voyav“ við at gerast haidarar og lýsa í blaðnum. TELF 337. tekur móti lýsingum.

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.