Fríu Føroyar - 16.07.1942, Blaðsíða 2

Fríu Føroyar - 16.07.1942, Blaðsíða 2
1. árg, FRÍU FØROYAR Nr. 9 »Ár 1942, ioda juli, vóru hesir nevndarlimir úr Bazar- nevndini, ið sett var 23mars 1909 við endamálinum at reisa Nólsoyar Pálli ein minnisvarða, komnir á fund í Tórshøll í Tórshavn: Margrethe Kjelnæs, Amalie Joensen. Johanne Jenseri. Elisabeth Rein. Anna I.ambaa. Sigrid Christiansen. Maren Andreasen. Olevine Djurhuus. A. Degn. J. Waagstein. Gudrid Olsen. Marie Baier. Andrias Ziska. Vit komu ásamt um at savna saman meira pening enn tann, ið hevur staði á sparikassabók, nú stórur 6316 kr. 93 oyr., og fáa fleiri, enn vit sum her eru á fundi, til saman við okkum at fáa nýggjan pening til hetta enda- mál. Samtykt var at heita á ungmannafeløgini at savna inn pening, fáa bløðini at taka móti peningi og royna at fremja sakina við listatekning í bygdum Føroj a á sama hátt sum fyrr var gjørt. Til fyristøðufólk vóru vald: frúgv Gudrid Olsen, frú Anna Lambaa, harrar A. Degn, J. Waagstein og Andrias Ziska. Nevndarlimir á bygd, ið høvdu listar í 1909, fáa bræv um hesar fundarviðtøkur, sum teir vera bidnir um eisini at samtykja og hjálpa okkum at fremja. Fundurin lokin. Margrethe Kjelnæs. Ainalie Joensen. Johanne Jensen. Elisabeth Rein. Anna Lambaa. Sigrid Christinsen. Maren Audreasen. Olevine Djurhmis. A. Degn. Gudrid Olscn. J. IVaagsteiii. Andrias Ziska<. Tað verður nú roynt at halda áfram við hesurn 33 ára gamla royndarvirki. Vónandi eru Føroyingar nú á døgum so Føroyakærir, at teir taka munagott undir. Søgan og minni manns er fólkana leiðbeining og virðis- mát. Vit Føroyingar mega ikki gloyma farnu ættarliðini og teirra virki, men vit mega goyma skattin fedrarnir góvu okkum. Bókin dr. J. Jacobsen skrivaði í 1909 til áminning um Nólsoyar-Pál og ein prýðuligur minnisvarði nú eru lið í søgu Føroyafólks. Latið okkum nú gera liðið so sterkt og vakurt, sum tað er okkum møguligt, meðan vit orka tað, tað vil geva børnum okkara arbeiðshug, og tey vilja tá eisini virða okkum, fedrar teirra, fyri okkara kærleika til fedrarnar og Føroyar. Nýggj bók: J. DAHL: Uvussu rtu ei? vcrdid. Eg eri so illa viðfarin av Valuía-Centralinum, at nú orki eg ikki at tiga longur til atburð yvirvaldsins, men skal her siga frá verunleika, so almenningurin kann vita, hvussu stýrt verður. I meira enn 3 mánaðir hevur verið margarintrot bjá niær, og tað er fyri meg sum bakara heilt oyðileggjandi, sum øll kunna skilja. Men eg kundi fáa rnargarine út Islandi, og hon lá klár at sendast til mín. Tað var innfluttnings-loyvi, ið restaði mær, og tað væntaði eg sjálvsagt at fáa straks frá Valitta-Central- inum, men nei, tað fekk eg ikki, og tað havi eg epn ikki kunna fingið. Eg havi so vent mær til landsmenn mínar, harrar L. Zachariasen og A. Samuelsen, rnen Zachariasen visti einki at hjálpa mær til valuta, og formaður landsnevndarinnar A. Sam- uelsen, visti heldur einki at hjálpa mær. Tað tykist tí vera mest amtmaðurin, sum liggur i bukt- ini. Hann tykist ikki unna mær at arbeiða og fáa til mítt bak- arí margarin, og tt ger hann mær, konu og børnum tað ólivi- ligt og vónleyst. Lýsingar dugur hann at senda til bløðini um forboð í langar leiðir. Hann noktar margarine til bakarar inntil víðari. Hvussu leingi hetta sinntil víðari« skal vara, vita teir, ella kanska bara hann, men vit olmussu bakarar vita tað ikki, vit vila tað, at vit kundu fáa margarin úr íslandi, unt innfluttn- ingsloyvi varð játtað, men Valuta-Centralurin sítti. Hevði Valuta-Centralurin liva av at baka, so kanska inn- fluttningsloyvi var givið, og margarina komin frá íslandi til Føroyar. Hvussu leingi tola Føroyingar hetta ræðið? i4-\7'—i942- „ JOEN P. POULSEN Føroyar frítt land (Skrivari: Andrias J. Ziska) „KROSSSTÍGGJUR" FØSTULESTRAR er ctl faa í hóltahcndlanum. Føroya Fólkaháskúli. Vetrarskúli f)-ri drongir er frá I. oktbr. til 28. febr. Bønarbræv um peningastudnað má verða sent til amtið innan 1. august. Telf. 243. S t j ó r n i n . Nýggj føroysk bók: M. S. VIÐSTEIN: „EIRIKA“ Fæst í bókabúðum. — Tórshavn. (Framhald) Teir settu tá frarn uppskot um, at Løgtingið skal biða vørunevndina ansa eftir, at landshandilin í framtíðini víðkar sítt virkisumráði og hevur í hondum keyp og sølu av øllum vanligum keypmannsvørum í so stórum nøgdum sum gjørligt. Fyri at tær innfluttningsvørur, sum nú standa á bundnum lista, kunna verða býttar so javnt út sum gjørligt, heitir tingið á tFærøernes Valuta-CentraD, um at geva landsliandlinum innjluttningsloyvi til mest møguligt av hesum vørum, Her er myndin opinber, og má tí einhvør Føroyingur fata, at Løgtingið hevur gjørt seg undirbrotligt íremmanda- valdinum so nógv meira, enn nakar hevur hugsað sær. Hetta er høpisleyst, serliga nú, t( tað eru P'øroyingar og ikki fremmandir, sum eiga peningin, eisini sterlingin gjøgnum avreiðingina. Tað rná tí vera sjálvsagt, at Løgtingið, sum um- boðar Føroya fólk, skuldi givið Valutacentralinum ordrar og ikki sent inn urnsókn. At bønarbræv verður sent frá Løgtinginum til »Færøernes Valuta Centrah hesum viðvíkjandi, er dømi um, at Føroya Løgting ger seg undirbrotligt. Formaður Føroya løgtings sigur Føroyingum, at teir nú eiga um 40 milj. kr. í Onglandi. Hesin peningur er ovstórur at vera soleiðis í fremmandahondum. Skulu h'øroyingar nakr- Mál Si Mentan

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.