Fríu Føroyar - 30.06.1942, Blaðsíða 2

Fríu Føroyar - 30.06.1942, Blaðsíða 2
Nr. 8 FRÍU FØROYAR 1. árg. 3. Hvør ið eigur >Færøernes Valuta-Centralc, ágóða hans- ara og støđdina? 4. Hvussu nógv avreiðingin hevur givið brutto? 5. Hvussu nógv innkeypt er brutto? Tá hetta er ávíst, kann fólkið síggja, hvussu líkindi er fyri keypum av skipum og byggitilfari, og hvør ið kann keypa. Lat okkum øll krevja, at P'øroyar fær allan peningin, at hann verður føroysk ogn og ikki danskur peningur. „Køvandi pennar". >Betur er bøtandi hond, enn spillandi tunga«, søgdu fðr- fedrar og eru helta sannheitsorð. Góð er hondin ið lyftir og styðjar, tá ið komið er á fallandi fót, men ring er tungan, ið dálkar mann og vil køva góða roynd. Tíverri eru nógvar spillandi tungur í Føroyum. Eisini finnast har »køvandi pennar«. Ein teirra skrivar í seinasta »Tingakrossi« greinina vKroppslig og andalig mentan*, undir- merki »1«. Greinin ætlar at køva ta rørslu, sum er kykna meðan Føroyar (ifu stongdar frá flestum londum, ið vil fáa Føroy- ingar at fylkjast til tess at Føroyar skal gerast frítt lánd. Hetta »1« vevur seg tó inn í so nógv mótsigandi sær sjálvum ið greinini, ið byrjar við hesum orðum : »Vit bæði hoyra og lesa nógv um materiellu uppbygg- ing Føroj'a. Men menniskjan, slrulu vit minnast til, livir ikki av breyói einac, og helta »1« slongir eitt vanvirðisblak á teir, ið skriva og tala um uppdyrkan, mjólkanøgd, kjøtmongd, egg- mongd, skipabygging, flagg á skipum (føroj'skt flagg?), kropps- venjing og frígering — sjálvsagt! Hetta vil »1« ikki hava framt nú, nei, hetta førir ikki á góða leið. »Eitt andaligt grundarlag og eina dj'gga andaliga uppvenjing, sum ikki vinst bara burtur úr økonomiskum fram- burði ella landstimfatandi kroppsvenjing«, vil »1« hava. Hvør vil ikki hava andaliga uppvenjing? Vit trúgva allir Føroyingar vilja hava tað; og her í blaðnum hava vit týðu- liga sagt, at arbeiðast tná mest møguligt fyri, at Føroyingar skulu fáa so góðar skúlar og so góðan kunnleika sum møgu- ligt gjøgnum teir. Eru tyguni ein væl mentaðnr Føroju’ngur harra ella frú >1«, so,„kom fratn við siðmenningsgreinum og við andsmentan og ikki bara við atfinningum. Tær byggja einki gott lív her í Føroyum, uttan so at tær hava góðar fylgisveinar, rættleió ingar, ið við skili bera fram við sær menning og góðsku til Føroyatjóðina. Ikki nýtast tygum at vanvirða fólkið so nógv sum gjørt er í seinasta »Krossi«. Føroyafólk er eitt gamalt kulturfólk, tað mega tygum ikki gloyma, tl tað hevur amttnaðurin Hil- bert sagt, at teir eru. Tað er tí eingin hjálpargerð til hansara henda vanvirðitig. Ikki fáa tygum heldur nakran at trúgva, at andsføðin nakrastaðin um lteimin hevur verið so mikil, at hon kann bjarga sær einsamøll. Allir heimsins andshøvundar, hvussu stórir teir eru, tnega føla likamliga svongd. Hvussu leingi teir vilja, ella kunna liva, utlan materiella hjálp, er einkisvert, tí meira enn einar 40 dagar livir eittgin fyri uttan mat og drekka. Hvørki prestar, kennarar ella »andshøvundar« ltava blaka frá sær peningin teir fáa frá tí almenna. Heldur hava teir roynt at fáa so stóra løn sum møguligt. Og tygum nevna eisirti kirkjuna. Hava tygum ikki hoyrt orðið kirkjutíggjund. Nei, heldur ikki kirkjan blakar pening aftur, tá hon kann fáa hann á siðiligan hátt, t. d. »kollekt«. Vit hava ongantíð frætt, at hon hevur blakað pening aftur, tí hon hevur ovhógv. Likam og sál krevja likamliga og andaliga føði, men her á fold mega hesar ganga hond í hond. Er likamliga føðin ikki, so er hin andaliga eisini ússalig, tað munna flest øll menn- iskju vi.ta uttan »1« í »Tingakrossic. sb’ríu Føroyar* vísa týðuliga á hetta, t. d. 6. juni undir greinini »Menning«, soleiðis: »Tá landsins børn duga at arbeiða og fáa góð amboð at arbeiða við, verða inntøkur landsins tá eisini nógstórar til at hava góðar skúlar 'og løna væl lærarum landsins. Hesa leið fara nú Føroymgar at ganga. Her mega vera skúlar, sum geva børnunum natúrligan vøkslur. Grundarlagið má leggjast av nýggjum, so børnini leiðast inn aftur á heimligan veg. Tað verður tá at hava sær góðar lærarar, ið taka upplæring barnana sum em dýrgrip teir hava fingið í varðveilslu fyri tað ættarliðtð í Føroyum, sum er kotnið til teirra og har skal finna ta kraftkcldu, ið skal geva kreftur fyri alt lívið, eisini fyri komandi ættarlið. Mann efttr mann skal Føroyatjóðm tá ogna sær kunn- leika og kreftur úr hesum keldum«. Hugnaligari mátti tað verið hjá tygum »1« at sæð Før- oyingar staðið sameinlar at gera F'øroyar frítt land, enn at tygum hjálpa fremmandavaldinum, til tess at Føroyar fram- vegis skal vera eitt vesælt danskt »tnuseumsland«. Har lands- ins andshøvundar tala stór orð ttm føðiland og oy, meðan danskurin sigur: »Ja, lad dem bare more sig, men det er os som betaler«. Soleiðis hevur mangati verið blaka okkum fyri av danSk- arum, og teir hava tíverri fingið nógvat Føroyingar at trú sær. Tað vera tó, vóna vit, alt fleiri og fleiri Føroyingar ið síggja, hvussu verunleikin er og hevur verið, at tað eru F'ør- oyingar, sum hava goldið og Danskarar sum hava stuttleikað sær fj-ri peningin, teir fingu úr sliti Føroyinga. Ikki minnst hava teir vunnið valuta uppá avreiðing Føroyingana. Hon hevur givið teimum nógvar ntilj. kr. árliga uttanlanda. (Meira herum seinni). FcfbcHJtapplezizup. Sunnadagin spældi nýggja býlið okkara móti einum konib. liði av hermonnum. Urslitið var J—J. Kampurin var í heild vakurt s'pældur, men okkara monn- ttm tørvaði tað vattliga ídni, tað var gjørt al-t ov líti av at tarna mótspcelarunum tá teir høvdu bóltin. Frammdn fyri tnál sýntust okkara menn at fáa ovlítið burtur úr framspælinum. Center forward spælir væl og verðttr tí ógvuligct nógv trongdut av mótspælarunum, tí má hann minnast til at leika til við- spælarar tá hart gotigur á. Okkara backar spældu óføra væl og vakurt. Vit kundu hugsa okkttm býliðið stilla soleiðis: (frá máli) Niels J. Arge. Johs. Simonsen. Kj. Nattestad. J. Jacobsen. P. Nolsøe. M. Mørk. A. Hansen. M. Arge. H. Michelsen. Jørleif Hattsen. O. J. Guttcsen Tað skal sigast, at ytri høgn spældi væl henda dagin, men sýnir hann, ið vit hava fyrisligið, A. Hansen, meiri áræði uttdir spælinum. Annars skal sigast, at tá liðið tekur intt eykamann, átti tann besti at verði tikin. Nýggj føroysk bók: M S. VIÐSTEIN: „EIRIKA“ Fæst í bókabúðum. Mál 81 Mentan - Tórshavn.

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.