Fríu Føroyar - 19.09.1942, Blaðsíða 3

Fríu Føroyar - 19.09.1942, Blaðsíða 3
1 árg, FRÍU FØROYAR Nr. 15 ÆjómleiUuv. Komandi sunnudag kl. 6 verður aftur ljómleikur. 25-manna inusikkliðið vil tá hava hesa 111 u s i k k s k r á : 1. The Chamber of Commerce. March. (W. Kretschmer). 2. On! To Victory. March. (R. S. Thornton). 3. H. Trovatore (Fantacie). (G. Verdi). 4. Andanta í G. (Batiste). 5. Tosca Parodino. Russisk March. (Dobrochstow). 6. Vals Militaire. (Chr. Meyer). 7. Blrjðrevðar rósur. Slow P'ox. (H. Húnemeyer). 8. ».Traternity.«. March. (J. Moorhouse). 9. Lystspæloverture. (Keler Bela). 10. March. (G. Michelsen). 11. Starlit Dell Mach. (R. Smith.) Meðan hornblásturin er, vilja skótar savna inn pening til musikkpall. Gunnar Michelsen, postmaður í Tórshavn, er ein av Før- oya nýggju tónameistarum. Han>,ua march — nr. 10 á musikk- skránni — kemur at ljóma fyri fyrstu ferð til Havnarfólk nú komandi sunnudag. Vit ynskja tað, at okkara býsbam vil verða fagnað av veðrinum og fólkunurn tá tónár tess ljóma. Vanvirðing. Frekir eru Danir, sum kalla seg -»Frit Danmarki, í teirra vanvirðing móti okkum Føroyingum. Jú blíðari vit eru við teir, tess frekari vanvirða teir okkum. Teir gráta um mista friheit, men okkum vilja teir traðka á framvegis soleingi sum møguligt. Okkum unna teir ikki jriheit. *The frec danish publishing Co. Ltd., Londoni, hevur sent út eina sangbbk vSkagen inat. Teir fyrstu 9 sangirnir eru tjóðsangir, á donskum við enskari umseting, teir eru: 1. Kong Kristian stod ved højen Mast. 2. Dct er et yndigt Land. 3. Du gamla, du fria. 4. God save t/ie King. 5. Internationále. 6. Ja, vi elsker dette landet. 7. La Marscillaise. 8. O, Guð vors lands. 9. The Star-Spangled Banner. Nú er at siga, at hóast teir ikki hava Føroyinga tjóðsane; í bókini millum tjóðsangimar, kundu vit tó sagt, neyðars smáir menn eru teir. Men tá blaðað vcrður leingi giøgnum hesa saugbók finna vit smoygdan inn aftaná 20 sálmar og 62 savgtr: » Tú alfagra land mitt<t,Føroyatjóðsangin.y>Eg oyggfar veite. hevur fingið nr. 44. Tcir vilja við hesum visa á, hvussu tcir vanvirða Føroy- ingar sum tjóð. Ikki nýtist teimum at sára okkum Føroyingar soleiðis. Heldur skuídu teir haft so mikla takt i sær, ai teir tagdu og ongan sang okkara scttu. í hesa bók. •» Ve den ved hvem For- argclsen kommcr...» oktober fjórðingsáii verOur útsending; ,Fríu Føroyar': Nr. 17 kemur leygardagin 10. okt., nr. 18 týsdagin 20. oktbr., nr. 19 leygardagin 31. oktbr., nr. 20 týsdagin 10. novbr., nr. 21 leygardagin 21. novbr., nr, 22 lýsdagin 1. desbr., nr, 23 leygardagin 12. desbr. og nr. 24 mikudagin 23. desember. VERKTOY, BESLØG, POSTALÍN, „GODT BELAGT". Eitt av teim fólkum, sum dugur at borðreiða vakurt og gott, eru Danir. Sjáldsama gott er teirra Murra borð«, »Smør- rebrød.-ibord«. Har er tó ikki so turt, sum navnið sigur, tí rrieðan breyðflísarnar eru heilt tunnar, so er lagt á flísarnar ymiskur matur av besta slag, ið fáast kann, av land og sjógv. Ein breyðflís soleiðis borðreid er ein sonn verð, og prísurin er tá eisini heilt høgur, sum vituligt er. Sovorðin borðreiðing hevur ti tingið hjá Danum hjánavnið »godt belagU. Tað er so treffandi sannleikanum, sum vera kann. Hvussu nú er har, vita vit ikki, men vit vita hvussu matlíkindini nú eru hjá okkum Føroyingum. Her eru óivað líkindini nú blivin øðiliga ójøvn, soleiðis sum sLondon radio« hevur kasta út til lurtarar kring heimin. Ein kendur danskur niaður hevur sagt frá í útvarpi Lon- dons, at hann hevur verið í Føroyum fyri stuttum síðani, og hann hevur ferðast her millum eitt fólk, sum hevur so nógvan og góðan mat surn teinkjast kann, takkað verió hesum frálíka amtmanni, sum Føroyar vóru so eydnuríkar at hava, tá sam- bandið slitnaði. Hesi orð urn matiri eru tó ikki so góð fyri fólkið i Før- oyum, tí tey innibera ikki fullan sannleika, og ti lorða tey fyri at tørvandi matur kemur til Føroyar, um teir ráðandi í Bretlandi halda henda danska mann verða eitt gott sannleiks- vitni. Einhvør ber sum hann roynist, og tá Føro)'ingar vita gistingarhús henda manns og vita hvønn hesin danski gestur hevur vitjað og fingið mat hjá, ta tíð hann var í Føroyum, ja, tá (áa vit gjøgnum hesi gestsins orð at vita, at teir, sum her ráða fyri borgum, eiga nógvan og góðan mat, teimum tørvar einki, meðan fólk )'virhøvur ganga frá krambúð til krambúð og leita eftir mati til døgverða og viðskera, men sjáldan fáa tað, tey ynskja sær. Hendingaferð eydnast at fáa okkurt. Arbeiðsfólkið hevur ikki góoar dagar, vegna mattroti- num, tf mahgafi dag fæst eingin døgverðamatur, og tað ió fæst er ikki styrkjandi matur, bre)ð, margarin, svart te og sukur. Fyri slitfólk ein ov veikur kostur. Hesin partur av Føroya fólki, hin stóri flokkurin, eigur ikki styrkjandi mat og góðgælismat hangandi í frxstihúsum, sum onkur av tí betra slagnum kanska. Kjøt hevur ikki verið at fingið í vikuvís, ikki egg "R aniíaf viðskeri, kahn'ska onkuntíð ein lítil ostabiti. Børnini gráta av svongd vegna nrjólkatrot. Var sannleikin borin fram fyri teim ráðandi í Bretlandi, vildi óivað nógv sæð betri út vøruin viðvíkjandi her f Føroyum. Seyðavask av besta slag er at fáa hjá Telef. 89. J. HtíwnhaaL, Føroya Fólkaháskúli. Drongir, ið ætlá sær á skúlan, verða bidnir um at siga frá so skjótt sum til ber. Nærri frágreióing fæst yi3 at venda sær til Jóhannes av Skarði, telf. 243. Múseigind.ómw* í fíavn til sgIwí. Eini vælbygd, rúmlig sethús við tilbygdum vaskihúsi og hjalli og stórum, høgum hjallara til sølu, Húsini liggja við koyruveg tnen tó á friðarligum' stað. Nærri frágreiðing hjá Máltr. 337. A. Ziska. QTCIKITOY PF ludvig poulsen, «J I CIIN I \J I . TLF. 13 TÓRSHAVN. TLF. 13

x

Fríu Føroyar

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fríu Føroyar
https://timarit.is/publication/639

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.