Fríu Føroyar - 20.08.1942, Blaðsíða 3

Fríu Føroyar - 20.08.1942, Blaðsíða 3
1. árg, FRÍU FØORYAR Nr. 12 25 -manna-musikliðið. Sunnudagin komandi fáa Havnafólk aftur høvi til at gleða seg yvir at hoyra 25-manna-musikliðið spæla á Ting- húsvøllinum. Havnafólk eiga at takka teimum fyri at teir hava tikið seg saman til at geva borgarunum hugnaligar musikløtur, og áttu tí borgararnir at samsýnt teimum hetta við at skaffa teimum eina »musik-tribune«, tí ikki er gott at standa á vøll- inum, tí skráningur er har, og børnini treingja seg ofta inn ímillum spælararnar so nótastólarnir detta og soleiðis órógva musikararnar. Tað ræður um at hjálpa hesum monnum á besta hátt, sum soleiðis vilja gleða okkum Havnafólk. Ansurin fyri vøkrum musikki vil kunna koma meira al- ment fram, tá tað gerst hesum hugaðu musikmonnum møgu- ligt at halda áfram. Sunnudagin 23da august verður hornblástur á Tinghúsvøllinum kl. 18 við hesari musikskrá: 1) Kadet-March (J. P. Sousa). 2) Rigth Away March (Jordan) 3) »Serenade« (Schubert). 4) Under Dobbelørnen March (I. F. VVagner) 5) Overture til Op: Kalifen af Bagdad (Boieldieu). 6) The Stars and Stripes for ever (J. P. Sausa) 7) »Mazie« Vals (Ellis Jhooks) 8) Gladiatorens Triumph March (Julius Fucik) 9) Naar Fjordene blaaner (Alfred Paulsen) 10) The Premier Quick March (S. Cope). Føroyar frítt land (Skrivari: Andrias J. Ziska) (Framhald) Henda arbeiðisløn kemur út til arbeiðararnar so við og við sum dagar ganga og útskieðingsdagar verða. Hvør einstakur maður fær tá henda pening til brúks, og hann verður tá tryggur í lívsyrkinum. Hann kann tá verða mentur at fáa nógmikið til sín- sjálvs, til konu og børn og til samfelagsút- reiðslurnar, tá løn hansara er sett sambart rættvíst prístal. Meðan Føroya Løgting soleiðis við sínum seðil- og valu- tabanka kann gera tað liviligt hjá Føroyingum at búgva í Føroyum, kann seta á stovn nógv virkir, ið longu áttu at verið sett á stovn í Føroyum, vil hesin Føroyalands peningur, sum so lógliga og so lættliga verður tøkur — (har krevst bara pappír til prentingar og prentsmiðja við amboðum) — gera tað møg- uligt hjá Løgtinginum, sum peningin hevur til almennagagnið, at siga: Nú eru arbeiðspengarnir farnir út til arbeiðararnar og gera har stóra nyttu, men vit, hitt almetina, hava havt so lítlar útreiðslur til framleiðslu av hesari arbeiðspenganøgd, at einans tær útreiðslurnar nú eiga at leggjast afturat hinum havdu útreiðslunum til innkeypið av byggitilfarinum, motorum o. t. 1. frá útheiminum, til tess at skipaprísurín kann setast so lágur sum møguligt, tá driftin skal byrja, at teir menn, ið skipini fáa, kunnu óttaleysir fara út at søkja vinnu. Umframt kann havast ein grunnur til brúks, ið kann fáast úr Føroya tryggingargrunni. Saman við Føroya seðil- og valutabanka vil natúrligast vera at hava ein tryggingargrunn. Ein partur av hesum grunni kann Vera til skipabygging. Ein slík trj'gging má vera sjálvstøðug. Har má fáast fult gagn úr honum, tí má skipast fyrri, at ikki stórur peningur fer úr Føroyum til útlendsk reas- suransufeløg, sum nú er vorðið. Skipabyggingin í Føro)-um skal hava til høvuðsmið, at lata menn fáa skip aftur, tá skip verður søkt ella ferst á annan nátt. Tí vil hetta best fáast gjøgnum tað samarbeið, hitt almenna átekur sær við innkeypi av bvggitilfari, sum kann liggja heima í Føroyum, tøkt til alla skipabygging. Men tá friður verður aftur og skipasigling tryggari, kann aftur ein partur av tryggingargrunn-peninginum hjalpa til at styðja teir sum skipini dríva, hjálpa teimum, tá virðislækkanin aftur er neyðug, so driftin kann bera seg. Har verður soleiðis nú og seinri eitt samarbeið at fara fram hjá Føroya Løgtingi og tr)'SS,nSarSrunnInum' sum fær pening sín inn frá skipareiðar- um og eigarum, saman við tí parti Føroya Løgting hevur í skipunum inntil hann er afturgoldin. Teir privatreiðarar og skipaeigarar, sum eru nóg ríkir til at eiga skip einsamallir ella í felag, og teir sum soleiðis eru nóg ríkir til einsamallir at lata skip byggja, kunnu tá hava sær privat tryggingarfeløg til skipini, vørurnar og húsini, með- an tó høvuðstrygdin kemur at liggja í tryggingargrunnum landsins, sum skula gagna øllum. Tá Føroyar sum eitt frítt land fær landaskipan, vil sjógv- vinnan, samstundis sum hon gevur valuta í útheiminum til teir sum skipini dríva, kunna geva Føroya fólki sum heild gjøgnum valuta-central Føroya ein part av avreiðings-valuta- nini, ein so stóran part sum t. d. krevst til at fáa keypt cil landið byggitilfarið til tey skip og tey hús, sum einstaklingar ikki kunna fáa keypt ella bygt einsamallir. Skipasiglingin og skipavinnan krevur altíð nakað av heimapeningi, og hitt al- menna, sum skal hava tryggingarpening, kanti/vissa sær hann í fremmanda-valuta úr einum parti av avreiðingini, sum tá verður góðskrivaður skipinum ella reiðarinum har á trygging- arstovum, skattastovum og teim almennu gjaldstovum. Hitt almenna kann tá soleiðis bæði endurnýggja hin føro^ska fiskiflocan, og hitt almenna kann tá eisini fáa sær ein góðan byggigrunn til húsabygging, sum nú longu í teim størru bygdunum tróta so nógv, at fólk skjótt ikki hevur tak yvir høvdið. Á sama hátt sum við skipab)-ggingini kann tá farast fram, og tá húsini eru bygd, kann lánigrunnur landsins selja og lána soleiðis sum best er hjá teimurn, sum húsini fáa. Føroya hondverkarar fáa soleiðis støðugt arbeið, og tá verður aftur møguligt hjá teimum at styðja jarðarmenninar. Teir hava tá so stórar inntøkur, at prísur kann tryggjast land- búnaðinum. Hetta setist her bara sum eitt dømi um natúrligt sam- arbeið millum heimapening og avreiðingspening. (Meira). COTY PUDDUR OG PARFUMIR Hjá A. ZISKA kunnu seljarar og keyparar hittast um keypslag av húsum, traðum, grundstykkjum, aktium o. a. A. ZISKA. Telf. 337-

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.