Fríu Føroyar - 16.07.1942, Blaðsíða 1

Fríu Føroyar - 16.07.1942, Blaðsíða 1
P ^V] j ÓRSHAVM íV NUMMAR 9 Innivist her hava øll sum krevja, at fødilandid skal gerast frítt og Føroyingar sjálvrádandi. 16. JULI 1942 Ábyrgd hevnr bladskrivarin Andrias Ziska Telef. 337 Tórshavn. 1. ÁRG. S Fiskimaðurin. Lag: Volga, Volga. Stenka Rasin. Fjart frd Føroya føgru strondum, út í Atlants breiða favn, stevna stoltar fiskisnekkjur, bera Føroya-landsins navn. Har hvar Atlants bylgja brýtur, aldan reisir seg frá grunn; n Føroya fiskimdður slítur w fyvi dagligt breyð í munn. | Gnista blokkar knarra ftlankat; n reba segl tá vandi er, ^ lítur hann & Harrans megi tá hann stýrur vandaferð. Ungur hann í striðið legði, sjáldan sá hann grønkast líð; einans hann í' heimi hevði lítla stund um vetratið. Mangan sær hann havsins aldm reis.a seg í himmals ódn; tó hann stendw stinnur kaldur, strlðistfyri konu børn. Summarsólin vinnur valdi, Løtan er so føgur tá; hansar tankar fevna heimið, tindar, strendur, dal og vá. Heimið, Føroyar er tó kærast, i \ landsins merki ber hann hátt; \ fylgir honum leiðir fjarast » Føroya flaggið, hvítt, reytt, blátt. J\ ÁSBJØRN POULSEN 11 11 1 ENOK A FRÆLSINUM Eiu av landsins trúgvu synum, Enok Andreasen, fyllur 79 ár í dag. Hann ber sín aldur væl, ja so væl, at eingin kann halda hann vera komnan so høgt upp í árum. Enokur er hildin uppat at bera postin til bygdirnar Velbastað og Kirkjubø, sum hann hevur gjørt í 30 ár, nøkur ár bar hann eisini postin til Argjar, Hoyvík og Hvítanes. 1 50 ár hevur hann verið búsitandi í Havn. Higar kom hann av Velbastað; men í Kollafirði var hann føddur og har vaks hann upp. Tað vakra, treysta, fyndorðaða føroyska mál, hann talar, er nomið í barnaárunum í Kollafirði. Kvaðakempa hevur Enokur verið, Og enn orkar hann at vera við tær vanligu veitslutíðir Føroyinga. Tá hann skip- ar, fær okkara føroyski dansur sín gamla dám, tá er hugtakándi at ko'ma upp í ringin. Vit ynskja kempuni nógv góð ár. MINNISVARÐI :3^D^^^^^D^z^^^3sC^^^^zxx:^x^j^3ec: Føroj-ingar hava átt nógvar merkismenn. Nakrir teirra hava verið so framum góðir synir Føroya, at hugurin til at minnast teir og heiðra teir er vaksin so stórur, at roynt hevur verið at savna inn pening kring alt landið til tess at reisa minnisvarðar. Ein hin mest kendi av Føroya góðu synum er Nólsoyar- Pál, sum í ófriðarárum sigldi við skipi sínum »Royndini Fríu« millum Føro)-ar og útheimin fyri at fáa vørur til oyggj- arnar. Seinasta ferð hansara var í januar 1809, á heimferð úr Onglandi við kornfarmi. I Atlantshavinum sigldu ta lúrandi kaprarar á ránsferðum. sRoyndin Fría« hvarv við mann og mús, men minni manns livir í Føroyum e'nn, hóast 133 ár eru umliðin. Tá IOO ár vóru runnin frá deyðaári Nólsoyar-Páls, tóku Føroyingar sær fyri at savna saman pening við tí endamáli at reisa honum ein minnisvarða. Samstundis fór ein annar góður Føroyingur, Jákup hjá_ bókbindaranum, at skriva bókini: »Poul Nolsøe lívssøga og'yrkingars. Meðan tað eydnaðist honum, dr. J. Jacobsen, at senda bókina út longu 19. desember 1908 og soleiðis heiðra mannin Nólsoyar Páll, er tað ikki enn eydnast okkum, sum savnaðu inn pening til minnisvarðan, at reisa hann. Peningurin var tá ikki nóg stórur til prýðuligan minnisvarða um henda Føroj"- ing, og síðani fyristøðumenninir, J. C. Djurhuus og Jens Olsen, andaðust, hevur eingin tikið umboð teirra upp fyrr en nú 10. juli 1942. Nú er álvara gjørt av hesum soleiðis:

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.