Fríu Føroyar - 27.07.1942, Side 1

Fríu Føroyar - 27.07.1942, Side 1
ff ÓLAVSØKAN 1942 Aftur er ár runnið. CMavsøkudagur er í ovurmorgin, og P"øro\'ingar hittast her í Havn nakrai hátiðardagar sum teir hava gjørt í árhundraðir. Ein framum vøkux hátíð hevur Olavsøkan altíð verið, og vónandi fara Føroyingar at halda Ólavsøku í ár í frið og øllum g'óðum, hóast mangt hóttandi er nú á døgum. I ár verður umframt liitt vanliga Olavsøkustarv ein minningartíð uni okkara merkismanti Nólsoyar Páll. Vit fara nú aflur al minnast hansara starv fyri føðijandinum og royna at taka upp aftur tað. arbeiði, sum tedrar okkara og vit fyri 33 árum síðani tóku okkum saman um, at savna inn pening til ein minnisvarðá. Innbjóðing var tá send til allar Føroyingar soljóðandi: »Vit Føroyingar hava altíð verið eitt fáment fóik. Lanđið vit búgva í, hevur so lítið øki, at ikki er vón til, at vit skulu hava verið mannsterkir; men tó vit hava verið so fáir í tali, hava Føroyar kortini fostrað nakrar tiltiknar merkismenn, sum vit kunnu minnast við æru og sum vit kunnu gleða okkum yvir og erpa okkum av, at teir vóru av sama berginum brotnir, sum vit eru. ' Ein hin ýtarsti av okkara merkismonnum var NÓLSOY/VR PÁLL. Abbi h ansara var slektaður innan av Skála, liann æt Jógvan og var sonur Skála Pál. Hesin sami Jógvan giftist til Nólsoyar, elsti sonur Jógvans æt Páll. Páll hesin átti sjey synir, og fjórði elsti sonurin var Nólsoyar Páll, sum føddur var í árinum 1766. Nólsoyar Páll gekk burtur á siglingsferð í 1808, tá ið Danmark var í kríggj við Ángland, og var soleiðis ikki eldri enn 42 ár, tá ið hann doyði. I hesum bjóðisbrævi er ikki plássið til at reikna upp alt tað nógva, hann avrikaði, ta stuttu tið, hann var á lívi. Her skulu tí einans framførast nøkur fá orð um, hvat maður hann var og hvat ið hann vildi. Á Nólsoyar Pálls døgum vóru P'øroyingar í fleiri lutum eitt fólk, sum var heft við tvingandi bondum. Tað var t. d. yvirhøvur forboðið fólki at fara til útlondini, og tað var for- boðið, og strangar bøtur lagdar á, at handla við nakran annan enn tann konguliga handilin. Eingin var lærdómurin, tí latín- skúliri í Havn var tá komin á fallandi fót. Nólsoyar Páil, sum av natúrini var ein frálika vitugur maður, hevði á sínum ro áta ferðum i útlondum bitið merki í mangt og ivaleyst verið sterkt hugtikin av tí frísinnistreym, sum um tað bilið fløddi út yvir øll mentaði lond. Tá ið hann kom heim aftur og reiðiliga fór at ansa eftir, hvussu syrgiliga landsmenn sínir vóru havdir í bondum, tá vaknaði hjá honum ein brennandi htigur eftir at loysa teir sterku knútar og gera viðurskiftini livuligari hjá fólkinum. Vegurin, hann vildi ganga, var tann, at menna teir til sjálvar at taka róður í hond. Sjálvir skuldu teir sigla síni skip, hvar teir vildu, og sjálvir skuldu teir eiga síri handil. Hann gekk sjálvur á odda; Bygdi sær skip, silgdi út við tí og tók Føroyingar við sær at venja til skipsmenn; hann handlaði við varum, sum ikki tann konguligi handil hevði einarætt til, og hann fekk avgerðir í lag við krónprinsin (Fríðrik 6ta) fríheitini í P'øroyum til frama. Væl evdnaðist honum fyritøkurnar, tó at handilsdirektiónin við øllum sinum brøgdum royndi at forða hansara verki. I krígsárunum, meðan Førojdngar liðu hungur og svølt, royndi hann av øllum alvi at bjarga teimum breyðið í munnin. Tað var á eini slíkari neyðsendar ferð fyri landsmenn sínar, at hann ikki bar boðini aftúr. Tað skal víða leitast eftir einum slíkum vala manni, sum Nólsoj'ar Páll var. Hann var ein dugandi bóndi — tað kongl. danska landhússelskap hevði ætlað honum eina medalju fyri dugandi bóndaskap, men hann doyði, áðrenn hann fekk hana —; hann var bæði bátasmiður og skipasmiður, smíðaói sjálvur sítt skip; hann var sjómaður hin besti, silgdi I mong ár sum kapteinur frá Amerika og síðani hiðan ífrá; hann hevði ógvuliga gott hegni til handil; hann gjørdi eitt bragd í lekjukynstri, sum enn á đøgum millum vísmenn verður nevnt við miklari æru, sum var, tá ið hann førdi pokuvágin (kokoppevaksinen) til Føroyar ; hann dugdi fleiri tungumál og var sera væltalandi á sínum eigna Føroyska máli; hann var av okkara allar bestu ýrkjarum, soleiðis sum »Fuglakvaíði« hansara og tjákup á Mønc og Fruntatátturin bera vitnisburð um; hann var av bestu kvøðarum og hevði eitt fráskila vakurt og vælklingandi mál. Hann dugdi eina yvirhonds rúgvu av kvæðum og hevði skrivað tey upp, hvat nærum var ókent í teirri tíðini. Tá ið ein maður sum Nólso\ ar Páll, við sínum góðu evnum og sínum góða hegni, royndi at brúka sínar gávur til at hjálpa landsmonnum sínum upp á føtur, so er iklci undur í, um vit Føroyingar, hansara eftirkomarar, bera hansára navn í virðisfullum minni. »Men eyguni vilja eisini hava nakað«, sigir orðtakið, og tað hevnr tí leingi ligið á Ijóði at reisa eitt sjónligt nrerki til minnis um henda merkismann okkara. Tað er helst ikki at ivast um, at nógvir eru teir P'øroy- ingar, sum gjarna vilja taka undir við at fáa hetta verkið í lag. Tað er sjálvvaldi, at tess fleiri perigar vit fóa skotið samati, tess prýðiligari kann minnismerkið gerast, so helst skuldu vit roynt at koma upp 1 einar 10,000 kr. Men um tað skuldi verið minni, kann væl koma burtur úr; eina mest ræður um, at^tað verður javnliga givið, at tað av røttum kann sigast, at Føroyingar reistu Nólsoyar Páli hetta minni.c »Fríu P'øroyar <- er etit av teimum bløðunum sum vil taka móti peningum til minnisvarðan og siga lesarunum trá, Inussu nógvan pening P'øroyingar nú senda inn til minnis- varða Nólsoyar Pál’s.

x

Fríu Føroyar

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.