Fríu Føroyar - 19.09.1942, Side 2

Fríu Føroyar - 19.09.1942, Side 2
Nr. 15 FRÍU FØROYAR 1. árg. keypmenninar verði b\-rðaðar við prísbyrðum um 40°/0. Tá kemur uppnftur smásøluprísurin, sum kanska er aftui urn 40°/0. Ja, fólkið skal plágast! Menn hava sagt, at »Færøernes offentlige Vareforsyning* hevur av og á fingið vørur frá heilsølumonnum her til víðari salg. At tað ikki lættir um vøruprísin kann einhvør fala. F'ólkið má krevja at fáa fulla greiðu á prísum >il*'ærøer- nes offentlige Vareforsjningcs. Hvussu stórir innkeypsprísirnir eru, hvussu stórur kostnaðurin er frá innkeypinum til vøran er løgd á lagir, og tá hvussu høgan ágóða vøruhandilin fær. Hann má ikki setast so høgt sum higartil er gjørt, tí tá nervar hann almenningin stórliga. Tað er peningur almenningsins sum vøruhandilin hevur fingið, og tí eru vit allir Føroyingar partnarir í hesum lands- handli, og tí kunna Føroyingar krevja at siggja hvussu stýrt verður og vita hvussu til stendur, vita: Hvat vørumongdin er hin ista hvønn máriað, \ita prísir- nar, innkey'ps og útsalg hjá landshandlirium, og vila, hvussu nógv handilsmenninir kunna leggja prís á vørurriar frá inn- keypinum til víðari sølu út um diskin. Vit fáa okkum ikki til at trúgva tí, at Ánglendingar vilja geva Føroyingum so lítla kvotu, at hon er nervandi og heilsu- niðurbróUmdi, tí einki kann vera verri í hesurn tíðum enn at landsins íbúgvarar gerast vranínir móti »occupations«- monnunum. Heldur skulu teir lata okkum fáa í støira lag. Tað er forvitnisligt at vita hvussu statistikkurin vísur, sum er sendur til Bretlands, Føroyum og tí sum okkum (ørvar viðvíkjandi. Antin teir hava minst til at økt forbrúkstølini, sambart tað fólkaøking sum verið hevur av fremnianda-inn- flyting og tí sum hermenn eta á mathúsurn okkara og keypa í hondlum. Skipakeyp og bygging. Løgtingið viðgjørdi 9. sept. eitt stórmál, nevniliga istu viðgerð viðvíkjandi skipakey'pi og skipabygging. Amtinaðurín sendi inn 4. septbr. bræv til Løgtingið um keyp av dekksbátum, sum kunna verða útróðrarbátar undir Føroyum. Alt hitt stóra uppskot teirra, Drinbjørg, D.-un’s, Zachari- asen’s v. fi. er nú dottið niður til at vera hetta ,it fáa nakrar gainlar dekksbátar til útróður. Tingmaðurin, A. Samuelsen var enntá so sambandskur ímóti at fáa skip bygd her, at hann bart út segði: »Tað eru bara tápuligir menn sum halda tað bera til at byggja skip í Føroyum*. Vegna hesum orðum hansara hava vit nú haft sámrøðu við fyristøðumenn Tórshavnar Skipasmiðju, harrar Kjartan Mohr, stjóra og Joen Harisen, b\-ggimeistara. Teir báðir eru heilt bilsnir yvir hesi orð A. Samuelseus og teir svaráðu okkutn soleiðis: »Vit hava giørt eitt snotiligt og gott íiskifar úti á Tórs- havnar Skipasmiðju, sum leyp av stáplinum her nú kríggið var byrjað, tað var í 1939, og skipið er serstakt sjógott og hartil sera sterkt og so .væl by gt, at bæði Føroyingár, Islend- ingar og Ánglendingat sum kenna hetta skip, hava røst okkurn surn bygt tað hava. »Vón«,' sum hetta skip heitur, er 100 ton brutto og hevur ein Dicelmotor uppá 220—240 hestakreftir. Eitt so- vorðið skip kann nú byggjast fyri prísin 400.000 kr. klárt til fiskidrift við øllum amboðum innanborða. Skipið hevðr toga trol í so djúpum vatni, surn teir størstu trawlarar vanliga trawla á. Eigararnir haya fleiri ferðii fyllt skipið upp lil lastlúkurnar og fingið fyri túrin 6—7000 sterl- ingspund. Tað er tí harmiligt, at ikki fleiri skip sum hetta verða bygd, og tað er harmiligt at teir ráðandi heldur royma at fáa Føroyingar aftur undir vaðbeinið og key pa gomul skip inn- aftur nú. Tað surn peningatrot fýrr’førdi Føroyingar inn til og hevur hildi teir niðri í tey farnu skjótt 100 ár í sjódriftini, kunnu vit siga okkum leysar frá nú, utn Føroyingar sjálvir vilja tað, lí nú er stórur peningur' til tøks hjá monnum til skipabygging, bara teir krevja tað og streingja á at fáa byggi- tilfar til Føroyar. Nú er gjørligt hjá Føroyingum sjálvutn al endurnýggja fiskiflotan við nýmótans fiskiførum. Eftir álítandi rnanna orðutn kann byggitilfar fáast við at søkja um licens direkta frá Amerika. Køuur uinboðsmaður, skipabygging viðvíkjandi, má tí sendast á landsins vegna til Amerika og fáa har sáttmála hesum innkeypum viðvfkjandic. Soleiðis meina teir, fyrisløðumenn Tórshavnar Skipasmiðju, Skipabygging er vorin ein so stórur spurningur nú fyri Føroyingar, tí skipatapið er stórt. Tí mega teir ansvarligu, løgtingsrnenn og hinir fólksins álitismenn, taka spurningin upp í álvara nú, taka lógvatak sarnan við fólkinum í Føroyum fyri at fáa sett hetta mál í verk nú. Bátar eru ikki skip og skip eru ikki bátar, men eitt skip sum »Vón« kann fylla seg og sjálvt sigla farrnin til avreiði.ngar vegna tess, at tað er eitt nýtt »moderna« fiskifar, betri enn trawlari, tí tað siglur við færri kostnaðurn til driftina. Sovorðin før kunna hjálpa Føroy urn eisini aftaná kríggi, tí tey eru sjálvhjálpin til fieri veiðuháttar. Lat okkurn vera sjálvbjargnar tá avtodnar. Fyri okkum, sum royna at kanna ettir hvat tingmenn meina og vilja hesum stórmáli viðvíkjandi, tykist tað torførl at finna leirra reinu og sannu ætlan. Tala teirra á tingi er mótsigandi og urnskiítandi eins og veðurlagið í Føroyum. Tá maður byrjar at røða, tykist hann verða ein góður fólksins maður, ið hevur bara eina tráðan, og tað er at gagna sam- felaginum f nútíð og frarntíð; men talar hann so fleiri ferðir meðan málið er á dagssUránni, verður otðadrátturin so øsutur, at ein vónbrotin rná trúgva, at helst man einki fara at muna til framgongd kortini. í dag, 17. sept., undir aðrari sak komu nøkur orð frá P. M. Darn viðvíkjandi skipum, sum kundi verið dømi um, at hann er samsinlur vió hesar báðar fyristøðumenn 'lórshavnar Skipasmiðju. Nú fáa vit at síggja meira, tá hctta mál kemur framaftur á løgtingsboroið til almennan fund. GARDSNTOY Hansine Johannesen. Dú ndýnur. Bryggjubakka. Ein minks-garður til sølu. Til sølu eru 15 minks — 10 løður og 5 fressar - og 15 búr. Aðaldjórini eru 6, ið keypt cru úr besta minks- garði í Svøriki. Nærri frágreiðing hjá Máltr. 337. A. Ziska,

x

Fríu Føroyar

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.