Fríu Føroyar - 30.06.1942, Blaðsíða 3

Fríu Føroyar - 30.06.1942, Blaðsíða 3
1- árg, FRÍU FØROYAR Nr. 8 Føroyar frítt land (Skrivari; Andrias J. Ziska) (F'ramhalđ) Henda nýggja fiskivinna hevur givið Føroj-um stóran pening, men ófriðartíðin hevur samstundis tikið nógv frá Før- oyingum, ja so nógv, at eg her ikki eri førur fyri at greiða frá øllum missum. Tó, lívið má livast sjálvt í sovorðnum tíðum, vit hava fingið á okkum, har alt trúðar við oyðitig og deyða. Soleiðis hava nú Føroyingar ferðast á havinum hesi ófriðarár. Ein vandafull sigling, ein vandafullur fiskiskapur, men lívið eigur einki betri til fólkið í Føroyum. Tí hava Føroyingar til fullnar uppiborið tann vinning og tann pening, teir eiga í Onglandi fyri fiskin, teir so dúgliga føra til avreiðingar har. lnnløgutíð er tíðin nú hjá Føroyingum. Hann ið eigur skip nú hevur góða innløgutíð, annaðhvørt hann roynur direkta ella inndirekta sigling og feskfiskavitinu. Summir dríva fiski- vinnu við egnum skipum, meðan aðrir leiga sær skip. Ymisliga fer altíð úrslitið at verða hjá fiskimonnum, men yvirhøvur hava allir fingið stórt úrslit peningaliga, og avlopspeningur Føroyinga er tí vaksin seg størri og størri í Bank of England meðan hesi ár eru runnin. Føroya grundpeningur uttanlanda Hesin fiskiskapur og henda avreiðing kann vissa F'øroy- ingum ein »gullfond« í Onglandi, tí sterlingurin veksur hvørja ferð skip koma fram við fiskafarmum. Føroyatjóðin kann við hesum peningum frígera seg og menna seg til framtíðar llv sum frí tjóð. Men skal peningurin roknast surn ogn F’øroya, tá mega F’øroyingar fyrst broyta hesa av løgtinginum gjørdu peningaskipan. Peningurin má leggjast undir ein seðil- og valutabanka, eitt peninga-umboð, sum F'øroya fólk eigur, sum F'øroya løgting setur á stovn fyri F'øroj’a fólk. Flesin F'øroyalands banki skal setasc í staðin fyri Danmarks Nationalbank og F'ærøernes Valuta-Cetitral. Føroyingar mega tí fáa sær eitt nýtt Løgting, fáa sær nýggja landaskipan, gera F'øroyar til frítt land. "Tá kutina F'øroyingar gera góðan sáttmála við Ongland um hand-il og samlívið tjóðanna millum, Ein greið, føst støða. Meðan lív Føroyinga nú er i eini »trýfólka-fløkju« og hvør skýtur frá sær, tá trupulieikar og tvørligheitir ákoma, vil eitt greiðari, tr)’ggari lív koma her hjá F'øroyingum, tá 'teir sum trítt fólk taka ræóið yvir øllum samfelagslívinum í F'ør- oyum. Tað er ikki so frætt her nú, at fólkið veit hvussu stýrt verður, og menn, sum fólkið hevur valt sær at ansa eftir, vita lítið og einki. Ikki so frætt sum eitt yvirlit yvir útflultar og innfluttar vørur í krígsárunum er til skjals. Um handilin og vekslingina aftaná at heimapeningurin kom og bann varð sett, at Sterlingur ikki skal flytast inn til F'øroyar, er heldur einki yvirlit at siggja enn. Hvussú leingi teir vilja.hava eina sovorðna fløkju, veitt ikki eg, men at eitt fólkakrav er neyðugt nú, ivast fáur i, tí tað núverandi løglingið er ikki verja F'øroya fólks, heldur sita teir og verja annara landa tjóð, og ætlanin tykist vera, at peningurin, ið F'øroyingar streva frant, skal ikki nýtast til at fáa Føroya fólk á føtur, hjálpa upp vinnulívi F'øroyalands, men Sterlingurin skal mest møguligt gagna Danskarum og Danmark, tá lej'st verður aftur. Løgtingið er nú undirbrotligt Færøernes Valúta-Central. I 1941 gjørdist yvirvøld yvir F'øroya løgtingi, nevniliga íp'ærøernes Valuta-Central*. Av tí at peningurin *er alt avger- andi her sum allastaðni, hevur sFærøernes Valuta-Central« fingið størstu ávirkan á handil F'ørojinganna og á vinnulív landsins. Tað er enn verri við hesi makt, sum tað er skipað soleiðis har, at fremmandavaldið hevur 2 sessir, meðan løg- tingið bara eigur ein sess innan »Valuta-Centralen«. Dult er fyri fjøldini av F'øroya fólki, hvussu peningurin er varðveittur, men vit vita, at tað er bannað at flyta Sterling til Føroyar. Hvør maður, sum skal keypa uttanlanda, má tí fara við bøn til »F'ærøernes Valuta-CentraU um veksling og um loj’vi at innflyta til F'øroyar. Ja. um tað so er Føroya løgting, so hevur Valutacentralurin \ virvald yvir tinginum hesum viðvíkj- andi. Hetta sigur uppskot teirra sjálvstýris- og javnaðarmanna á seinastu tingsetu. (Meira). SKO- SVERTA N. S. JOHANNESSENS EFTF. Thorihavn STERKARI og HALD- GÓÐARI ENN NÓGV- AR VANLIGAR SKJÚRTUR Spyr handils- mann tín Døm sjálvur. Gjørdar úr avgjørt gavntódnaSum jyrsta jlokks poplin í hvít- um og litaðum sløg- um iyri at svara til VAN HEUSEN flippur. Hóskandi flippur fáast altíð. VAN HARDING SKJÚRTAN er útgjørd við „van Heusen“ hálslíning, ið als ilcki tódnar og hálvstívum man- sjettum úr ,,Van Iieusen“ tilfari'. Tað er trygd fyri at skjúrtan situr væl, er vdkur og haldgóð frá hálslíning, sum er vovin eftir skapilsinum av hálsin- um, til mansjetturnar, ið ikki fara av falding, og sum vara nógv longri enn tann vanliga lina mansjettan. VAN HARÐING Shirts made by Harding, Tilton & Hartley, Ltd London & Taunton, England-

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.