Fríu Føroyar - 29.08.1942, Síða 1

Fríu Føroyar - 29.08.1942, Síða 1
Gjald fyri hjálp til sjúklingar. Ein spurningur er tíverri blivin stórur í Føroyum, nevni- liga gjald fyri hjálp til sjúklingar. Mangar sjúkur herja Føroy ingar. Frá fyrr at vera eitt staksunt fÓIk, eru Føroyingar seinri mannaminnir blivnir veikir til heilsuna. Sjúkrahús og læknar eru nú kring alt landið, rneðan fyrr bara var.eitt sjúkrahús í Føroyum, og ein ella tveir læknar kundu vera til hjálpar og ferðaðust kring landið. Nú er alt farið so illa fram her, at hitt gamia sunna lív Pøroj’inga hoj'rur søguni til, meðan nýggj tíð og við henni nýggjur 'matur og liviháttur hevur fingið so stórt vald yvir fólkinum, at ein onnur tjóð noyddist at hjálpa Føroyingum úr neyðini peningaliga, mátti taka á seg at gjalda um milj. krónur fyri sjúklingaskuld Føroyinga. At hetta er ein skaðiligur vegur at ganga, kann einhvør Føroyingur fata. Hetta er eisini ein skomm fyri Føroyatjóðina, og samstundis eru vit Føroyingar komnir soleiðis fyri, at maður nú ikki sleppur inn á sjúkrastovu, um hann so verður árendur, dettur niðurfyri ella knappliga gerst so sjúkur, at hann beinar, vegin má fara á sjúkrahús, fyrr enn alt »garanti- systemið< fyri gjaldið er prógvað tilfullnar. Soleiðis má hesin ólukku sjúklingur pínast óneyðugt leingi sum nú sjúkragjalds- »systemið« er fyriskipað. Viðvíkjandi medicinið, gevur orðaljóð »receptana« dømi um, at læknin má spara fyri sjúkrakassan gjald best møguligt. •Hesum viðvíkjandi varð soljóðandi bræv sent inn til aðal- fund hin 30. mars 1942: »Til Sjúkrakassan fyri Tórshavn og Tórshavnar uttanbýggja sókn. Av og á hevur verið frammi ynski um at gera sjúkra- hjálpina í Føroyutn meira einfalda og rættvísa enn hon nú er gjøgnum sjúkrakassasystemið. Hetta ynski bevur vaksi seg størri ár eftir ár ikki minst av teirri grund, at her í Føroyum vóru blivin torfør líkindi yvirhøvur hjá kommunum og privatum at fáa sjúkrakassapeningin fram í nógstórari mongd. Undan hesum veraldarbardaga var alt hetta gamla »system« farið at ridla av peningaveikleika. I 1937 t. d. var, sambart »Føroya Social-Demokrat«, skuld kommunana til sjúkrakassar- nar í Føroyum 268000 kr., og sjúkrahúsini áttu samstundis øðiliga stóran pening hjá sjúkrakøssunum. ,Alt hetta sigir okkum, at her er nakað trúandi innkomið, ein stórur vandi fyri Føroya fólk. Sjúkrakassasystemið hóskar har betri hvar limirnir hava vissar ella fastar inntøkur, men ikki væl her, hvar størsti partur av limunum eru fiskarar við lágum, óvissu'm inntøkum. 011 sjúk menniskir í Føroyum mugu fáa hjálp straks tey føla seg sjúk, og millumliðið mijlum sjúkling og hjálp má vera skjóttvirkandi og einfalt. Sjúklingurin fær ókeypis indirekta hjálp, sum verður goldin lækna ella sjúkrahúsi frá æntin kom- munu ella løgtingskassa. Tá sjúklingurin er raskur letur hann skatt direkta til kommunu ella løgting. Hann hevur soleiðis longu goldið fyri sjúkrahjálpina. Kommunukassin ella løgtings- kassin lønar læknum og kostar sjúkrahúsini tilfullnar. Samlaði skattur verður ásettur nóg høgt til eisini hesar kostnaðar. Vit biðja sjúkrakassa okkara leggja hetta mál fram til umrøðu og viðgerðar. Virðingarfullt, Andrias Ziska«. Sjúkrakassin hevur haft spurningin til viðgerðar og bræv er sent til »Centralforeningen for Sygekasser paa Færøerne*, sum vónandi vil senda málið inn til viðgerðar á Føroya løg- tingi fyrstkomandi. Soleiðis sum samfelagsskipan Førdya fólks hevur verið og enn er, vísir tað seg, at meðan 10°/0 av skattaborgarunum hava haft stórar ársinntøkur, hava hini 90°/0 haft, størra fjøldin av hesum talinum, heilt smáar inntøkur, hóast teir hava haft tungt strev fyri at vinna teimum hesar ársinntøkur. Teirra samlaða ársinntøka hevur verið so lítil, at hon ikki kundi røkka til alt, kanska illa nokk hjá summum til mat og drekka. Hesir somu menn hava tó gjørt so stórt arbeið fyri sam- felagið og verið við til at fáa inn til einstakar, »Lykken’s Pamfiliusser*, so tiógvar pengar, at teirra ársinntøka er blivin heilt stór, og ein stórur skattur kann tí lættliga berast av teimum. Hinir við teim neyðars smáu inntøkunmn eru soleiðis »indirekta« partnarir í hesum skattum ríkmannsins, og natúr- ligast er tí, at t. d. gjald fyri hjálp til sjúklingar kemur úr skattapeninginum. Tá er tað lættari at fáa góða hjálp lil tey sjúku, tí tá verður hugsunnarháttur broyttur yvirhøvur til tess, at gagn- ligast fyrí øll verður, at hjálpa tilfullnar, ikki at spara har, men geva sjúklingunum besta mat og besta medisin, bestu legu og pleyu sum fáast kann lil tess at her aftur skal liva eitt sterkt, sunt fólk í Føroyum. Tá verður gjaldið fyri hjálp til sjúklingar so við og við at minka tí tá verður sjúklingatalið minni enn sum nú er. Her kemur tá at liva eitt sunt og sterkt fólk, sum ikki tørvar so nógva læknahjálp, Ja, har vóru orðini! í seinasta »Føroya Social-Demokrati« er oddagrein, ið av øllum alvi roynir at siga javnaðarmenn levsar frá sambandinum við sambandsmenn og teirra ætlan skipabygging viðvíkjandi. Nei siga teir nú, vit vilja sanniliga ikki roknast í parti við teir sum goyma alla skipabygging til danskar skipasmiðjur og drála , við øllum innkeypinum inntil Ófriðurin er lokin, og tað vilja framburðsfelagsmenn heldur ikki. Eingin veit betri enn teir sjálvir, sjálvsagt, hvat teir ið hesum vilja ella ikki vilja, men tíðin vil vísa Føroyingum tað nú skjótt, tí hetta er ein so stórur spurningur fyri Føroyar, at hann má loysast nú beinan vegin. At felagsskapur lievur verið millum flokkarnar, samband-, javnaðar og sjálvstýrið, landastýrinum viðvíkjandi, vita Føroy- ingar. Har hevur ræðið verið og teir, hesir 17 menn, hava tí

x

Fríu Føroyar

Beinleiðis leinki

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.