Fríu Føroyar - 16.07.1942, Page 1

Fríu Føroyar - 16.07.1942, Page 1
NUMMAR 9 Innivist her hava øll sum krevja, at føđilandiđ skal gerast frítt og Føroyingar sjálvráđandi. 16. JULI 1942 Ábyrgd hevnr blađskrivarin Andrias Telef. 337 Tórshavn. Ziska 1. ÁRG. Fiskimaðurin Lag: Volga, Volga. Stenka Rasin. Fjart frá Føroya føgrn strondum, út í Atlants breiða favn, stevna stottar fiskisnekkjur. bera Føroya-landsins navn. Har hvar Atlants bylgja brýtur, aldan reisir seg frá grunn; Føroya fiskimdður slítur fyri dagligt breyð í munn. Guísta blokkar knarra filankar; reba segl tá vandi er, lítur hann á Harrans megi tá hann stýrur vandaferð. Ungur hann í stríðið legði, sjáldan sá hann grønkasi líð; einans hann í heimi hevði lítla stund um vetratíð. Mangan scer hann havsins aldm reis.a seg í himmals ódn; tó hann stendm stinnur kaldur, stríðist fyri konu børn. Summarsólin vinnur valdi, løtan er so føgur tá; hansar tankar fevna heimið, tindar, strendnr, dal og vá. Heimið, Føroyar er tó kcerast, landsins merki ber hann hátt; fylgir honum leiðir fjarast Føroya flaggið, hvítt, reytt, blátt. Asbjørn poulsen X X X X X ENOK Á FRÆLSINUM Ein av landsins trúgvu synum, Enok Andreasen, fyllur 79 ár í dag. Hann ber sín aldur væl, ja so væl, at eingin kann halda hann vera komnan so høgt upp í árum. Enokur er hildin uppat at bera postin til bygdirnar Velbaslað og Kirkjubø, sum hann hevur gjørt í 30 ár, nøkur ár bar hann eisini postin til Argjar, Hoyvík og Hvítanes. I 50 ár hevur hann verið búsitandi í Havn. Higar kom hann av Velbastað; men í Kollafirði var hann føddur og har vaks hann upp. Tað vakra, treysta, fyttdorðaða føroyska mál, hann talar, er nomið í barnaárunum í Kollafirði. Kvaðakempa hevur Enokur verið, og enn orkar hann at vera við tær vanligu veitslutíðir Føroyinga. Tá hann skip- ar, fær okkara føroyski dansur sín gamla dám, tá er hugtakándi at ko'ma upp í ringin. Vit )-nskja kempuni nógv góð ár. MINNISVARÐI Føroyingar hava átt nógvar merkismenn. Nakrir teirra hava verið so framum góðir synir Føroya, at hugurin til at minnast teir og heiðra teir er vaksin so stórur, at roynt hevur verið at savna inn pening kring alt landið til tess at reisa minnisvarðar. Ein hin mest kendi av Føroj’a góðu svnum er Nólsoyar- Pál, sum í ófriðarárum sigldi við skipi sínum »Royndini Fríu« millum Føroyar og útheimin fyri at fáa vørur til oyggj- arnar. Seinasta ferð hansara var í januar 1809, á heimferð úr Onglandi við kornfarmi. I Atlantshavinum sigldu tá lúrandi kaprarar á ránsferðum. »Royndin Fría« hvarv við mann og mús, men minni manns livir í Føroyum enn, hóast 133 ár eru umliðin. Tá IOO ár vóru runnin frá deyðaári Nólsoyar-Páls, tóku Føroyingar sær fyri at savna saman pening við tí endamáli at reisa honum cin minnisvarða. Samstundis fór ein annar góður F'øroyingur, Jákup hjá bókbindaranum, at skriva bókini: »Poul Nolsøe lívssøga og'yrkingar«. Meðan tað eydnaðist honum, dr. J. Jacobsen, at senda bókina út longu 19. desember 1908 og soleiðis heiðra mannin Nólsoyar Páll, er tað ikki enn eydnast okkum, sum savnaðu inn pening til minnisvarðan, at reisa hann. Peningurin var tá ikki nóg stórur til prýðuligan minnisvarða um henda Føroy- ing, og síðani fyristøðumenninir, J. C. Djurhuus og Jens Olsen, andaðust, hevur eingin tikið umboð teirra upp fyrr en nú 10. juli 1942. Nú er álvara gjørt av hesum soleiðis:

x

Fríu Føroyar

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.