Fríu Føroyar - 19.09.1942, Blaðsíða 2
Nr. 15
FRÍU FØROYAR
1. árg.
keypmenninar verði byrðaðar við prfsbyrðum um 4O°/0. Tá
kemur uppaftur smásøluprísurin, sum kanska er aftur um 4o°/0.
Ja, fólkið skal plágast!
Menn hava sagt, at »Færøer«es offentlige Vareforsyning«
hevur av og á fingið vørur frá heilsølumonnum her til víðari
salg. At tað ikki lættir um vøruprísin kann einhvør fala.
Fólkíð má krevja at fáa fulla greiðu á prísum »Færøer-
nes offentlige Vareforsyning«s. Hvussu stórir innkeypsprísirnir
eru, hvussu stórur ko.stnaðurin er frá innkeypinum til vøran
er løgd á lagir, og tá hvussu høgan ágóða vøruhandilir. fær.
Hann má ikki setast so høgt sum higartil er gjørt, tí tá nervar
hann ahnenningin stórliga.
Tað er peningur almenningsins sum vøruhandilin hevur
fingið, og tí eru vit allir Føroyingar partnarir í hesum lands-
handli, og tí kunna P'øroyingar krevja at síggja hvussu stýrt
verður og vita hvussu til stendur, vita:
Hvat vørumongdin er hin ista hvønn mánað, vita prísir-
nar, innkeyps og útsalg hjá landshandlinum, og vila, hvussu
nógv handilsmenninir kunna leggja prís á vørurnar frá inn-
keypinum til víðari sølu út um diskin.
Vit fáa okkum ikki til at trúgva tí, at Ánglendingar vilja
geva Føroyingum so lítla kvotu, at hon er nervandi og heilsu-
niðurbróUndi, tí einki kann vera verri í hesum tíðum
enn at landsins íbúgvarar gerast vranínir móti »occtipations«-
monnunum. Heldur skulu teir lata okkum fáa í størra lag.
Tað er forvitnisligt at vita hvussu statistikkurin vísur,
sum er sendur til Bretlands, Føroyum og tí sum okkum tørvar
viðvíkjandi. Antin teir hava minst til at økt forbrúkstølini,
sambart tað fólkaøking sum verið hevur av fremnianda-inn-
flyting og ti sum hermenn eta r\ niathúsurn okkara og keypa
í hondlum.
Skipakeyp
og
bygging.
Løgtingið viðgjørdi 9. sept. eitt stórmál, nevniliga istu
viðgerð viðvíkjandi skipakeypi og skipabygging.
Amtinaðurin sendi inn 4. septbr. bræv til Løgtingið um
keyp av dekksbátuni, sum kunna verða útróðrarbátar undir
Føroyum.
Alt hitt slóra uppskot teirra, Danbjørg, D*m's, Zachari-
asen's v. fl. er nú dolti'Ó niður til at vera hetta at fáa nakrar
gamlar dekksbátar til títróðtir. Tinginaðurin A. Sauniel.seu var
enntá so sanibanciskur ítnóti at fáa skip bygcl her, at hann
bart út segði: »Tað eru bara tápuligir menn sum halda tað
bera til at byggja skip í Føroyum*.
Vegna hesum orðum hansara hava vit nú haft samrøðu
við fyristøðumenn Tórshavnar Skipasmiðju, harrar Kjartan
Mohr, stjóra og Joen Hansen, byggime'istara.
Teir báóir eru heilt bilsnir yvir hesi orð A. Saniuelseus
og teir svaráðu okkum soleiðis:
»Vit hava giørt eitt snotiligt og gott fiskifar úti á Tórs-
havnar Skipasmiðju, sum leyp av stáplinum her nú kríggið
var byrjað, tað var í 1939, og skipið er serstakt sjógøtt og
hartil scra sterkt og so .væl b)'gt, at bæði Føroyingar, íslencl-
ingar og Anglendingaf sum kenna hetta skip, hava røst okkum
sum bygt tað hava.
»Vón«v sum hetta skip heitur, er 100 ton brutto og
hevtir ein Dicelmotor uppá 220—240 hestakreftir. Eitt so-
vorðið skip kann nú byggjast f'yri prísin 400.000 kr. klárt til
fiskidrift við øllum ainboðum innanborð;..
Skipið hevflr toga trol í so djúptim vatni, suin teir størstu
trawlarar vanliga trawla á. Eigararnir haya fleiri ferðir fyllt
skipið upp til lastlúkurnar og fingið fyri túrin 6—7000 sterl-
ingspund.
Tað er tí harmiligt, at ikki fleiri skip sum hetta verða
bvgd, og tað er harmiligt at teir ráðandi heldur royna at fáa
Føroyingar aftur undíc vaðbeinið og keypa gomul skip inn-
aftur nú. Tað surn peningatrot fyrr'førdi Føroyingar inn til
og hevur hildi teir niðri í tey farnu skjótt 100 ár í sjódriftini,
ktinnu vit siga okkum leysar frá nú, um Føroyingar sjálvir
vilja tað, lí ntí er stórur peningur' til tøks hjá monnum til
skipabygging, bara teir krevja tað og streingja á at fáa byggi-
tilfar til Føroyar,
Nú er gjørligt hjá Føroyingum sjálvum at enduinýggja
fiskiflotan við nýmótans fiskiførurn.
Eftir álítandi manna orðum kann byggitilfar fáast við at
søkja um licens direkta frá Amerika. Kønur umboðsmaðtir,
skipabygging viðvíkjandi, má tí sendast á landsins vegna til
Amerika og fáa har sáttmála hestim innkeypum viðvíkjandi«.
Soleiðis meina teir, fyrisløðumeim Tórshavnar Skipasmiðju.
Skipabygging er vorin ein so stórur spurningur nú fyri
Føroyingar, tí skipatapið er stórt. Tí - mega teir ansvarligu,
løgtingsmenn og hinir fólk'sins álitismenn, taka spurningin upp
í álvara nú, taka lógvatak sarnan við fólkinum í Føroyum f\*ri
at fáa sett hetta mál í verk nú. Bátar eru ikki skip Og skip
eru ikki bátar, men eitt skip sum »Vón« kann fylla seg og sjálvt
sigla farrnin til avreiðingar vegna tess, at tað er eitt nýtt
»moderna- fiskifar, betri enn trawlari, tí tað siglur við færri
kostnaðurn til driftina. Sovorðin før kunna hjálpa Føroyum
eisini aftaná kríggi, lí teý eru sjálvhjálpin til fleri veiðuháttar.
Lat okkum vera sjálvbjargnar tá avtodnar.
Fyri okkum, sum rnyna at kanna eftir hvat tingnienn
meina og vilja hestim stórmáli viðvíkjandi, tykist tað torførl
at finna teirra reinu og sannu ætlari. Tala teirra á tingi
er mótsigandi og umskiftandi eins og veðurlagið í P"øro)'urn.
Tá maður byrjar at røða, tykist hann verða ein góður fólksins
maður, ið hevur bara eina tráðan, og tað er at gagna sam-
felaginum f nútíð o'g framtfð; men talar hann so fleiri ferðir
meðan málið er á dagssKránni, \erður 01 ðadrátturin so
øsutur, at ein vónbrotiu má tiúgva, at helst man einki fara
at miina til framgongd kortini.
í dag, 17. sept., undir aðrari sak komu inakur orð frá
P. M. Dam viðvíkjandi skiptim, sum kundi verið dørnj um,
at hann er sauisintur við hesar báðar f'yristøðumenn Tórshavnar
Skipasmiðju. Nú fáa vit at síggja nteira, tá hetta inál kemur
framaftur á løgtingsborðið til almennan fund.
Hansine Johannesen.
DÚndýnUr. Bryggjubakka.
Ein minks-garður til sølu.
Til sølu eru 15 minks — 10 løður og 5 fressar -
og 15 búr.
Aðaldjórini eru 6, ið keypt eru úr besta minks-
garði í Syøriki.
Nærri frágrciðing •hjá
Máltr. 337. A. Ziska.