Fríu Føroyar - 19.09.1942, Qupperneq 2
Nr. 15
FRÍU FØROYAR
1. árg.
keypmenninar verði b\-rðaðar við prísbyrðum um 40°/0. Tá
kemur uppnftur smásøluprísurin, sum kanska er aftui urn 40°/0.
Ja, fólkið skal plágast!
Menn hava sagt, at »Færøernes offentlige Vareforsyning*
hevur av og á fingið vørur frá heilsølumonnum her til víðari
salg. At tað ikki lættir um vøruprísin kann einhvør fala.
F'ólkið má krevja at fáa fulla greiðu á prísum >il*'ærøer-
nes offentlige Vareforsjningcs. Hvussu stórir innkeypsprísirnir
eru, hvussu stórur kostnaðurin er frá innkeypinum til vøran
er løgd á lagir, og tá hvussu høgan ágóða vøruhandilin fær.
Hann má ikki setast so høgt sum higartil er gjørt, tí tá nervar
hann almenningin stórliga.
Tað er peningur almenningsins sum vøruhandilin hevur
fingið, og tí eru vit allir Føroyingar partnarir í hesum lands-
handli, og tí kunna Føroyingar krevja at siggja hvussu stýrt
verður og vita hvussu til stendur, vita:
Hvat vørumongdin er hin ista hvønn máriað, \ita prísir-
nar, innkey'ps og útsalg hjá landshandlirium, og vila, hvussu
nógv handilsmenninir kunna leggja prís á vørurriar frá inn-
keypinum til víðari sølu út um diskin.
Vit fáa okkum ikki til at trúgva tí, at Ánglendingar vilja
geva Føroyingum so lítla kvotu, at hon er nervandi og heilsu-
niðurbróUmdi, tí einki kann vera verri í hesurn tíðum
enn at landsins íbúgvarar gerast vranínir móti »occupations«-
monnunum. Heldur skulu teir lata okkum fáa í støira lag.
Tað er forvitnisligt at vita hvussu statistikkurin vísur,
sum er sendur til Bretlands, Føroyum og tí sum okkum (ørvar
viðvíkjandi. Antin teir hava minst til at økt forbrúkstølini,
sambart tað fólkaøking sum verið hevur av fremnianda-inn-
flyting og tí sum hermenn eta á mathúsurn okkara og keypa
í hondlum.
Skipakeyp
og
bygging.
Løgtingið viðgjørdi 9. sept. eitt stórmál, nevniliga istu
viðgerð viðvíkjandi skipakey'pi og skipabygging.
Amtinaðurín sendi inn 4. septbr. bræv til Løgtingið um
keyp av dekksbátum, sum kunna verða útróðrarbátar undir
Føroyum.
Alt hitt stóra uppskot teirra, Drinbjørg, D.-un’s, Zachari-
asen’s v. fi. er nú dottið niður til at vera hetta ,it fáa nakrar
gainlar dekksbátar til útróður. Tingmaðurin, A. Samuelsen var
enntá so sambandskur ímóti at fáa skip bygd her, at hann
bart út segði: »Tað eru bara tápuligir menn sum halda tað
bera til at byggja skip í Føroyum*.
Vegna hesum orðum hansara hava vit nú haft sámrøðu
við fyristøðumenn Tórshavnar Skipasmiðju, harrar Kjartan
Mohr, stjóra og Joen Harisen, b\-ggimeistara.
Teir báðir eru heilt bilsnir yvir hesi orð A. Samuelseus
og teir svaráðu okkutn soleiðis:
»Vit hava giørt eitt snotiligt og gott íiskifar úti á Tórs-
havnar Skipasmiðju, sum leyp av stáplinum her nú kríggið
var byrjað, tað var í 1939, og skipið er serstakt sjógott og
hartil sera sterkt og so .væl by gt, at bæði Føroyingár, Islend-
ingar og Ánglendingat sum kenna hetta skip, hava røst okkurn
surn bygt tað hava.
»Vón«,' sum hetta skip heitur, er 100 ton brutto og
hevur ein Dicelmotor uppá 220—240 hestakreftir. Eitt so-
vorðið skip kann nú byggjast fyri prísin 400.000 kr. klárt til
fiskidrift við øllum amboðum innanborða.
Skipið hevðr toga trol í so djúpum vatni, surn teir størstu
trawlarar vanliga trawla á. Eigararnir haya fleiri ferðii fyllt
skipið upp lil lastlúkurnar og fingið fyri túrin 6—7000 sterl-
ingspund.
Tað er tí harmiligt, at ikki fleiri skip sum hetta verða
bygd, og tað er harmiligt at teir ráðandi heldur royma at fáa
Føroyingar aftur undir vaðbeinið og key pa gomul skip inn-
aftur nú. Tað surn peningatrot fýrr’førdi Føroyingar inn til
og hevur hildi teir niðri í tey farnu skjótt 100 ár í sjódriftini,
kunnu vit siga okkum leysar frá nú, utn Føroyingar sjálvir
vilja tað, lí nú er stórur peningur' til tøks hjá monnum til
skipabygging, bara teir krevja tað og streingja á at fáa byggi-
tilfar til Føroyar.
Nú er gjørligt hjá Føroyingum sjálvutn al endurnýggja
fiskiflotan við nýmótans fiskiførum.
Eftir álítandi rnanna orðutn kann byggitilfar fáast við at
søkja um licens direkta frá Amerika. Køuur uinboðsmaður,
skipabygging viðvíkjandi, má tí sendast á landsins vegna til
Amerika og fáa har sáttmála hesum innkeypum viðvfkjandic.
Soleiðis meina teir, fyrisløðumenn Tórshavnar Skipasmiðju,
Skipabygging er vorin ein so stórur spurningur nú fyri
Føroyingar, tí skipatapið er stórt. Tí mega teir ansvarligu,
løgtingsrnenn og hinir fólksins álitismenn, taka spurningin upp
í álvara nú, taka lógvatak sarnan við fólkinum í Føroyum fyri
at fáa sett hetta mál í verk nú. Bátar eru ikki skip og skip
eru ikki bátar, men eitt skip sum »Vón« kann fylla seg og sjálvt
sigla farrnin til avreiði.ngar vegna tess, at tað er eitt nýtt
»moderna« fiskifar, betri enn trawlari, tí tað siglur við færri
kostnaðurn til driftina. Sovorðin før kunna hjálpa Føroy urn
eisini aftaná kríggi, tí tey eru sjálvhjálpin til fieri veiðuháttar.
Lat okkurn vera sjálvbjargnar tá avtodnar.
Fyri okkum, sum royna at kanna ettir hvat tingmenn
meina og vilja hesum stórmáli viðvíkjandi, tykist tað torførl
at finna leirra reinu og sannu ætlan. Tala teirra á tingi
er mótsigandi og urnskiítandi eins og veðurlagið í Føroyum.
Tá maður byrjar at røða, tykist hann verða ein góður fólksins
maður, ið hevur bara eina tráðan, og tað er at gagna sam-
felaginum f nútíð og frarntíð; men talar hann so fleiri ferðir
meðan málið er á dagssUránni, verður otðadrátturin so
øsutur, at ein vónbrotin rná trúgva, at helst man einki fara
at muna til framgongd kortini.
í dag, 17. sept., undir aðrari sak komu nøkur orð frá
P. M. Darn viðvíkjandi skipum, sum kundi verið dømi um,
at hann er samsinlur vió hesar báðar fyristøðumenn 'lórshavnar
Skipasmiðju. Nú fáa vit at síggja meira, tá hctta mál kemur
framaftur á løgtingsboroið til almennan fund.
GARDSNTOY
Hansine Johannesen.
Dú ndýnur. Bryggjubakka.
Ein minks-garður til sølu.
Til sølu eru 15 minks — 10 løður og 5 fressar -
og 15 búr.
Aðaldjórini eru 6, ið keypt cru úr besta minks-
garði í Svøriki.
Nærri frágreiðing hjá
Máltr. 337. A. Ziska,