Fríu Føroyar - 08.09.1942, Blaðsíða 1

Fríu Føroyar - 08.09.1942, Blaðsíða 1
TÓKsfl^* NUMMAR 14 Innivist her hava øll sum krevja, at fødilandid skat gerast frítt og Føroyingar sjálvrádandi. 8. SEPTEMBER. 1942 Ábyrgd hevur bladskrivarin Andrias Ziska Telef. 337 Tórshavn. 1. ÁRG. Er J. H. Danbjørg tor- næmur og gloymskur? Tað er einstøkum menniskjum viðføtt at verða tornom, men eitt sovorðið menniskja ftánu kortini vera eitt gott menn- iskja, og alloftast er tað so bøtt uppá hetta viðfødda hrek, at tá eitt tornæmt menniskja fær ein tolnan lærara, sum roynir at siga upp í saman mangar ferðir og á lagaligum veg tað ið fatast skal, vil hetla tornæma menniskja at endanum fáa lær- dómin at sita»so væl í minninum, at hann verður sitandi har með alla, fer ikki úr aftur minninum. Vit hava rokna harra J. H. Danbjørg fyri eitt gott menn- iskja, kanska nakað tornæmur, men eitt menniskja, sum roynir at vera sannført og ræltvíst. Ja sum vit søgdu um hann: »ein reinlinjaður maður«. Seinasta grein hansara til okkum er tó eitt dømi um, at hann ikki bara er tornæmur, men má sigast at vera gloymskur eisini, og tá er ilt við at gera, tá er nyttuleyst at hava langan orðadrátt við hann. Tá ger minnisloysi hansara at hann førur seg inn í so stóra orðafløkju, at hann ikki fær greitt seg úr aftur, men endin hjá honum verður óndskapsfullur. Hann veit sær einki betur, enn óndskapsfullur at rokna meg miH.um kapitalistar, og »Fríu Føroyarc kallar hann nú fyri kapitalistablað. Heldur hann seg vera »proletar«-, og heldur hann meg verða ein kapitalist, nei, tað hvørki trýr hann ella nakar her í Føroyum, og hvørki hann ella blað hansara hevur rOynt af funnið hollari vegir fyri arbeiðsfólkinum í Føroyum enn teir, sum vit royna at vísa framá í »Fríu Føroyum«. Skal nakar av okkum báðum kunna roknast fyri kapitalist, ja, tá verður tað heldur hann enn eg. Á ein góðkendan og natúrligan veg er harra J. H. Danbjørg fyri mongum nrum síðani blivin kapitalistur, hann var enntá blivin ein p r i v i l i- geraður kapitalistur. Meðan hann ger seg inn á meg soleiðis, vil tað vera niær loyviligt at minna lasararnar á — hann sjálvur er so gloymskur, tíverri — at hann fyri stutturn tók til eina grein okkara í »Fríu Føroyum«, hin 13. juni, har ávíst varð hvussu skattainntøkur Føroya fóiks vóru undan krígnum. Át stóra skattaborgaratalið hevði heilt smáar inntøkur, meðan nakrir fáir høvdu bróðurpartin. Men, harra J. H. Danbjørg var tá ein teirra sum fekk bróðurpartin, ja, enntá ein priviligeraðan bróðurpart; men tað tykist hann ikki vita sjálvur, ella eisini heldur hann at fólk ikki hugsar so langt ella lesur og hugsar so gjølla, at tey vita hvussu hann hevur haft ein stóran fyrimun sum kapitalistur hesi ár Føroyatjóðin hevur ligið á knøunum vegna peninga- veikleika. ímóti monnum hvørs skattainntøka bara var 380 kr. (hetta var gjøgnumsnits-skattainntøkan tá hjá 72,5°/o av Føroya skattaborgarum) vil ársinntøka haria J. H. Danbjørgs, ið telur 10 til 20 ferðir so stóran pening árliga, kunna kallast ein kapitalistainntøka, sum skattaborgararnir hava privilegerað hann við. Føroya skattaborgarar tá, og hann sigur sjálvar, at tað er ikki marari forhgldsvís nú hjá stóru fjøld av teimum, vóru illa fyrikomnir. Hinir einastu sum høvdu sítt »4 tí turra« vóru J. H. Danbjørg og hansara kallsbrøður og so teir ið altíð hava stórstu inntøkuna tá samfejp.gið »liggur á deyðastrá«. Hjá øllum hinum var alt so ússaligt tá, at skipini \ virhøvur ikki kundu fara út, uttan tey fingu statshjálp, og s;> lítið var ársútslit teirra, snm fiskaðu, at teir ikki høvdu størri ársinn- tøku at skatta av enn frá 180 kr. til 700 kr. gjøgnumsnitliga. Utpanting var tí kring alt landið, tá skattur skuldi gjaldast, og nógv búgv fóru tá undir hamarin. Kommunur komu í skuld til sjúkrakassar, til sparikassar og til Føroya løgting, Sjúkrakassarnir vóru ikki mentír at gjalda til sjúkrahús o. s. fr. Meðan fólkið var so illa statt, vóru teir, harra J. H. Danbjørg og kallsbrøður- hansara so væl privilegeraðir av hesum fátæka samfelag teirra, at teir óttaleysir kunrju liva, tí teirra ársinntøka var so stór og var vissa teimum til avrokn- ing ásettar dagar, at teir við henni fingu nokk íil mat og drekka, klæðir, hita og tað teimum kravdi, eisini til skat, sjúkrakassa o. tl. Umframt vissaði samfelagið teimum og konum teirra eina 10 ferðir so stóra ellisrentu sum tey óprivi- legeraðu kundu vænta sær, um tey livdu upp teirra ellisár. Pensión H. J. Danbjørgs var vissa honum í so rnongum túsund krónum, stim hinum var vissað í hundrað krónum. Bankar, partafeløg, sparikassar o. tl. støð har kapitalistar (rentierar) vanliga goyma kapital . teirra, kunnu fara umkoll, falitt, og hesir menn kunnu soleiðis missa alt, men harra J. H. Danbjørgs ársinntøka er sikrað honum bæði í manndómsárum og ellisárum. Hevur hann t. d. eina ársinntøku uppá 5000 kr., so má ein rentier, ein av teimum, hann kallar fyri kapitalistar, hava í sparikassa ein rentuberandi kapital uppá 125000 kr., skal hann t. d. fáa eina líka stóra ársinntøku, sum hesar 5000 kr. Her í Føroyum vóru fáir rentierar við størru inntøkum undan ¦ krígnum. So væl privilegeraður peningaliga er harra Danbjørg, at hann fær sína ársinntøkti kortiní óskerda og trygt, um alt hitt samfelagið ikki fær mat í munn. um ein so má siga. Men harri J. H. Danbjørg er tlverri so tornæmur (vit hava fleiri ferðir sagt honum at allir Føroyingar mugu koma í ein bólk at gera Føroyar til frítt land. Vit hava takka hon- um, og tað var hann glaður fyri, men nú vit takkáðu J. Pat- ursson, bleiv harri Danbjørg firtin), at vit megu óivað skriva nógvar ávísingargreinir til hansara um hetta evnið, skal hann fata tað, men hvussu skjótt hann gloymir tað aftur, tað er fryktandi fyri. So gloymskur hevur hann tíverri verið, at hann longu 22. august hevði gloymt hvat hann skrivaði hin 8. august. Hann orðfløktu seg tí aftur í eini ósannari oddagrein, og vit noyddist tí at minna hann á tey orð, hann skrivaði hin 8. august, soleiðis sum ávíst í greinini her »Ja, har vóru orðini*. Vit hava hug at skriva meira um hetta evni seinni, tí tað er best at fáa »sminkuna av«, at fáa sannleikan fram og ikki Hva longur í hini gomlu »frasuverð« teirra social-demo-

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.