Fríu Føroyar - 20.08.1942, Síða 1

Fríu Føroyar - 20.08.1942, Síða 1
NUMMAR 12 srK M*TS BO, Innivist her hava øll suni krevja, at føđilandiđ »i if-i icT 1Q skal gerast frítt og Føroyingar sjálvráđandi. Ábyrgd hevur blađskrivarin Andrias Ziska Telef. 337 Tórshavn. 1. ÁRG. Eitt samband. Enn er samband, sigur »Dimmalætting« seinasta leygar- dag. Føroyingar kunna lurta til danska útvarpið! »Vort Moders- maal er dejligt, det har saa mild en Klang*. Tað vil siga »Rigsmaalet«. Okkara móðurmál — Føroyamál: »Det lyder saa løjerligt«, siga teir eins og hon gentan. Ja, tað er so illa- vorðið, »vederstyggeligt«, at tað skal ikki fáa rætt til at vera rættsmál. Tað kann enn bara fáa hálvan rætt sum kirkjumál, og tað hevur bara hálvan rætt sum skúlamál. Sum passmál og kunngeringarmál unna fremmandir h'øroyamálinum rættindi; men sambandsmenn og Danskarar, nei, ikki talan um. Burtur við Føroyamálinum, siga teir. Tað skal ongan rætt eiga. Kortini vil »Dimmalætting« hava Føroyingar at gera eins og hinir sum sótu við »Babe!ons Floders. Teir vilja hava Før- oyingar »at begrede Danmarks tmige Skæbne«. Ikki bara tað, men teir váða sær so langt sum at brúka Føroyar og Føroy- ingar sum »Springbræt« fyri einum »fríum Danmark«, sam- stundis sum teir háða hitt dýrasta vit eiga her á jørð, móður- rnál okkara, Føroyamál. Frekheit teirra er yvirhøvur so stór sum hon kann vera. At Danmark var eitt lítið ússaligt land vistu Føroyingar fullvæl, og at tað ikki orkaði at verja okkum, fataðu eisini nógvir Føroyingar langt undan hesum veraldarbardaga. Meti at teir nú, samstundis sum teir háða okkum og sára okkum innast í hjarta, vilja hava okkurn at verja teir og stíva teir av í hesum tíðum, vilja vevja okkum irín í ófriðin, hava okkum til »Rambukf teirra, tað er so skammleyst sum einki fyrr avi ljótum gerurn teirra í Føroyum. I tankaloysi gongur tíverri ein partur 'av Føroyingum, fjeppast uppi í fremmandum sum higar koma, njósnast og forfumma seg, men nú ræður um at vera variti, tá Danir koma fram, tí teir eru ikki Føroyingum góðir í hesum tíðum, her meinast við »Frit Danmarkts menn- inar og gestir teirra. Tlbetur finnast góðir danskir menn eisini her ímillum okkum, sum vit fegin vilja hava hjá okkum sum gestir okkara meðan ófriðurin er og seinri, um teir tá eisini vilja vera í Føroyum. At Føroyingar hava tað toluliga gott, summir kanska heilt gott, í Danmark er natúrligt, tí tað hava teir sanniliga eisini uppiborið. Hava Danskarar ikki allar dagar havt tað gott her í Føroyum? Hava Føroyingar ikki, um ein so má siga, borið teir á lógvunum? Jú, her i Føroyum hava Danir í mannaminni livað harralív, og her hava teir havt og notið stórt gestablídni, so stórt, at vit nú ikki mega fáa minni enn at kunna lurta eftir útvarp, teir sum vilja og hug hava. Tað er tó, sum øll vita, samstundis sambandspolitisk »propaganda«, hetta útvarp. Eitt lið og ein knútur á Sambandstogið. Tað er eins fyrr og við skúlabarna-ferðum, dansiferðum, framsýning arferðum o. ø., har studningur var útgjar. Alt tað er ætlað til at slíta barnið frá móður Føroyum, at fáa tað burtur frá síni uppruna at vera eitt natúrligl gott rnenniskja. Ein roynd til at gera Føroyingin til træl annara landa tjóð. Gera Føroyabarnið frá »Svaneunge« til »Den grimme Ælling«. Føroyatjóðin má tí verja seg nú og menna seg til sjálv at taka ræðið í Føroyum. Til harra J. H. Danbjørg, bráðfengisblaðstj óra. Meðan tygum harra Danbjørg vóru blaðstjóri »Føroya Social-Demokrat«s hava vit, tygum og eg, sum skrivi »Fríu Føroyar«, skift orð, skriva greinir, um samfelagsviðurskifti her í Føroj-um. Ætlan mín hevur ikki verið og er ikki at júka upp í saman og birta í klandur. Heldur verður tað best at L.tla saman soleiðis, at Føroyingar kenna seg sum ein heild, sum eilt fólk, ið nú roynir at gera seg sterkan til at fáa sjálvræði í Før- oyum. Hesum vilja tygum og flokkur tygara fegin hjálpa fram eisini, siga 'tygum, soleiðis sum tit f)-rr hava viljað gjørt, ífall løgtingið viðtekur at fólkið í Føroyum skal greiða atkvøðu um at Føroyar skal vera frítt land, soleiðis sum harra Stauning bjóðaði Føroyingum; men sum tá Patursson við øllum sínum liði var ímóti. Eg minnist fullvæl alt hetta sokallaða Staunings-tilboð, sum t)-gum sipa til. Tað kom so løgið fram tá, at Jóannes skal eiga stóra tøkk fyri tað svar hann tá gav Stauning. Fyri okkum Føroyingar er ein fólkaatkvøða líka týdning- armikil sum fyri Danskarar, tá t. d. fólkaatkvøða var í Suður- jútlandi aftaná hin seinasta veraldarbardagan. Tf mugu nú allir Ikki-Føro)’ingar flytast úr Føroyum, kontioll av fremm- andatjóðum setast, øll propaganda skal vera bannað o. s. fr., líkasum gjørt varð undan og undir fólkaatkvøðuni f Suðurjút- landi. Allir Danskarar mugu tí fara úr Føroyum-, áðrenn ein fólkaatkvøða skal verða her. Tygum siga, harra Danbjørg: »politisk sjálvráðandi er eingin sum ikki eisini er peningaliga sjálvráðandi«. í hesum eru vit báðir samsintir, sjálvsagt! Hesum viðvíkjandi havi eg roynt at tala við Føroyingar i mong ár, longu undan løgtings- valinum 1928 í valskriftinum »Føroyingar — lesið — hugsið!« í 1932 og 1940, og umframt sendi eg saman við 100 Føroy- ingum í 1932 umsókn inn til Føroya Løgting at sfeta á stovn seðilbanka, sum Løgtingið skal eiga, eins og eg nú her aftur royni at halda áfram undir hesum veraldarbardagnum, nú vit eru stongdir frá Danmark og sjálvir hava vfst øllum at væl ber til at vera sjálvbjargin, bert allir draga eina línu. Tað er tó lfkt til, at meðan eg vil hava hesa tfð vit nú liva í til eina upphjálpingartíð, til tess at Føroyar skal gerast frítt land, so vilja tygum harra Danbjørg lfkasum mala uttan- um og ikki siga beinleiðis at tygum av øllum alvi vilja vera Føroyingur, at tygum vilja gera P'øroyar sjálvráðandi og sjálv- bjargnar, at tygum vilja hava ein Seðil- og valutabanka, sum

x

Fríu Føroyar

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.